Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. november 2019síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 129 5 Vikan ið fór Sæð á Facebook: Sæð á Facebook: Í oktober í ár tjentu føroyingar slakar 890 milliónir krónur, sambært Hagstovuni, og tað eru 75 milliónir meira enn í sama mánað í fjør Globe Tracker hevur gjørt avtalu við størsta bingjuflutningsfelagið í Amerika, Seaboard Marine, um at útgera skip teirra og bingjur við føroysku KT- loysnini Gamla Norrøna, sum nú er trúboðaraskipið Logos Hope, fer at vitja í føroyskum havnum komandi summar Á nýggjárinum vóru 99 persónbilar, sum eru riknir við elmegi, skrásettir í Føroyum. Tað talið er nú komið upp á 167, sum svarar til ein vøkstur á 69 prosent Katrina Svartá, sum hevur verið vaskikona í Hvalvíkar skúla í 40 ár, fekk handað fortjenestmedalju frá drotn­ing­ ini týsdagin Mette Frederiksen MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt Leygardagin eru 30 ár síðan, Berlinmúrurin fall. Vit hava stórt tema um hetta í blaðnum í dag 30 Sprotin: forsætisráðharri k1 (stjm.) tann ið stendur á odda fyri ríkisstjórn, hægsti ráðharri Í Danmark er Mette Frederiksen statsministari, men føroyska umsetingin fyri tað er forsætisráðharri - ikki forsætisráðfrúa. So Mette Frederiksen er altso sambært Sprotanum ein harri. Mette Frederiksen hevur verið og vitjað í Føroyum. Hon hevur verið á fundi í Vestmanna við Bárða á Steig Nielsen, løgmann. Niðurstøðan frá fundinum var, at hon er til reiðar at geva føroyinum størri innlit í uttanríkis- og verjupolitisk mál – eins og hon vil kanna møguleikarnar fyri, at føroyingar kunnu fáa danskt cpr-nummar. Forsætisráðfrúan hevur eisini vitjað Miðnám, Vindrøkt, SEV, Mest, løgtingið og Tinganes FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR "Hvussu kallar tú ein gamlan kavamann? Vatn!" "Hví slangar man sær, men man hvílir seg?" Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, seinni í ein landsynning. Nakrir sólglottar og okkurt æl og kavi. Hitin millum 2 og 6 stig. Um kvøldið og náttina skýggjað og framvegis regn- og kavaæl. Hitin um náttina millum frostmarkið og 4 stig.   Lot til andøvsgul av eystri og landsynningi, 3 til 8 m/s, sum út á dagin veksur í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Turt, nakað sól, men út á dagin skýggjað. Um náttina veksur hann vindin upp í skrið, 12 til 18 m/s. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 7 stig. Andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s av landsynningi, sum út á dagin snarar í eystan og minkar í gul til stívt andøvsgul. Yvirhøvur skýggjað og regn og vátakavi, men eisini eitt sindur av sól. Hitin millum 3 og 7 stig. Um náttina yvirhøvur turt og klárt. 5-10 m/s 3-8 m/s Føroyar eru vaknaðar aftur politiskt. Norðurlandaráðið og Útnorðurráðið hava hildið fund og har hava føroyskri politikarar luttikið, men nú byrjar politiski gerandisdagurin av álvara. Fíggjarlógin liggur og bíðar eftir viðgerð, men í gjár var fyrsta viðgerð av broytingunum, sum samgongan ætlar at gera í lógini um fyrisiting av sjófeingi. Ein stórur partur av farna valskeiði fór við kjaki um hesi viðurskifti, men tá var lógin samtykt og fór at virka 1.januar 2018. Undir valstríðnum boðaði andstøðan frá, at fekk hon meirluta, so skuldu nógvar broytingar gerast í lógini og tað eru júst hesar broytingar, sum Løgtingið nú viðger. Ætlanin er, at broytingarnar koma í gildi 1.januar 2020. Ája! Danski forsætisráðharrin vitjaði í Føroyum hesa vikuna. Fyrst og fremst var hetta ein kurteisisvitjan, men løgmaður og Mette Frederiksen tosaðu saman um, hvørjar broytingar kunnu gerast í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Áhugin fyri Føroyum er vaksandi á altjóða pallinum og tí vilja føroyskir myndugleikar hava meira at vita og sita nærri, tá ið avgerðir á uttanríkis- og verjupolitiska økinum, sum viðvíkja Føroyum, verða tiknar. Nógv bendir eisini á, at danskir myndugleikar eru sinnaðir at ganga hesum ynskjum á møti, men hvat ítøkiligt fer at henda vita vit onki um nú. Ája! Nú tosað verður um politikk er stuttligt at leggja til merkis, hvussu ófør andstøðan er at koma við uppskotum í tinginum. Ofta er talan um uppskot, sum núverandi andstøða ikki fekk samtykt í tí fýra ára skeiði hon sat við valdið. Men hetta er ikki nýtt. Soleiðis verður tað ofta gjørt. Eitt er at hava valdið og kunna gjøgnumføra tað ein vil. Eitt annað er at sita í andstøðu. Jú, soleiðis er politikkur eisini. Ája! Hjá fólki kring landið fer gerandisdagurin afturvið, lagaður eftir árstíðini. Fyrsti harudagurin var leygardagin í farnu viku. Hetta er eitt ítrív hjá mongum ungum – serliga monnum – kring landið. Eitt slag av kapping er fyri at vita hvør er raskastur og hvør fær flestar harur. Hetta kemur stutt eftir at menn eru lidnir at reypa um lomb og veðrar. Ju hetta er eitt gott land at búgva í, tá ið tað snýr seg um møguleikarnar at brúka náttúruna. Í gjárkvøldið var so eisini stóra gallakvøldið fyri fótbóltinum. FM1 skipar fyri og tilnevnir og heiðrar 21 ymisk fólk, sum hava íðka hendan ítróttin á høgum støði. Áðrenn blaðið fór til prentingar kendu við ikki vinnararnar – aðrar enn toppskjúttarnar hjá kvinnum og monnum. Klæmint Andrasson Olsen skoraði 26 mál í bestu mansdeildini. Heidi Sev­ dal 25 í bestu k v i n ­n u ­ deild­ini. Nær byrj­ ar fót­bólt­ ur­in aftur? Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? At fríggjadagin í næstu viku letur skoytibreytin á Vaglinum í Havn upp aftur? 8-13 m/s