hósdagur 7. november 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
8. NOVEMBER 2019
Stríðið um íbúðarneyð verður brúkt
til politiskar markeringar
Tað er ikki annað enn væntandi, at eitt
løgtingsval, eitt landsstýrisskifti – ella
rættari ein politisk kúvending, fær ávirk
an á førda politikkin.
Tí er tað ikki so nátúrligt, sum vit áttu
at hildið, at Sambandsflokkurin meinar
tað sama um uppskotið hjá Javnaðar
flokkinum og Tjóðveldinum um at lata
Bústaðir sleppa at læna fleiri pengar at
byggja leigubústaðir fyri.
Á ein hátt virkar tað sum ein roynd at
bóndafanga Sambandsflokkin, at fyrr
verandi samgonguflokkarnir leggja mál
ið fyri tingið nú. Vit kundu spurt, hví
Framsókn ikki eisini er við sum uppskot
stillari, er tað tí, at flokkurin í veruleika
num ikki er samdur við hinar báðar?
Vit vita eins væl, at Sambandsflokkur
in – hvussu fegin hann so vil, ikki fer at
samtykkja eitt slíkt uppskot saman við
andstøðuni ímóti Fólkaflokkinum. Fyri
tað fyrsta, so sleppur flokkurin ikki at
gera tað, og fyri tað næsta, so kann hann
heldur ikki gera tað ímóti teirri avtalu,
sum flokkurin hevur gjørt við Fólka
flokkin. Tað er ikki bara tí, at Fólkaflokk
urin í veruleikanum hevur valdið í
samgonguni, men hevur sjálvandi eisini
nakað at gera við samgongustevið hjá
nýggju samgonguni.
Undanfarna samgonga tapti valið.
Fólkið valdi borgarligt, fólkið valdi Fólka
flokkin til størsta flokk á tingi. Og tá tað
er Fólkaflokkurin, sum hevur politiska
validð í Føroyum, so fer tað ikki at bera
til at reka politikk soleiðis, sum Javnað
arflokkurin og Tjóðveldi vilja. Soleiðis er
tað bara.
Tí steðgar verkætlanin hjá Bústøðum.
Fleiri alennar leiguíbúðir verða ikki
bygdar. Stutt og greitt tí, at tað vil Fólka
flokkurin ikki. Nú skulu tað verða tey
privatu, sum byggja bústaðir. Og tað
verða valla leigubústaðir, men bústaðir,
sum skulu seljast við vinningi sjálvandi,
og vit venda aftur til føtur-undir-egið-
borð politikkin.
Sambandsflokkurin situr við borðend
an í Tinganesi í eini borgarligari sam
gongu, sum rekur borgarligan fólkafloks
politikk. Og so leingi hendan samgongan
situr, so verða slík uppskot, sum til dømis
at loyva Bústøðum at byggja meira, ikki
samtykt.
Loysa bústaðarneyðina borgarliga
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
BILLEDE KOMPLETTUR
*PRÍSUR FRÁ KR. 7.210
Krone
Kr. 2.160,-
Implantat
Kr. 3.830,-
Abutment
Kr. 1.220,-
Gratis uppstartspakka við donskum tolki og donskum
behandlingsplani, OPG X-røntken, eina nátt á hotelli
transsport til flogvøllin og møguleikar fyri refundering
upp til kr. 1350,- *Príseksempil uppá innplantat.
PÍNUFRÍÐA BEHANDLING VIÐ BEHANDLINGSGARANTI
Á EUROPAS FØRANDI TANDKLINIK
tandrejser.dk Ring +45 51 78 00 04
Vit kunnu hjálpa tær til eitt nýtt smíl við behandlingsgaranti på Europas førandi tannklinil, Kreativ Dental i Budapest