Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. november 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 129 18 "It is clean like tears of child", var svarið. Tað var kalt at vassa, men teir komu yvirum í øllum góðum, hó­ ast Christoffer misti soviposan útí eina­ferð. Komnir upp hinumegin løgdu teir leiðina víðari. Kirill visti, hvar ein avtoftað bygd var á vegnum til Pripyat, og har skuldu teir sova, áðrenn teir fóru víðari. Tá teir høvdu gingið eina løtu aftrat, steðg­aði Kirill teimum og segði, at har skuldu teir liggja nátt. - Kirill hevði sagt, at vit skuldu sova í einari bygd, men eg sá bara skóg, og eg spurdi hann tí, hví vit skuldu sova í skóginum. Tað var tá, eg varnaðist hús. Skógarvøksturin hevði meira ella minni voksið seg yvir alla bygdina í tíðini, har fólk ikki høvdu búð har. Tað gjørdist ein trupul uppgáva hjá Christoffer at sova, sum fram­ veg­is hevði vátan soviposa frá túr­ in­um tvørtur um ánna. - Har var einki at gera hjá hon­ um. Hann mátti klára seg við ein­ um vátum soviposa og nøkrum plastikk­posum. Eg hugsaði um at bjóða honum niður í mín soviposa, men tað var soviposin alt ov lítil til. Hann lá og skalv alla náttina, og dag­in eftir segði hann, at hann hevði ongantíð í lívinum sovið so illa. Dagin eftir fingu teir boð frá Kirill um, at teir skuldu ikki fara ov langt frá húsunum. Ferðin víð­ari mátti bíða, til tað fór at skýma, og av tí at hermenn vóru við hundapatruljum í økinum, var best um teir allir hildu seg nær at bygd­ini. Tá tað var farið at skýma, løgdu teir leiðina móti Pripyat, men teir høvdu ikki gingið leingi, áðrenn goyggj hoyrdust nakað frá. - Tað var sjálvandi ein patrulja, og tað hoyrdist á goyggjunum, at hesir vóru stórir hundar. Meðan vit gingu, vórðu goyggini harð­ ari og harðari, og eg fór at hugsa, at patruljan fór at finna okkum. Eg spurdi Kirill, hvat vit nú skulu gera, og hann sneiddi av inn ímillum nakrar runnar. "Maybe we should go off trail this way", segði hann. Hann hevði so rætt, tí vit sluppu burtur frá teimum, og goyggini hoyrdust ikki aftur. Andres greiðir frá, at økið kring Pripyat og Tjernobyl er rættiliga slætt, og sýnið var tí gott. Tá teir nærkaðust Pripyat gjørdist sýnið enn betri, tí ljósið frá Tjernobyl sást rættiliga væl. At enda komu teir til Pripyat. Tað var ein løgin kensla, at koma innn í Pripyat. Hóast tað var á miðjari nátt, lýsti mánalýsið á gráu íbúðarblokkarnar, allir við brotnum rútum. - Alt var kvirt, og tað einasta sum hoyrdist, vóru okkara egnu fótafet. Vegirnir vóru næstan ikki at síggja fyri skógarvøkstri, og nógvastaðni vuksu trø inn í hús - og út aftur hinumegin. - Vit gingu eina løtu inni í Pripyat, áðrenn vit komu til eina íbúð, sum Kirill hevði ruddað og gjørt til "sítt stað". Ein íbúð, sum hann metti vera trygga, og har vit kundu vera í friði og náðum. Ting­ini hjá teimum, sum høvdu búð har, vóru har enn, og har hingu myndir á veggunum. Tað var løgið at hugsa sær, at onkur hevði búð har, og so skuldu tey knapp­liga skunda sær avstað og lata alt liggja eftir, sum tey áttu. Kanska onkur sat á ves, tá tey fingu at vita, at tey skuldu rýma. Kanska onkur sat og át, meðan onkur annar las eina bók. - Eg vaknaði dagin eftir av óljóði uttanfyri. Fyrst helt eg, at tað var ein hundapatrulja, sum hevði funnið okkum, men tá eg vakn­aði ordiligt, hoyrdi eg, at tað var jarn, sum varð skorið, og at tað vóru sokallaðu jarnmenninir, sum vóru uttanfyri. - Jarnmenninir skuldu ikki síggja okkum, segði Kirill. Summir teirra høvdu kanska avtalur við onkrar av hermonnunum, og tað var ikki at vita, um teir fóru at slatra til teirra, um teir sóu okkum. Tá jarnmenninir vóru farn­ir, fóru teir tríggir Andres, Christ­ offer og Kirill at reika í Pri­pyat. - Meðan vit komu gangandi eftir einari gøtu, hoyrdu vit fótafet og eina hurð klamsa í einum íbúðarbygningi. Tað hoyrdist ikki rættiliga, hvussu nógvir føtir talan var um, men tað var í øllum førum meira enn ein persónur. Kirill steðg­aði á, hugdi upp á okkum og segði bara: "Run!" Kirill hevði greitt teimum frá frammanundan, at komu teir fram á sníkjarar, so skuldu teir krógva seg ella sleppa sær til rým­ingar. Sníkjararnir koma inn í sonuna fyri at gera sum teim­ um lystir, og samstundis sum at rúsevnisnýtslan er ein stór­ur Eftir vanlukkuna í 1986 var farið undir at leggja kjarnorkuverkið undir eina ovurstóra sarkofak, ið skuldi avmarka strálingina og dálkingina. Verkið varð avgreitt í skundi, og sjey mánaðir seinni var tað liðugt. Longu eitt ár seinni kom undan kavi, at sarkofagurin fór bara at halda í góð 30 ár, og at arbeiðið var illa frágingið. Í 2010 var farið undir at leggja stórt hválv omanyvir aftur, og tað arbeiðið stóð liðugt í 2016. Tó er sarkofagurin undir hválvinum farin í upploysn, og í næstum verður farið undir at taka sarkofagin niður. Hóast tað er bannað at fara inn í sonuna uttan loyvi, so eru nógvir ukrainar, ið sníkja seg inn í Pripyat og aðrar avtoftaðar búsetingar at stjæla metal. Summir teirra hava eisini fingið loyvi frá myndugleikunum at fara eftir metalli. Tað er framvegis sera fátæksligt í Ukraina, og metallið er ein góð inntøkukelda hjá teimum, ið kunnu selja tað víðari. Metallið verður selt og sent til útlond, har tað verður smeltað niður og endurnýtt í aðrari framleiðslu. Framhald á síðu 8 Tjernobyl