Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. november 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 129 14 Bergfríð og hini á háskúlanum fyrireikaðu seg væl til námsferðina til Eysturberlin. Næmingarnir fingu greið boð um, hvørjar treytirnar vóru. - Hetta var tíðin, tá tað var móti hjá dreingjum at hava langt hár. Um teir skuldu við á ferðina, skuldu teir bæði raka skeggið og klippa sær, annars sluppu teir ikki við. Vit sluppu ikki at hava myndatól, bøkur ella litað bløð við okkum, ikki eingongd Anders And. Vit máttu heldur ikki tosa ov nógv við ungdómin í Eysturberlin. Tey í stýrinum vóru so bangin fyri, at vit góvu teimum vesturlendskan litteratur og ting yvirhøvur, greiðir Bergfríð frá. - Vit fingu at vita, at um vit gjørdu nakað skeivt, so blivu vit afturhildin og sluppu ikki heim aftur. Tí vóru tað nógvir næmingar, sum ikki tordu at koma við. Við markið Komin til portrið Checkpoint Charlie, vórðu Bergfríð og hini á ferðini kannað væl og virðiliga. - Tey vildu vita, um vit høvdu smuglað nakað inn í Eysturtýskland, so bussurin bleiv g jøgnumkannaður. Vaktirnir leitaðu í setrinum og fóru í lummarnar hjá summum av dreingjunum, fortelur hon. - Passkontroll við markið tók einar tveir tímar, og passini blivu tikin frá okkum. Vit fingu tey ikki aftur, fyrr enn vit fóru um markið aftur. Tað var so ræðuliga strangt, og tað var ein vemmilig kensla at standa í einum fremmandum landi uttan pass. Einki smíl Har vóru nøkur ting, sum Bergfríð serliga beit merki í. - Har var so trist og keðiligt, og allir bygningarnir vóru gráir. Vit sóu ikki eitt smíl á nøkrum av teimum lokalu har. Vaktarfólk vóru allastaðni, og tey vóru sera skeptisk og gingu aftaná okkum allatíð. Tað var óhugnaligt. Vit vóru totalt sjokkerað av, at menniskju kundu liva og hava tað soleiðis, sigur Bergfríð Ellingsgaard. - Vit sluppu at spyrja eysturtýskar næmingar nakrar spurningar um viðurskiftini har. Men tað bleiv alt sensurerað, bæði spurningarnir og svarini, sum var á skrift. Tað var ikki akkurát tað, mann var vanur við tá. Berlinmúrurin TEMA: Berlinmúrurin FØROYINGAR SUM VITJAÐU EYSTURBERLIN Klaksvíkingurin Bergfríð Ellingsgaard var 20 ára gomul, tá hon var í Eysturberlin í 1971. Hon var har í sambandi við eina námsferð við danska háskúla sínum, sum hevði fingið loyvi at fara á námsferð har Í 1969 var Dan Reinert Petersen í Eysturberlin. Hann var á námsferð saman við øðrum læraralesandi úr Keypmannahavn í eina lítla viku Sjálvt um Dan og hini á ferðini búðu í Vesturberlin, fóru tey fleiri ferðir til Eysturberlin hesar fimm dagarnar at uppliva býin. Tað var eingin trupulleiki, bara so leingi tey blivu kannað væl við Checkpoint Charlie. - Vit blivu øgiliga væl kannað, hvørja ferð vit fóru úr Eysturberlin inn í Vesturberlin. Teir koyrdu altíð eina stong niður í bensintangan á bussinum fyri at vita, um bensintangin var umgjørdur til eitt stað, har ein persónur kundi goyma seg. Teir høvdu eisini eitt spegl á hjólum, sum teir koyrdu undir bilarnar fyri at síggja, um onkur lá bundin uppi undir botninum á bilinum, greiðir Dan Reinert Petersen frá. Illgrunasamir vaktir Tey blivu øll koyrd úr bussinum og samaborin við passini hjá sær, og her er eitt minni, sum serliga stendur eftir hjá Dan. - Eg bleiv tikin til síðis, tí eg sat og las í einari stórari bók. Hetta var "Tú Upphavsins Heimur" eftir Jens Paula Heinesen. Vaktirnir vóru øgiliga upptiknir av hesari bókini, tí teir høvdu ongantíð sæð hetta málið á prenti. Teir blivu illgrunasamir og hildu helst, at hetta var ein kotaður tekstur av onkrum slag, fortelur Dan, sum til endans slapp ígjøgnum. - Eg dugdi so lítið av týskum, men lærari okkara greiddi vaktunum frá, at hetta var ein føroysk skaldsøga. Teir kendu til Føroyar og góðtóku so bókina. Men hetta stóð uppá í áleið ein hálvan tíma, og manning skuldi skiftast, soleiðis at onkur hægri í skipanini kundi kanna eftir. - Teir vóru øgiliga grundigir; so man má siga, at teir gjørdu sítt arbeiði til lítar, sigur hann. Sóu ein flótta Ein dagin var unga ferðaliðið inni í einari móttøku vestan fyri, sum tók ímóti flóttum úr Eysturberlin. Øll, sum flýggjaðu úr Eysturberlin til Vesturberlin, høvdu møguleika at koma her fyri at fáa hjálp til ymiskt praktiskt. - Akkurát tá vit vóru har var ein ungur maður til forhoyr. Hann var tann bera olja, so svartur hann var í andlitinum, tí hann hevði hingið uppi undir einum toki, meðan tokið koyrdi um múrin. Tað eydnaðist so hjá honum at koma yvirum, sigur Dan Reinert Petersen. "Tú Upphavsins Heimur" fekk hann afturhildnan Dan R. Petersen: Har var grátt og keðiligt Bergfríð Ellingsgaard: