Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-07, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. november 2019síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 129 19 part­ur av flýgganini til sonuna, kunnu sníkjararnir vera ótil­rokni­ lig­ir. Best var at halda seg burtur frá teimum. - Vit runnu einar fimmhundrað metrar. Í øllum førum so mikið langt, at vit vóru vísir í, at vit vóru slopnir burtur frá teimum. Tú heldur, at tú ert púra einsamallur har. Og fyri tað mesta tykist tað eisini sum, at tú ert einsamallur. Men seinni á degnum fóru vit upp á tekjuna á einum íbúðarbygnini at sóla okkum. Knappliga sóu vit, at onkur kom út á tekjuna á ein­ um øðrum húsum longuri burt­uri. Tey høvdu eftir øllum at døma sama hugskot sum vit, og vit máttu aftur krógva okkum. Lítla ferðaliðið hjá Andres mátti enn einaferð krógva seg seinni á degnum. Teir tríggir hoyrdu, at eitt akfar kom koyrandi, og tá var einki at gera enn at tveita seg aft­ ur um ein garð at krógva seg. Tað vísti seg, at tað var ein hern­að­ar­ bil­ur, ið var á patrulju í Pripyat. - Tað er heilt ófatiliga løgið at ganga inni í Pripyat. Hatta er ein heilur býur næstan á stødd við Før­oyar, sum bara helt uppat. Vit fóru inn í allar møguligar bygn­ingar, ein svimjihyl, eina ítrótt­arhøll. Allastaðni var framt her­verk, um tú kanst kalla tað her­ verk - eingin býr har, og eingin eig­ ur tað meira. Er tað so herverk? - Vit fóru inn á ein skúla, gingu har og rótaðu í tí, sum var eft­ir. Eg blaðaði í protokolluni, og sá nøvnini hjá næmingunum. Lær­ ar­in hevði ført protokoll hvønn dag, og so ein dag var bara eingin proto­koll førd meira. Ein av avleiðingunum av, at at eitt øki á 2.600km2 hevur verið avbyrgt frá menniskum í yvir 30 ár, er, at plantu- og djóralív er farið at stórtrívast. - Djóralívið trívist øgiliga væl har. Vit sóu ein jarv, sóu ein rev, eitt elsdjór. Vit hoyrdu úlv, men vit sóu hann ikki. Har var alt møgu­ ligt. Tú heldur, at tað er heilt oyðið, men tað er tað ikki. Tú hoyrir eisini alt møguligt, hóast tað fyri tað mesta er friðarligt í býnum. Sníkjarar leggja oftast lítið í vandarnar við at ferðast í sonuni, og eitt kent orðafelli millum sníkj­ arar er "Einki dosimetur, eingin geisling". Andres og Christoffer vildu hinvegin ikki útseta seg fyri óneyðugum vanda, og tí var dosimetur við allan túrin, so teir kundu halda seg burtur frá teim­ um støðunum, ið høvdu nógv geisla­virkni. Samstundis vóru teir eisini í maskum, tá teir vóru nær Tjerno­byl, tí allastaðni var dust í luftini. Eftir at hava verið í Pripyat ein løtu, gjørdu teir av at venda heimeftir. Hesaferð varð tó ikki steðgað í bygdini at liggja nátt, tí túrurin skuldi takast í einum. Annars fóru teir somu leið heim aftur og tvørtur um somu á á sama hátt. - Eg lat soviposan og rygg­sekk­ in liggja eftir í íbúðuni. Minni eg hevði heim við, jú betri. Summi taka souvenirar við heim, okk­urt úr einari íbúð ella einum hús­ um, sum tey høvdu verið í. Eg tók einki við. Fyri tað fyrsta var tað eitt sindur løgið at taka lut­ir við heim, tá eg ikki eingang vildi hava míni egni klæðir við út úr son­uni. Men Kirill greiddi okk­ um frá, at um vit ikki vóru í nóg stórum trupulleikum, vórðu vit fang­aðir av hermonnunum í son­ uni, so vóru vit í øllum førum í trupul­leikum, um teir fangaðu okk­um við lutum úr Pripyat. Eg haldi eisini, at tey síggja tað sum mangl­andi virðing fyri teimum, ið búðu har áðrenn vanlukkuna, at tú tekur tingini hjá teimum við tær. Tað tók teimum góðar 14 tímar at ganga túrin heim aftur til bilin. Komin á hotellið setti Andres punkt­um fyri túrinum við at koyra tað seinasta av klæðunum í rusk og fara undir eitt brúsubað. - Eg fekk eitt upplivilsi fyri lívið, men hetta er avgjørt ikki ein túrur, ið eg vil viðmæla nøkrum. Tað er als ikki vandaleyst at fara inn í sonuna, og har eru nógvar óvissur knýttar at einum tílíkum túri, sigur Andres Jacobsen, sum er farin undir at fyrireika eitt nýtt ævintýr. Kirill steðgaði á, hugdi upp á okkum og segði bara "Run! Tá kjarnorkureaktorurin fór í luftina 26. apríl í 1986, vóru myndugleikarnir upprunaliga ikki greiðir yvir, hvussu álvarsom støðan var. Kjarnorkuserfrøðingar komu til Pripyat at meta um vandan og at leggja ætlanir fyri upprudding, og serfrøðingarnir hildu so lítið um geislavandan, at teir búðu á gistingarhúsinum í Pripyat, bert 3 kilometrar frá kjarnorkuverkinum. 36 tímar seinni varð avgerð tó tikin um, at íbúgvarnir í Pripyat máttu flytast burtur. Íbúgvarnir fingu tveir tímar at pakka kuffert og gera seg klárar at fara, og tað tók tríggjar og ein hálvan tíma at flyta burtur allar 43.000 íbúgvarnar í 1.100 bussum. Íbúgvarnir fingu at vita, at teir sluppu heim aftur nakrar dagar seinni, tá vandin var av. So varð ikki. Eg blaðaði í protokolluni, og sá nøvnini hjá næmingunum. Lærarin hevði ført protokoll hvønn dag, og so ein dag var bara eingin protokoll førd meira Andres skoðar yvir Pripyat