Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. november 2019síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 129 13 »HVAR VART TÚ, TÁ BERLINMÚRURIN FALL?« Teir tríggir royndu politikararnir Torbjørn Jacobsen, Óli Breckmann og Edmund Joensen minnast væl søguliga dagin, 9. november 1989 - Var til skips um hetta mundið og síggi í sjó­farts­ bókini, at eg mynstraði av í Keyp­mannahavn hin 3. desember 1989. Vit sigldu tá fyri tað nógva ímill­um Noregi og Eystrasalt við frystum makreli og frystari sild. Fyri tað mesta til Sovjet og Balta­ londini – onkran túrin til Póland og DDR. So nær og tó so ymisk – at vera norðurlendingur og renna seg í eina so øðrvísi skipan, sum við sínum strongu avmarkingum legði lívið til rættis niður í smálutir fyri hvønn einstakan íbúgva, kendist ørkymlandi fyri ikki at siga ræðandi. - So nær landi vóru vit fyri tað nógva, at vit sóu á skíggjanum tað, sum hendi, ella hoyrdu vit tað í lurtinum. Mín niðurstøða hendan dagin var: Endi­liga hendi tað. Tað ber ikki til at búra fólk inni meiri enn í avmarkaða tíð og at seta múrar upp fyri at forða teimum at ferðast frælst um mørk er mesta meiningsloysi. Fólkið vann á eini sjúkari skip­an, men sum ikki einaferð, spurdist ikki bara ein heppin støða burturúr skjótu broytingini. Val­ini í DDR í seinastuni, har flokkarnir ytst til vinstru og ytst til høgru í onkrum landsparti fáa meiri enn helmingin av atkvøðunum er ein óstabil støða og er ikki haldbar í longdini. - Eg var í Fólkatinginum tá, og eg minnist, at fólk sótu sum negld framman fyri sjóvarpstólunum har. Fólkatingssalurin var skralltómur, og eg haldi, at tingfundurin varð niðurlagdur. Eg var eisini blaðstjóri á Dagblaðnum um tað mundið, so tá var jú øgiliga nógv at skriva um. - Eg gloymi ikki myndirnar av ljóskastarunum, sum stóðu inn á múrin vestan fyri hendan grafittiprýdda múrin, sum datt niður í stórum plátum. Har ýddi við fólki báðumegin múrin, og gud viti hvussu tey høvdu tað. Tey hava ivaleyst verið noydd at klípt seg í lærið fyri at vita, um tey droymdu. - Eg hevði ongantíð væntað, at Berlinmúrurin fór at falla, so tí var tað púra óveruligt fyri meg, og eg føldi okkurt slag av antiklimaks. Eg var so sannførdur um, at eg hoyrdi til tað síðsta ættarliðið, sum fór at hava upplivað fólkastýri og kapitalistiskan frían marknaðarbúskap, tí eg væntaði ikki, at sosialisman fór at víkja fyri kapitalismuni. Men so knappliga skramblar alt. Og alt tað, sum eg hevði skrivað meg lamnan av á skrivimaskinu og tosað meg hásan av, vísti seg at ganga út. - Tað løgna var, at túsundtals føroyingar, sum høvdu gingið runt og spælt kommunistar, nú knappliga ikki vistu av nøkrum og lótu sum um, at teir nærum ikki kendu til sosialismuna. - Eg var nýbyrjaður løgtingsmaður og var tá stjóri í O.C. Joensen, har nógv virksemi var. Eg minnist sera væl, tá Berlinmúrurin fall, tí eg havi altíð verið áhugaður í stórpolitikki. Í sjónvarpinum sá eg, hvussu túsundtals fólk myldraðu yvir um múrin og hálsfevndust. Eg minnist tann rómin, sum var, og hvussu glaðir berlinar­ar­nir vóru. Øll vóru púra paff og spurdu, um hetta veruliga var hent. Hetta var jú ein sensa­tión. - Áðrenn hetta hevði tað jú verið púrasta fyri­bundið millum Eystur- og Vesturtýskland. Berlin­múrurin og kalda kríggið upptók øll fólk tá í tíðini, so tað var ein stór frøði á føroyingum, tá Berlinmúrurin fall. - Tað eru tveir manns, sum eru eitt sindur burturgoymdir og gloymdir í sambandi við hetta. Tað er fyrst og fremst Gorbatjov, sum hevði mót uppá at lata Sovjett upp. Men tá múrurin var fall­in, var tað týski kanslarin Helmut Kohl, sum spenti Vesturtýskland fyri fyri at sameina bæði lond­ini aftur. Hann hevur fingið ov lítlan part av æruni fyri tí, sum hendi tá. Fólkið vann á eini sjúkari skipan - At Berlin­ múrurin fall var ein sensatión - Tað var púra óveruligt Torbjørn Jacobsen: Óli Breckmann: Edmund Joensen: