Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. november 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 129 10 Berlinmúrurin TEMA: Berlinmúrurin hevði væl fínari bilar og nógv hægri livistandard. Í seinnu helvt av 80'unum verður misnøgdin til Berlin­ múrin so mikið stór, at fólk í stóru býunum Leipzig og Dresden skipa fyri mótmælistiltøkum móti Erich Honecker, sum nú er leiðari í DDR. - Fólk verða meira og meira aggress­iv. Men tey eru tað uppá ein øgiliga siviliseraðan máta. Í Leip­zig samlast tey øll á torgi­num aftan­á arbeiðstíð fyri at mótmæla í still­um. Tey standa har uttan at siga so nógv, men tey vísa týðiliga sína ónøgd. Politist­arnir eru makt­ ar­leysir, tí teir kunnu ikki gera nakað við fólk, sum standa still, greiðir Virgar T. Dalsgaard frá. Múrurin verður søga Í 1989 fjernar tað kommunistiska stýrið í Ungarn stikið, sum higartil hevði staðið á markinum millum Ungarn og Eysturríki. Fleiri DDR-borgarar eru um hetta mundið í Ungarn og halda feriu, og teir finna so út av, einki forð­ar teimum í at fara tvørtur um markið til tað demokratiska Eysturríki. Fleiri enn 60.000 DDR-borgarar fara á "feriu" og flýggja gjøgnum Ungarn í 1989. Erik Honnecker og hansara menn blíva desperatir, tí hetta kann ikki halda fram. Men teir kunnu heldur ikki tvinga ungar­ arnar at steingja markið. DDR ger av at linka krøvini fyri innferðarloyvið, soleiðis at øll kunnu ferðast frítt tvørtur um markið millum DDR og BRD, tí nú var trýstið frá misnøgdu borgar­unum ógvuliga stórt. Hesi tíðindini skal DDR-politikarin Günter Schabowski bera á tíðindafundi hin 9. november 1989 fyri journalistum úr øllum heimi­num. Tá hann lesur boðini upp, verð­ur hann bilsin, tí hann visti ikki framman undan, hvat stóð á pappírsarkinum, sum hann hevði fingið frá nýggja leiðara­ num, Egon Krenz. Eingin skilir nakað, og so spyr ein journalistur, nær nýggja reglu­gerðin um innferðarloyvi kemur í gildi - tá svarar Schabowski: "Alt fyri eitt". Týskarar trúgva ikki sínum egnu oyrum. Gøturnar fyllast beinanvegin við begeistraðum fólki framman fyri portrini við mørk­ini, og øll vilja vita, um hetta veruliga passar. Vaktirnir hava eingi boð um nýggju reglu­ gerðina fingið, so teir vita ikki síni livandi ráð. Teir kunnu jú ikki loyva sær at skjóta eftir stóru mannamúgvuni, tí so verður tað eitt blóðbað, og hesi nógvu túsund fólkini kunnu lætt yvirmanna teir. - Tað, sum hendi, var uppá nógvar mátar eitt mistak. DDR myndug­leikarnir vóru øgiliga trýstir tá, men teir høvdu ikki ætlað at liberaliserað so nógv, sum tað bleiv til, sigur Virgar T. Dalsgaard. Hurra! Klokkan 23:30 sama kvøld hin 9. november 1989 yvirgevur DDR-stýrið seg og ger tað frítt hjá øllum fólkunum at fara um markið millum Vestur- og Eystur­berlin. Fólk í túsundatali streyma inn í Vesturberlin, har tey lokalu standa klár at taka ímóti teimum við sjampagnu og blomstrum. Hendan náttin verður ein sonn veitsla, har týskar­ar hálsfevnast og gráta av gleði. Á sjálvum Berlinmúrinum standa túsundatals fólk og dansa fyri at njóta sína nýggju fríheit aftaná 28 ára kúgan. - Eg sat við sjónvarpið alla ta náttina og fylgdi við. Eg havi aldrin upplivað nakað líkn­ andi. Hatta er ein tann mest fantastiska løtan í mínum lívi. At Berlinmúrurin fall, er uttan iva tann størsta hendingin í euro­peiskari søgu aftan á 1945, sigur Virgar T. Dalsgaard. Týskarar í hópatali taka her­eftir sjálvir initiativ til at oyðileggja tann nú óneyðuga múrin við hamara. Fáar dagar seinni verður stórur partur av Berlinmúrinum so oyðilagdur við bulldozarum. Eitt lítið ár seinni verður DDR søga. DDR letur seg uttan svørð­slag útsletta sum stat, og tað samlaða Týskland, sum vit kenna tað í dag, sær dagsins ljós. PATURE@SOSIALURIN.FO Eysturberlin sæst til vinstru, og høgrumegin er Vesturberlin Her síggjast glaðir berlinarar á Berlinmúrinum, beint aftaná DDR-stýrið hevur latið upp fyri markinum millum eystur og vestur MYND: CLAUS BJØRN LARSEN/RITZAU SCANPIX