hósdagur 7. november 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 129
17
Avrátt var, at teir báðir Andres
og Christoffer skuldu siga frá, tá
teir vóru í Ukraina, og umvegis
Litava og Hvítarussland løgdu teir
báðir leiðina til Kiev.
Komnir til Kiev í Ukraina settu
teir seg aftur í samband við Kirill,
ið gav teimum boð um, hvat var
neyðugt at hava við sær inn í son
una. Andres og Christoffer høvdu
ímyndað sær, at talan var um ein
dagstúr - at teir sníktu seg inn
um morgunin, og at teir sníktu
seg út á sama hátt um kvøldið.
Tá pakkilistin hjá Kirill fyrilá,
gjørdist skjótt greitt fyri Andres,
at talan var ikki um ein stuttan
dagstúr. Mat og drekka til fleiri
dagar, heit klæðir og soviposa
skuldu teir hava við. Túrurin fór
at taka fýra dagar.
- Eg visti, at alt, sum eg skuldi
hava við mær inn í sonuna, skuldi
ikki við mær út aftur. So vit fóru at
keypa klæðir og annað at hava við
okkum, sum vit so kundu koyra
burtur aftur. Tað er øgiliga bíligt
í Ukraina, so tað kostaði okkum
ikki so nógv. Og vit máttu hava
nógv nógv vatn við - tað kom ikki
upp á tal, at eg skuldi at drekka
vatnið har inni, sigur Andres
og leggur aftrat, at maturin var
turrmatur, ið kundi halda sær í
ryggsekkinum.
Hóast strálingin í økinum er
nógv minkað, síðan vanlukkan
hendi, so er nógv av vatninum
framvegis dálkað, og serliga
vatnið, ið kemur frá kølihylinum
nærhendis kjarnorkuverkinum.
Hóast Andres helt, at teir
skuldu avstað árla morgunin
eftir, gjørdi Kirill teimum greitt,
at taxabilur kom eftir teimum
um kvøldið dagin eftir. Hermenn
patruljera sonuna við hundum, og
tað er lættari at sleppa undan at
vera sæddur í myrkrinum, greiddi
Kirill frá, sum altso vildi ferðast
um kvøldarnar og næturnar.
Kvøldið eftir stóð ein gamal og
skramblutur vøruvøgnur uttan
fyri hotellið og bíðaði.
- "This is taxi", segði Kirill við
okkum, men eg visti ikki heilt, hvat
eg skuldi halda. Bilurin var í knúsi,
ein rustbunki við sprekkaðum
rútum. Bilførarin sá heilt illa út,
bleikur, klænur og ússaligur, og so
hevði hann deytt, hvítt hár niður
á herðarnar. Hann minti mest um
Gollum frá Ringanna harra. Tað
løgnasta av øllum var, at hóast
førarin ikki sá út av nøkrum, so
hevði hann ótrúliga flottu unn
ustu, sum koyrdi við okkum. Tá
føldi eg, "ok, hetta er ektað. Eg
havi ongantíð sæð trý hvít fólk,
ið eru so øðrvísi frá okkum. Eri eg
endaður í Texas Chainsaw Massa
cre?"
Teir koyrdu í tríggjar tímar fyri
at koma til útjaðaran á sonuni, og
allan túrin syrgdi førarin fyri, at
onnur hondin hjá unnustuni lá
á lærinum hjá sær, meðan hann
koyrdi.
- Tók hon hondina burtur fyri
at greiða hárið aftur um oyrað, so
tók hann fast í hondina og legði
hana aftur á lærið. Triðu ferð hon
tók hondina burtur, tók hann
harðliga í hana og helt hondini
at lærinum, til vit komu fram. Tá
fóru vit at hugsa, hvat vit høvdu
rótað okkum út í, vit kendu slett
ikki hesi fólkini.
Koyrt varð fyri tað mesta eft
ir vegnum, men at enda vendi
førarin út millum runnarnar
og koyrdi off-road tað seinasta
strekkið, til teir vóru júst inni í
sonuni. Andres, Christoffer og
Kirill vórðu settir av, og fóru beint
undir at ganga. Hóast teir høvdu
pannulampur við, so fingu teir
boð frá Kirill um at lata tær vera
sløktar, soleiðis at teir ikki vórðu
sæddir.
- Tað var bølamyrkt, og eg sá
akkurát einki. Men Kirill hevði
verið har um 200 ferðir áður, og
tað tóktiskt, sum at hann kendi
hvørt horn og hvønn stein á vegn
um til Pripyat.
Eftir at hava gingið í nakrar
tímar, steðgar Kirill teimum og
biðir teir lata seg úr klæðunum.
- "Take off clothes. You get
naked right now. You must be
naked" Vit vistu ikki, hvar vit vóru,
og vit ánaðu heldur ikki, hví vit
skuldu úr klæðunum. Eg hugsaði
"hvat ólukkan vil hann nú?" Tá
vit spurdu Kirill, hvat tað skuldi
vera gott fyri, fór hann at smílast
og segði, at vit vóru við eina á, og
vit skuldu tvørturum. Áin var um
20 metrar breið, og djúpt var upp
til hálsin, so har var ikki annað at
gera enn at lata seg úr klæðunum
og vassa tvørturum við viðførin
um á lofti.
Andres var ikki heilt álvuligur
við tankan um at fara at vassa í
geislavirknum vatni, so hann
spurdi Kirill, um vatnið var reint.
Kring Tjernobyl er eitt øki á 2600km2, ið er avmarkað og undir
varðhaldi av myndugleikunum. Økið eitur á enskum Tjernobyl
Nuclear Power Plant Zone of Alienation, men verður vanliga
bert kallað The Zone - sonan. Eftir kjarnorkuvanlukkuna í
1986 vórðu allir íbúgvar í sonuni fluttir burtur. Summir íbúgvar,
serliga gomul fólk, noktaðu at fara, og í fleiri førum gjørdu
myndugleikarnir ikki meira burturúr at fáa tey gomlu úr sonuni.
Framhald á síðu 8
Take off clothes.
You get naked
right now
Stuttleikagarðurin
í Pripyat náddi
ongantíð at lata upp
fyri almenninginum
Kirill vísir á kortinum, hvagar teir skulu
Kirill, Andres
og Christoffer