hósdagur 7. november 2019síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 129
3
torshavn.fo
Stjóri fyri teknisku fyrisitingina
Hevur tú hug at royna teg sum stjóra fyri
tekniska økinum hjá Tórshavnar kommunu?
Talan er um eina av teimum størstu teknisku fyrisitingunum í landinum. Fyrisitingin er mannað av
nógvum ymiskum fakbólkum á fleiri ymiskum deildum og stovnum. Starvið býður uppá nógvar stórar
og spennandi avbjóðingar, stórar verkætlanir og nógvar innanhýsis og uttanhýsis samstarvspartar.
Stjórin fyri teknisku fyrisiting mannar stjórnarbólkin hjá Tórshavnar kommunu saman við
borgarstjóranum, kommunustjóranum, trivnaðarstjóranum, fyrisitingarstjóranum og stjóranum fyri
Heilsu- og umsorganartænastuni.
Víst verður til heimasíðuna hjá kommununi, www.torshavn.fo, har neyv starvslýsing er.
Áhugaðir umsøkjarar eru vælkomnir at seta seg í samband við Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóra, á
telefon 302010 viðvíkjandi starvinum ella førleikakrøvunum.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Umsókn verður at senda til:
Att.: Bjørgfríð Ludvig, Postboks 32, FO-110 Tórshavn
ella á teldupostadressu: torshavn@toshavn.fo
Viðmerk á umsóknina: „Stjóri fyri teknisku fyrisitingina“
Umsóknarfreistin er 21. november 2019