hósdagur 7. november 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 129
16
Tjernobyl
VIÐ RUSSISKUM
UNDIRGRUNDS
MANNI TIL
TJERNOBYL
Ungi havnamaðurin Andres
Jacobsen vildi hava eina ektaða
uppliving av Tjernobyl, og
saman við einum norskum
vinmanni fann hann fram til
ein russara, ið kundi leiða teir
gjøgnum skógin til Pripyat og
kjarnorkuverkið Tjernobyl
STEINAR PATURSSON
T
að munnu vera tey
allarfægstu, ið nakran
tíð hava lagt ætlanir
um at fara at vitja í
Tjernobyl. Fleiri enn 30 ár eru lið
in, síðan reaktor 4 á sovjettiska
kjarnorkuverkinum uttan fyri
Pripyat fór í luftina 26. apríl í
1986, og framvegis er økið avbyrgt.
Í hugaheiminum hjá teimum
flestu man Tjernobyl vera ein
avtoftað, geislavirkin oyðimørk;
eitt vandamikið øki langt burturi,
har maskuklæddir hermenn
í gummidraktum í tíð og ótíð
patruljera við geiger-teljara og
gera mátingar.
Andres Jacobsen megnaði í
oktober í fjør saman við norska
vinmanninum Christoffer og
við hjálp frá einum russara at
sníkja seg inn í huldubýin Pri
pyat, ið liggur við síðuna av kjarn
orkuverkinum í Tjernobyl. Hann
vildi síggja staðið við egnum eyg
um.
- Eg havi altíð hoyrt nógv um
hatta staðið, og eg havi altíð verið
hugtikin av tí. Ikki júst tekniska
aspektinum av vanlukkuni, men
meira av fólkunum. Tað, sum
fólk máttu ofra fyri at fáa skil á
støðuni har. Og so er tað eisini tað,
at hatta er ikki nakað, sum tú fert
til. Tú kanst ferðast nógvastaðni,
men hatta er nakað heilt annað.
Tað er ikki bara sum at siga tað at
koma hartil. Tað hevur verið ein
fantasiur hjá mær at sæð, hvussu
tað er har, sigur Andres Jacobsen.
Andres greiðir frá, at hann
misti pápan fyrr á árinum í fjør, og
hevði tí eina trongd at sleppa eitt
sindur burtur. Samstundis sum at
Andres fæst við filmsframleiðslu,
helt hann, at Tjernobyl kundi
verið eitt gott høvi at finna sær
íblástur.
Tá Andres fann útav, at vin
maðurin Christoffer vildi av tilvild
eisini síggja Tjernobyl, gjørdu teir
báðir av at royna eydnuna.
Tað gjørdist rættiliga skjótt
greitt, at tað skuldi ikki vera í
ferðafólkabussi og við ferða
leiðara, at teir báðir skuldu inn
í Tjernobyl at vitja. Tað var ov
óáhugavert, og hetta skuldi vera
ein túrur, ið skuldi vera verdur at
minnast.
- Vit óttaðust, at túrurin við
ferðaleiðara fór at vera eitt
skjótt, avmarkað og yvirfladiskt
upplivilsi av økinum saman við
20 pensionistum - og vit funnu
seinni útav, at tað eisini var so. Tað
tímdu vit ikki. Vit vildu uppliva
tað ordiligt.
Men so er spurningurin, hvussu
sleppur tú annars inn í sonuna?
Hvør kann taka teg inn hagar?
Andres og Christoffer fóru
tí undir at leita á netinum eftir
kunning, ið beindi teir á rætta leið.
Eftir nakrar google leitingar fann
Andres fram til eitt kjakforum,
ið varð brúkt millum sokallaðu
Tjernobyl Stalkers.
Andres spurdi seg fram á for
uminum, um nakar visti, hvussu
hann slapp inn í sonuna, ella um
onkur vildi vísa honum vegin inn,
men eingin lat við seg koma.
Einaferð kom Andres fram á
eina blaðgrein um óviðkomandi
gestir í Tjernobyl sonuni, og hóast
greinin var á russiskum, fekk hann
slúttað eitt navn út úr tekstinum,
Stepanets Kirill.
Farið var undir at finna Kirill,
og eftir eitt sindur av leitan fann
Andres fram til ein instagram
profil, Stepanets Kirill, @cherno
biler.
- Eg visti ikki, hvussu eg skuldi
bera meg at, so eg skrivaði bara
til hansara á instagram og segði,
at vit vildu til Tjernobyl. "Are you
the right guy to talk to? Can you
take us to Tjernobyl?" Nakrar
tímar seinni svaraði hann, at tað
kundi hann. Tað fór at kosta 500
dollarar.
Stalkers, sníkjarar, eru bólkar av ukrainskum ungum,
ið brúka sonuna sum teirra egna friðskjól. Tey hoyra til
eina undirgrundsmentan, ið vil sleppa burtur frá einum
yvirreguleraðum heimi og trongum samfelag, og tey
vilja gera tað, sum teimum lystir - langt burturi frá
gerandislívinum. Nógv teirra síggja burtur frá trygd og
fyrivarni yvirhøvur, meðan tey eru í sonuni, og rúsevnisnýtsla
er stórur partur av stalker-tilveruni. Heitið Stalker er tikið
frá russisku sci-fi bókini Roadside Picnic frá 1972.
Are you the
right guy to talk
to? Can you take
us to Tjernobyl?
Hýruvognurin”, sum skuldi koyra teir til sonuna