Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. november 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 129 7 stuðul, so at vit kunnu menna okkara tilboð enn meira, sigur Ann-Britt Fríðheim Mortensen. Nógvar arbeiðsroyndir innan ymiskt øki Nýggi leiðarin í Kvinnuhúsinum hevur fleiri fakligar førleikar umframt nógvar arbeiðsroyndir at arbeiða við fólkum, ið onkurs­ vegna eru ella hava verið í kreppu­støðu. Royndirnar hevur hon fingið úr Føroyum, Danmark og Grønlandi. Øll størvini hava nakað við menniskjur at gera, ið á ein ella annan hátt hava verið í truplari støðu. Eftir at hava fingið útbúgving sum sosialráðgevi, arbeiddi hon á Kreppumiðstøðini í Es­ bjerg í eitt ár sum sjálvboðin. Familjan flutti síðani til Nuuk í Grønlandi, har tey vóru í tvey ár. Har arbeiddi hon sum sosial­ráðgevi. Tá ið tey fluttu aftur til Danmarkar, arbeiddi hon sum serlærari í Billund, í barnaverndartænastuni í kom­ mununi í Kolding og sum mis­ nýtslu­viðgeri. Tá ið tey fluttu til Føroya í 2005, fór hon í starv á Psykiatriska deplinum. Eftir tað arbeiddi hon sum viðgerði á Blákrossheiminum, tá ið tað var í Havn. Í 2014 byrjaði hon í Kvinnu­húsinum. – Tað hevur verið sera spenn­ andi og læruríkt at fingið so nógvar arbeiðsroyndir innan ymiskt øki og á ymiskum støð­ um, sigur Ann-Britt Fríðheim Morten­sen. Umframt allar arbeiðs­roynd­ ir­nar hevur hon eisini tikið nakr­ ar útbúgvingar við síðuna av og átt tvær gentur. Spara samfelagnum fyri nógvar útreiðslur Í Kvinnuhúsinum og Kreppu­ mið­støðini, har hon nú verður leiðari, skal hon nú brúka allar royndirnar og fakliga førleikan at menna arbeiðið. – Tað er ein dreymur at fáa fleiri fólk í starv her í Kvinnu­ húsið. Allar tær sjálv­bodnu kvinn­urnar, sum taka vaktir uttan­fyri vanliga arbeiðstíð, gera eitt fantastiskt arbeiði, og uttan tær hevði hetta als ikki borið til. Men vónandi fara vit eisini at fáa fleiri lønt starvsfólk, sigur Ann-Britt Fríðheim Mortensen. Ein annar dreymur, hon hevur, er at fáa eitt tíðar­ hóskandi hús. – Vit fáa sera stóra vælvild frá KFUM, og vit uppliva eisini at fáa vælvild frá øðrum pørtum, sigur hon. Nú skal hon saman við grunni­num og nevndini arbeiða við at fáa meiri fígging til ar­ beiðið, so tað kann røkka longur út. – Vit spara samfelagnum fyri nógvar útreiðslur, tí vit eru her og veita hjálp og stuðul. Tað ynski eg at varpa meir ljós á, so at vit vónandi kunnu fáa hægri játtan og stuðul til at gera ar­ beiðið, sigur komandi leiðarin. Mugu onkuntíð siga nei vegna plásstrot Fýra kømur eru, har kvinnur og í mesta lagi tvey børn kunnu gista. – Síðstu fýra árini hevur tað verið fult í Kvinnuhúsinum mest sum alla tíðina. Tilboðið er, at kvinnurnar kunnu vera inni í tríggjar mánaðir, men so kann tað leingjast. Av og á hevur onkur verið inni í meira enn eitt ár, og tað er serliga av tí, at bústaðarneyð er, og tey ikki fáa nakran bústað. Nakrar ferðir hava vit verið noydd at sagt nei til gisting til fólk, ið hava tørv á tí. Vit kunnu tó bjóða teimum sam­røður, sigur Ann-Britt Fríð­ heim Mortensen. Ráðstevna og tiltøk Ymiskt stendur á skránni fyri framman. Millum annað skal nýggi leiðarin fyrireika ráð­ stevnu­na ”Norðurlendskar kvinn­ur móti harðskapi”, sum verður fyrst í september 2020 í Føroyum. Ráðstevnan skiftir at vera í flestu av norðurlendsku lond­unum og Grønland. 25. november er altjóða dagur móti harðskapi, og har sam­ starvar Kvinnuhúsið við ”Harð­ skapur í parløgum”, Kvinnu­ felagið og Amnesty Inter­national at gera eitt átak saman. 8. mars er kvinnudagur, og tá ætlar leiðarin í Kvinnuhúsinum eisini at vera við at skipa fyri onkr­um tiltaki. Men fyrst verður tað at seta seg inn í nýggju leiðara­upp­ gávur­nar. Samskiparar hava millum annað samband við kvinnurnar, tá ið tær fara út­aftur úr eini kreppu­ miðstøð, og hesir hjálpa á ymiskan hátt, so at tær ikki aft­ur enda í harð­ skaps­raktum par­ løg­um Vit spara sam­ felag­num fyri nógv­ar út­reiðslur, tí vit eru her og veita hjálp og stuðul Ann-Britt Fríðheim Mortensen er 46 ára gomul. Hon er útbúgvin sosialráðgevi og master í positivari sálarfrøði. Hon hevur millum annað eisini útbúgving innan misnýtsluøkið, mediator – konflikthandfaran og kognitivar viðgerðarhættir. Í fjør gav hon saman við Gitte Klein út bókina "Mennandi sálarfrøði - sálarheilsa og trivnaður í verki". Ann-Britt Fríðheim Mortensen er gift við Thomas Bo Petersen, og tey eiga tvær døtur. Tey búgva í Hoyvík. NÝGGI LEIÐARIN – Tað er ein dreymur at fáa fleiri fólk í starv her í Kvinnuhúsið, sigur Ann-Britt Fríðheim Mortensen, komandi leiðari í Kvinnuhúsinum MYND: ÁLVUR HARALDSEN