Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. november 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 129 9 Stalin. Men hann uggar seg við tanka­num, at hetta allarhelst bara er ein fyribils loysn, tí tað kost­ar í dýrum dómum at flúgva so­leiðis dagliga. Hann roknar við, at tað bara er ein spurningur um tíð, áðrenn luftbrúgvin verður søga. Men vestanveldini eru treisk og sinnað at gjalda fyri luftbrúnna. Aftaná 9 mánaðir viðurkennir Stalin, at luftbrúgvin ikki verður upp­givin av vestanveldunum, og tí ger hann av at steðga for­ sýnings­blokaduni og lata upp fyri forsýningslinjunum aftur. Harvið verður luftbrúgvin søga í 1949, og royndin hjá Stalin at kvala Vesturberlin miseydnast. Stutt aftaná sama ár skipar tann sovjettiski sektorurin seg sum ein stat og kallar seg fyri Deutsche Demokratische Republik (DDR), og samstundis skipa vestursektorarnir seg sum Bundes­republik Deutschland (BRD). Tað loysti seg at búgva í Vesturberlin Við egnum gjaldoyra og stórari framgongd verður Vestur­týsk­ land skjótt aftur ein av heimsins sterkastu búskapum. Eingin býur í heiminum um hesa tíðina hevur so nógv vøruútboð sum Vesturberlin. Býurin blomstrar, og her trívast allar tær størstu av heimsins fyritøkum. Virgar T. Dalsgaard hevur verið í Berlin ótaldar ferðir og kennir søguna um Berlinmúrin sum sín egna buksulumma. Hann greiðir soleiðis frá: - Vesturberlin blívur direkta eitt útstillingarvindeyga fyri vestur­heimin. Býurin verður brúkt­ur sum ein sýnisgluggi fyri at vísa kommunistunum, hvat vestanveldini kunnu prestera. Endamálið er at fáa eystur­berlinararnar at síggja og øvunda tann fantastiska vælstandin vestanfyri. - Kurfürstendamm, sum var høvuðs­gøtan í Vesturberlin í 50’unum, var flottari enn Champs Elysees í París, sum annars var roknað sum mest eleganta gøtan í verðini, fortelur Virgar T. Dalsgaard. Fólk stórtrívast í Vesturberlin, og hetta er ikki av tilvild. - Mann hevði av politiskum grundum gjørt viðurskiftini í Vesturberlin so lukrativ uppá allar mátar, at tað loysti seg at vera har. Vesturberlinarar fáa ótrúligar skattafyrimunir og gjalda lægri skatt enn aðrir vesturtýskarar, og mann syrgir fyri, at forsýningarnar altíð eru opti­malar og væl bíligari enn í Vesturtýsklandi. Mann var uppá allar mátar forkelaður í Vesturberlin, sigur Virgar T. Dals­gaard. Eysturtýskarar flýggja til vælstandin Kontrasturin frá Vestur­ týsklandi og Vesturberlin er stórur samanborin við kommunistiska Eysturtýskland og Eysturberlin. Har er onki blómandi handilslív, og eystur­ týskarar hava bara tær brúks­ vørur, teimum tørvar. - Har er bara eitt slag av sápu og eitt slag av tannkremi. Tað sama við møblum. Tað var funktionelt, men tað var bara ikki møguleiki at variera nakað sum helst, tí har var einki úrval. Alt skuldi vera, sum kommunistiski flokkurin í DDR hevði avgjørt, sigur Virgar T. Dalsgaard. Fólkið eystanfyri er væl vit­ andi um, at livistøðið í Vestur­ týsklandi er himmalhøgt í mun til í Eysturtýsklandi. Nógvir eystur­týskarar gera uppreistur gjøgnum 50'ini, og alsamt fleiri byrja at ræðast tankan um at búgva í einum kommunistiskum og ikki-demokratiskum sam­ felag. Tí byrja fleiri at flýggja úr Eysturtýsklandi til Vestur­týsk­ lands. Tað gera tey gjøgnum Vestur­berlin, har tað enn er møgu­ligt at ferðast frítt millum eyst og vest við flogfari. Samstundis sum fólk flýggja frá kommunistiska og ódemo­ kratiska stýrinum, byrja eystur­ týskarar at síggja ein møguleika at útnytta systemið í báðum lands­pørtunum. Hóast Eysturtýskland fyri fleiri ikki er so lokkandi, so er systemið í ein vissan mun lokkandi allíkavæl. Kommunist­ iski staturin betalir nevniliga bæði fyri útbúgving, lærubøkur og lestraríbúð. - Í somu løtu sum eystur­ berlin­arar fáa sína akademisku út­búgv­ing, so taka summir tokið til Vesturberlin og flýggja til Vestur­týsklands. Har fær mann einar sjey ferðir so góða løn í mun til tað, mann hevði fingið í Eystur­týsklandi, fortelur Virgar T. Dalsgaard. Tað verður mett, at næstan 3 milliónir týskarar flýggja úr DDR til Vesturberlin frá 1949, til Berlin­múrurin verður bygdur í 1961. 1961: Múrurin verður bygdur Eysturtýskararnir blíva greiðir yvir, at hendan gongdin kann ikki blíva við, tí teir missa øll tey ungu við hægri útbúgving. - Reelt byrjar DDR at blíva dren­að fyri akademiska arbeiðs­ kraft og fyri heilar, vísir Virgar Dalsgaard á. Leiðarin í DDR, Walter Ul­ bricht, finnur tí eina loysn, so­leið­is at DDR ikki endar í økonom­iskum skrædli. Ulbricht syrgir fyri, at ein múrur verður bygdur, sum skilir Vesturberlin frá Eysturberlin og restini av DDR, soleiðis at tað nú verður ógjørligt hjá eysturberlinarum at flýggja vesturum. Sostatt verður Berlinmúrurin til veru­ leika náttina til hin 13. august 1961. DDR kallaði múrin fyri ein "anti-fascistiskan verjumúr". - Officielt siga teir, at teir vilja hindra fólki vestanífrá at koma við sínum perversu idéum til tað kommunistiska paradísið. Sannleikin er, at tað er akkurát øvugt. Teir vilja hindra sín­um egna fólki at fara inn í Vestur­ berlin, fortelur Virgar Dalsgaard. - Frá teirra sjónarhorni var tað logikkur at gera múrin. Tí um teir ikki gjørdu hann, so vildu teir fyrr ella seinni blíva dren­aðir fyri øll vælútbúgvin og kvalifiserað fólk, sigur hann. Sundurskiling og flýggjan Nýggi Berlinmúrurin hevur við sær, at fleiri eysturberlinarar missa arbeiðið, tí teir arbeiða í Vestur­berlin. Mururin skilir eisini vinfólk og familju sundur frá hvørjum øðrum. Tað verður mett, at umleið 1300 børn, sum vitjaðu t.d. ommur og abbar í Eysturberlin, ikki sluppu aftur til sína familju orsakað av múrinum. Fleiri teirra síggja ikki familju sína hinumegin aftur, fyrr enn múrurin fellur í 1989. Berlinarar finna seg ikki í hesum múrinum og síggja hetta sum eitt álop á teirra frælsi. Tí eru tað nógv, sum taka sak­ina í egnar hendur og velja at flýgg­ ja yvirum múrin. Men tað er lívsfarligt at flýggja, tí vaktir­ nir hava fingið greið boð um at skjóta øll, sum royna tað. Tað verður mett, at fleiri enn 200 fólk lótu lív í royndini at flýggja frá kommunistiska DDR til frælsið í Vesturberlin. Tó so vóru tað fleiri, ið kláraðu at koma yvir við fantasifullum metod­um. Summi gróvu eina tunnell undir múrin, og onnur komu yvirum við heimagjørdum luftballónum av ymsum slag. Fleiri flýddu eisini gjøgnum eitt kloakksystem. Men DDR uppdagaði so við og við tær ymsu flýggingarmetodurnar, og í takt við hetta verður múrurin dagførdur og effektiviseraður. Borgarstjórin í Vesturberlin, Willy Brandt, fann seg ikki í, at DDR royndi at kvala Vestur­ berlin við hesum múrinum, og Brandt fekk tí sannført allar vestur­týskarar um, at mann skuldi styðja Berlin sum býi. Týskarar eru misnøgdir Í 70'unum byrjar gloppið millum Vest­ur- og Eysturtýskland at økjast. Fólk í Eysturtýsklandi eru sum heild sera ónøgd um viður­skiftini har í mun til í Vestur­týsklandi, har mann Múrurin var 45,1 km langur og av betong. Har vóru sjey vaktregimentir, sum øll høvdu fleiri enn 1.000 hermenn at halda vakt MYND: NF/NF-NF/RITZAU SCANPIX