Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. november 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 129 6 FRANTS JENSEN A nn-Britt Fríðheim Mortensen hevur fleiri visjónir, nú hon byrjar í starvinum 1. desember. Men hon ásannar eisini, at arbeiðsorkan er av­ mark­að. – Umframt tær 35 sjálvbodnu, eru vit bara tvey fólk í løntum starvi, og tí er avmarkað, hvat vit megna, sigur Ann-Britt Fríðheim Mortensen. Ljós á ambulanta arbeið Nýggi leiðarin tekur yvir eftir Elin Reinert Planck, ið hevur verið 25 ár í starvi sum leiðari í Kvinnuhúsinum, og sum hevur verið myndin av Kvinnu­ húsinum. Ann-Britt Fríð­heim Mortensen er tó ikki ókend við arbeiðið, nú hon skal myndað staðið hjá kvinnum, ið líða av harðskapi, tí síðstu fimm árini hevur hon verið eitt av løntu starvsfólkunum í Kvinnu­ húsinum. Á Kreppumiðstøðini, sum er staðið, har kvinnurnar búgva, eru pláss til fýra kvinnur og nøkur børn, men arbeiðið í Kvinnu­húsinum røkkur tó víðari enn bara at hava høli og um­ sorgan fyri kvinnum, ið kenna seg noyddar at rýma heimanífrá vegna harðskap. – Eg ynski at varpa meira ljós á tað ambulanta arbeiðið, vit bjóða. At tað er møguleiki at koma inn og fáa ráð og veg­ leiðing, so at vit eisini fyribyrgja harðskapi og seta inn so tíðliga sum møguligt, sigur nýggi leiðarin. Ynskja at fáa samskipara Nýggi leiðarin hevur ynski um at fáa meiri samstarv við onnur, ið eisini arbeiða innan sama øki á ein ella annan hátt. – Vit hava í dag samstarv við millum onnur Almannaverkið, Kvinnu­felagið, og verkætlanina ”Harð­skapur í parløgum”, men eg vóni, at vit fáa samskipað samstarvið enn meira, so vit millum annað kunnu vísa á, hvat vit kunnu bjóða, og hvat kvinn­urnar, ið vit hava her, hava tørv á, sigur Ann-Britt Fríðheim Morten­sen. Hon heldur, at eitt tílíkt sam­ starv kann geva góð úrslit, og tí ynskir hon, at samskipari verður settur í starv. – Vit vóru á eini ráðstevnu í Keypmannahavn herfyri, har eitt av evnunum var, hvussu vit kunnu hjálpa kvinn­um betur at fóta sær í lívi­num, eftir at tær koma út aftur úr eini kreppumiðstøð. Verk­ætlan­ in hevur verið í gongd í Keyp­ manna­havn, Odense og Randers síðani 2015. Samskiparar hava millum annað samband við kvinn­ur­nar, tá ið tær fara útaftur úr eini kreppumiðstøð, og hesir hjálpa á ymiskan hátt, so at tær ikki aftur enda í harð­ skapsraktum parløgum. Eitt av hesum starvsfólkunum segði, at hon upplivdi tað sum at vera ein professionell vinkona, sigur Ann-Britt Fríðheim Mortensen. Tørv á eftirvernd Í løtuni hevur Kvinnuhúsið ikki nógv samband við kvinnurnar, tá ið tær fara út aftur úr Kvinuhúsinum í KFUM í Havn eftir at hava verið inni í nakrar vik­ur ella nakrar mánaðir. Tær fáa tó tilboð um at venda aftur, men tað eru ikki so nógvar, ið gera brúk av hesum tilboðnum. – Nakrar av teimum út­ lendsku venda tó onkuntíð aft­ur. Tær biðja okkum millum annað hjálpa sær við at lesa post ella annað, sigur hon. – Fyribils úrslit av verk­ ætlan­ini í Danmark vísa, at tað er ein betri háttur at samskipa ráð­gevingina við einum sam­ skipara í starvi, sum verður útbúgvin til júst hetta. Eg ynski at arbeiða víðari við, at vit fáa tílíka eftirvernd í Føroyum, sig­ ur komandi leiðarin. Royndirnar niðri vísa, at kvinnurnar, ið hava gjørt brúk av samskiparanum, trívast betur likamliga og sálarliga, tær upp­ liva minni einsemi, kenna seg meira tryggar í gerandisdegnum, og hava lættari við at koma aftur í arbeiði, og tá er eisini lættari at endurupptaka og koma inn í net­verk. – Alt hetta minkar eisini um fylgj­ur­nar av harðskapinum. Ein tílík verkætlan kann vera góð bæði fyri at fáa innlit í sam­ felagið sum heild, har tú eisini fært at vita, hvar tú kanst fáa hjálp, og hvør kann hjálpa við hvørjum, sigur hon. Hjálp til útlendsku kvinnurnar í Føroyum Hon vísir á, at tørvur er á at samstarva við al­menn­ar stovnar so sum Al­manna­verkið, kommunur, integra­tións­am­ skipar­ar og onnur og at fáa ein sam­skipara, ið kann vera kontakt­persónur fyri hesar kvinnur­nar. – Hetta kann eisini vera ein sera stór hjálp hjá teimum út­ lendsku kvinnunum í Føroyum, ið ofta ikki hava stórt netverk, at hjálpa teimum og teirra børnum at fóta sær av nýggjum við at koma út aftur í samfelagið. Tær skilja ikki altíð so nógv av mentanina og málinum og vita ofta heldur ikki, hvar tær kunnu fáa hjálp, sigur Ann-Britt Fríð­ heim Mortensen. Fleirtalið av teimum, ið koma í Kvinnuhúsið, hava før­oysk­an uppruna. Men í mun til fólka­ talið, koma lutfalsliga fleiri útlendskar kvinnur í Kvinnu­ húsið. Sjónligari í almenna rúminum Eitt annað øki, ið nýggi leiðarin kundi hugsað sær at gjørt meira við, er at vera meira sjónligari í sam­felagnum. – Eg vóni, at vit vera meira sjón­lig í framtíðini, so at vit kunnu varpa ljós á, hvat harð­ skap­ur er. Tað kundu vit millum annað gjørt í almennum fyri­ lestrum og almennum verk­ stovum. Kvinnuhúsið fær av og á fyri­spurningar um at koma út til almenn tiltøk og greiða frá um harðskap, og aðrar tíðir eru tað millum annað lesandi, ið arbeiða við sálarfrøði ella skriva upp­gávur, ið vitja í Kvinnu­ húsinum fyri at seta seg meir inn í viðurskiftini. – Tað er avmarkað, hvussu nógv vit náa í dag við verandi arbeiðsorku. Men eg vóni, at vit kunnu fáa størri játtan og Nýggi leiðarin í Kvinnuhúsinum: TÍÐINDI: Kvinnuhúsið Ynskir samskipara at hjálpa harðskapsraktum kvinnum at fóta sær – Eg vóni, at vit kunnu fáa meiri samstarv við Almannaverkið, kommunur og onnur, og at vit fáa samskipara í starv, sum kann hjálpa kvinnum, tá ið tær fara út frá okkum, at fóta sær í samfelagnum, sigur Ann-Britt Fríðheim Mortensen, nýggi leiðarin í Kvinnuhúsinum Vit hava í dag samstarv við millum onnur Al­ manna­verkið, Kvinnu­felagið, og verk­ætlanina ”Harð­skapur í par­løg­um”, men eg vóni, at vit fáa sam­skipað sam­ starvið enn meira