hósdagur 7. november 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 129
12
Berlinmúrurin
TEMA: Berlinmúrurin
Tað gekk ikki akkurát so, sum kendi stjórnmálafrøðingurin Francis Fukuyama
væntaði aftan á kalda kríggið, sigur Heini í Skorini, ph.d. í altjóða politikki
Heini í Skorini:
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
A
t Berlinmúrurin fell
ur í 1989 er byrjanin
upp á endan av
tí kalda krígnum,
sum hevði sett sín dám á allan
altjóða politikk síðan endan
av seinna verðinskríggi. Hetta
er byrjanin til eitt heilt nýtt
tíðarskeið, og smá tvey ár
seinni verður kommunistiska
Sovjetsamveldið upployst, og
kalda kríggið er harvið officielt
liðugt.
Men hvat er hent síðan tá, og
hvar er vesturheimurin í dag?
Hesar spurningarnar fer Heini í
Skorini, ph.d. í altjóða politikki,
at hugleiða um í Reinsarínum
í Havn leygardagin, har eitt
tiltak verður í sambandi við
30-árahaldið.
Heini í Skorini fer at lýsa
tann stemningin, sum var í
vesturheiminum aftan á 1989
og tær væntanir, mann hevði
til til, hvussu heimurin nú
fór at útvikla seg. Hann tekur
støði í framtíðaroptimismuni,
sum amerikanski stjórnmála
frøðingurin Francis Fukuyama
presenteraði í bók síni "The
End of History and the Last
Man" frá 1992, har hann gav sítt
boð uppá, hvat fór at eyðkenna
nýggja tíðarskeiðið aftan á
kalda kríggið.
- Fukuyama argumenterar
fyri, at vit hava havt eitt ideolog
iskt stríð millum tær stóru
ideologiirnar í næstan eina heila
øld. Nazisman, kommunisman
og fascisman hava allar tapt, og
vesturheimurin hevur vunnið.
Hetta kallaði hann fyri endan
av søguni, soleiðis sum vit kenna
søguna, greiðir Heini í Skorini
frá.
- Fukuyama vildi vera við, at
nú fóru øll lond bara at kopiera
okkara vesturlendsku politisku
og økonomisku skipan. Tí um
ein statsleiðari vil hava ein
kappingarføran stat við bú
skaparvøkstri og vælferð, so er
vesturlendska skipanin einasta
alternativið.
Fukuyama tók feil
Tað var hesin dreymurin hjá
Fukuyama, sum í stóran mun
eyðkendi 90'ini.
- Men so gongur tað ikki
akkurát so, sum Fukoyama
prædikkaði. Vit fáa 11. septem
ber, eitt kríggj í Irak og eitt
kríggj í Afghanistan, og í dag
síggja vit fleiri lond, sum í
kjalarvørrinum av tilflyting fáa
nýggjar stórar og sterkar rørslur
og nationalistiskar flokkar, sum
í øllum førum ikki hava eina
liberala dagsskrá, sigur Heini
í Skorini og tekur fleiri dømi,
har mann sær, at spádómurin
hjá Fukuyama um, at øll lond
fóru at kopiera vesturlendska
liberala demokratiið ikki bleiv
til veruleika.
- Kina er eitt dømi um eitt land,
sum hevur klárað at liberaliserað
búskapin og fingið stóran bú
skaparvøkstur uttan at gera
politiskar reformar. Russland er
blivið nógv meira autoritert og
nationalistiskt samanborið við,
hvat mann í 90'unum væntaði,
at Russland fór at útvikla seg
til undir Mikhail Gorbatjov og
Boris Jeltsin. Politisk religión
er uppá ongan máta forduftað
- tvørturímóti. Nógvastaðni í
muslimska heiminum hevur
religión í dag ein størri leiklut,
enn hon hevði fyrst í 90'unum,
sigur hann og vísir á nakrar
tendensir í vesturheiminum.
- Donald Trump er forseti í
USA, og hann er ikki liberalur
soleiðis, sum Fukuyama tos
aði um. Trump tosar um pro
tektionismu, "America first",
strangari innferðarloyvi, og so
ætlar hann at byggja ein múr.
Og so hava vit eisini brexit í
Stórabretlandi. So tað eru nógv
dømi um, hvar Fukuyama fór
skeivur, sigur Heini í Skorini,
sum í Reinsarínum leygardagin
eisini fer at hugleiða um, hvar og
hvussu Fukuyama hevði rætt.
PATURE@SOSIALURIN.FO
- BJARTSKYGNIÐ FRÁ HÁLV
FEMSUNUM ER FÁNAÐ