Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-07, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. november 2019síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 129 15 Zakaris Wang var skrivari í felagnum, sum tók sær av áhugamálunum hjá teimum lesandi. Hann fekk sum uppgávu at skriva til borgarstjóran í Vesturberlin, Willy Brandt, fyri at avtala ein møguligan fund við hann. - Tað gekk ikki long tíð, so fekk eg svar. Á brævinum stóð, at tað var frá "Die regierende Bürgermeister von Berlin" - altso frá Willy Brandt. Skrivari hansara segði, at Willy Brandt, fegin vildi hitta okkum, fortelur hann. Zakarias og lestrarfelagarnir fóru so á Ráðhúsið í Vesturberlin at hitta kenda borgarstjóran. - Vit prátaðu við hann í ein heilan tíma, og hann tosaði norskt. Hann fortaldi okkum um verðinssituatiónina, jarntjaldið og kappingina milum eystur og vestur. Eg dittaði mær at spyrja, hvørjar møguleikar hann sá fyri einari loysn. Men tað kundi hann ikki siga so nógv um, tí tað lá jú langt í framtíðini. Hann hevði óivað verið øgiliga bilsin at sæð múrin falla. Í oktober 1962 var Zakarias Wang í Berlin við einum ferðaliði frá universitetinum í Århus, har hann las stjórnmálafrøði. Ferðaliðið vitjaði eitt nú parlementið í Eysturberlin, men stuttligara minnið hjá Zakariasi var, tá hann sat í kontórinum hjá borgarstjóranum í Vesturberlin Hitti Willy Brandt í Eysturberlin Zakarias Wang: - Vit vitjaðu eini tvey museum, har alt bara gekk út uppá at forherliga DDR, og í bókahandlunum var bara propagandatilfar. Í matvøruhandlunum vóru bleytar gularøtur, og kjøtið stóð frammi, so øll kundu nerta við tað. Klæðini vóru óinteressant, og har var í heila tikið einki, vit høvdu hug at keypa. Um kvøldið var okkurt hissini ljós á Alexanderplatz, men annars myrkt og steindeytt, fortelur Bjørg Jacobsen. Vesturberlin eitt ævintýr í mun til Eysturberlin At koma aftur til Vesturberlin um kvøldið var ein serlig upp­ living. - Tá vit komu upp undan jørðini við Friedrichstrasse vestanmegin, kendist tað, sum allur býurin var ein stór veitsla. Blinkandi, litfagrar neonreklamur strálaðu í myrkrinum. Bussar, bilar og brølandi sirenur drønaðu eftir vegunum. Klaprandi stilettir og fínir kjólar struku eftir gongubreytunum, og eftir tey hekk ein angi av ymsum parfumum, sum blandaði seg við angan av ymsum mati og øli frá restaurantum og kneipum. Pumpandi bassrytmur dukaðu úr hátalarum. Gongubreytirnar vóru tapetseraðar við borðum og stólum og etandi og drekkandi fólki og tænarum, sum runnu aftur og fram við mati og skúmandi øli. Klirranin av knívum og gaflum, práti og látri hoyrdist millum musikktónarnar, sum streymaðu út allastaðni. Í mun til Eysturberlin virkaði Vesturberlin sum eitt ævintýr, eitt mekka fyri lívsnjótarar – ella eitt Sodoma, um man vil, sigur Bjørg og greiðir víðari frá: - Einastaðni var ein trappa til eitt útsýnistorn, har man enntá kundi síggja inn í Eysturberlin. Vit sóu bara gráligar og brúnligar bygningar, og at kalla eingi vindeygu vendu móti Vesturberlin. Mest sum í skemti spurdu vit ferðaleiðaran, um múrurin nakrantíð mundi fara at verða tikin niður, men tað kveistraði hann til viks sum eina veruleikafjara joke. Lítið visti eg tá um, at eg minni enn tvey og eitt hálvt ár seinri, í mars 1990, sjálv skuldi standa og høgga Berlinmúrin niður, sigur Bjørg Jacobsen. Úr myrkrinum í veitslu Pettini av Berlinmúrinum, sum Bjørg høgdi í 1990 Bjørg Jacobsen: Føroyskir sosialistar á ferð Jákup Petersen og Hans Pauli Strøm báð­ir fóru sum umboð fyri FS á eina altjóða ung­dóms­ ráðstevnu í Eysturberlin. - Ráðstevnan var í parla­ mentinum, og vit vórðu sera væl móttiknir við øllum møguligum festligheitum. Erich Honecker var har og heilsaði upp á fólk, og hann sóu vit. Tá tað halløjið var liðugt, fingu tey nógvu ungmannafeløgini høvi at siga sínar meiningar um ymisk viður­ skifti, fortelur Jákup Petersen, pen­sjoneraður lækni. Fólkini duldu fyri sínum meiningum Jákup minnist aftur á eitt kvøld, har hann fór út á barr, og tá legði hann veruliga merki til, hvussu strangt eftirlitið var við vanliga fólki­num. - Eg gav mína meining um skeiva politikkin, sum Russland førdi. Men eg fekk so lítið respons uppá tað. Eg spurdi meg so fyri hjá barrtendaranum, sum eg roknaði við mátti hava eina mein­ing. Hann segði: "Eg kann ikki hava nakra meining, tí her situr ein og ansar eftir mær". So bað eg hann flyta seg í hornið við mær at práta. Tað gjørdu vit. Men hetta menniskjað setti seg beint við síðuna av okkum, greiðir Jákup Petersen frá. - Tá mann ikki kann práta í frið á einari barr, so er tað væl kontrollerað, sigur hann. Jákup Petersen: Í 70'unum var Jákup Petersen virkin í ungmannafelagnum Føroyskum Sosialistum (FS), meðan hann las í Keypmannahavn Bjørg Jacobsen var í Vesturberlin í lestrarørindum í 1987, og ein av døgunum fóru tey til Eysturberlin. Hon greiðir her frá, hvussu hon upplivdi tað