Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. november 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 129 8 Berlinmúrurin TEMA: Berlinmúrurin PÆTUR HJALMAR EVENSSON A ftaná seinna verðins­ kríggj í 1945 verður tað sundurbumbaða Týsk­land býtt millum tey fýra stórveldini USA, England, Frankaríki og Sovjetsamveldið. Eingilsk­ menn fáa meginpartin av Norðurtýsklandi, amerikan­ ar­ar fáa stóran part av Suður­ týsklandi, meðan fransmenn fáa vestara partin av Suður­ týsklandi. Hesar tríggjar zonur­nar eru tað, sum seinni blívur til Vesturtýskland (BRD). Sovjetsamveldið, sum er kommunistiskt, fær so eystara part­in av Týsklandi, sum seinni verður til Eysturtýskland (DDR). Býtið millum stórveldini hevur við sær, at tann kulturelt kendi risabýurin Berlin nú liggur langt inni í tí russiska sektori­num. Av psykologiskum grundum góðtaka vestanveldini ikki, at Berlin skal blíva ein partur av eystursektorinum við russiska Josef Stalin sum forseta. Við Churchill og Truman á odda krevja vestanveldini á topp­fundi í Potsdam, at Berlin skal blíva eitt serligt øki í russiska sektorinum. Teir koma til loysnina, at Ber­ lin eisini skal býtast sundur í fýra partar millum tey fýra stór­ veldini. Vestanveldini fáa hvør sín fjórðing, og Sovjet varðveitir valdið í eystara partinum av Berlin. Stalin er so mikið snildur, at hann aftur fyri krevur, at mark­ið til sovjetska sektorin av Týsk­landi skal flytast eitt sindur vestur­eftir. Tí rykkir hann inn í Harzen, sum liggur mitt í Týsk­ landi, og harvið verður støddin á sovjetska sektorinum víðkað nakað. Við tíðini verður amerikanski, franski og eingilski parturin av Berlin umtalaður sum Vestur­ berlin, og sovjetski parturin verður kallaður Eysturberlin. Hvør sítt gjaldoyra Teir tríggir sektorarnir hjá frans­ monnum, ameriku­monn­um og eingilskmonnum byrja so við og við at samstarva. Í 1948 kemur ein valutareformur, soleiðis at sama gjaldoyra verður galdandi í hesum trimum sektorunum - nevniliga D-markurin. Frá sovjettiskari síðu er tað ikki talan um at lata hendan fjórða sektorin í Týsklandi sam­starva við hinar tríggjar partarnar. Og teir vilja so slett ikki viðurkenna D-markin, sum ikki passar til kommunistisku skipanina hjá Sovjet. Teir vilja hava sítt egna gjaldoyra, og hetta verður til ostmarkin, sum hevur nógv lægri relt virði enn D-markurin. Valutareformurin býtir Týsk­ land økonomiskt og politiskt í tveir partar, og her frá byrja trupulleikarnir partanna millum veruliga at vísa seg. Stríðið harðnar og luftbrúgvin kemur Stalin byrjar at angra, at hann gav vestanveldunum hvør sín part av Berlin. Hann vil hava tamar­hald á øllum Berlin sjálvur og roynir tí at fáa vestanveldini at uppgeva býin onkursvegna. Berlin verður skjótt karmur um nógvan ófrið, og eitt ótroyttiligt innan­hýsis stríð millum vestan­ veldini og eystanveldið byrjar nú av álvara. Ein summarmorgun í 1948 verða allar forsýningslinjur til Vestur­berlin stongdar, soleiðis at hvørki lastbilar ella tok sleppa gjøgnum Eysturtýskland og inn í Vesturberlin við teimum vørunum, sum vesturberlinarum tørvar. Vesturberlin plagar annars at fáa sínar forsýningar frá býum sum Hamburg, Frank­ furt og München, sum allir eru í Vesturtýsklandi. Við hesum átakinum roynir Stalin at minka um lívsgóðskuna hjá vestur­ berlinarum. Men vestanveldini svara aftur við einari heilt ótrú­ ligari loysn. Tey innføra eina sokallaða luftbrúgv, so­leiðis at forsýningarnar koma inn í Vesturberlin við flog­før­ um heldur enn við bil- og tok­ferðslu. Øll tøk flogfør verða útkommanderað og stationer­að í teimum trimum býunum Hamburg, Frankfurt og München. Úrslitið er, at vesturberlinararnir fáa sínar vørur hvønn einasta dag við flogførum, sum lenda triðja hvørt minutt í Vesturberlin. Luftbrúgvin kemur óvart á Í 28 ár stóð Berlinmúrurin uppi sum súmbolið uppá tað kalda kríggið og býtið av tí demokratiska og kommunistiska Europa. Leygardagin 9. november eru tað 30 ár síðan, Berlinmúrurin fall, og fallið var byrjanin til endan av kalda krígnum. Vit fara her at tríva í nøkur søgulig viðurskifti fyri at skilja, hví Berlinmúrurin yvirhøvur bleiv bygdur í 1961 BERLINMÚRURIN SKILTI EURO­ PEARAR Í 28 ÁR