hósdagur 7. november 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 129
20
DAGSTOVAØKIÐ
Í TÓRSHAVNAR
KOMMUNU
Tórshavnar kommuna lurtar
ikki eftir námsfrøðingumum
Tórshavnar kommuna brúkar eitt Excel ark til
fíggjarjáttanirnar til stovnarnar. Stovnarnir
fáa pengar, sum eru játtaðir eftir miðaltølum
og ikki eftir tí, sum starvsfólkini kosta, sigur
Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum
ANNIKA KUNOY IM
annika@sosialurin.fo
S
tarvsfólk á dagstovnunum
í Tórshavnar kommunu
eru ovbyrjað og mødd.
Tey kenna ikki, at lurtað
verður eftir teimum, tá tey siga, at
tey overva seg og eru útlúgvaði.
Fleiri og fleiri námsfrøðingar,
hjálparfólk og leiðarar verða
sjúkrameldað, og trupulleikin er,
at Tórshavnar kommuna ikki rað
festir økið og ikki lurtar eftir, tá
rópað verður varskó.
Trupulleikin er serliga hann,
at Tórshavnar kommuna brúkar
ein fíggjarleist, sum hevur við
sær, at stovnsleiðarir ikki fáa stýrt
stovninum, teir leiða, sigur Jógv
an Philbrow, formaður í Pedagog
felagnum.
- Tórshavnar kommuna brúkar
eitt Excel ark til fíggjarjáttanirnar
til stovnarnar. Stovnarnir fáa
pengar, sum eru játtaðir eftir
miðaltølum og ikki eftir tí, sum
starvsfólkini kosta, sigur Jógvan
Philbrow og greiðir frá, at tað tyk
ist sum almenna uppfatanin er, at
fíggingin verður játtað sum tímar,
men veruleikin er, at kommunan
umroknar eitt fiktivt tímatal til
krónur, og so verður fíggjað eftir
tí miðaltalinum, greiðir Jógvan
Philbrow frá.
- Tað roknistykkið gongur bert
upp, um starvsfólkini á stovnun
um hava lágan starvsaldur. Hevur
stovnurin roynd starvsfólk, so
ber tað ikki til hjá stovnunum at
halda seg til játtanirnar. Hetta rak
ar etableraðu og royndu starvs
fólkini á stovnunum, staðfestir
formaðurin í Pedagogfelagnum.
- Somuleiðis, so hevur Tórs
havnar kommuna ikki prísjavnað
rakstrarjáttanirnar í fleiri ár, og
tað merkir í veruleikanum, at
stovnarnir í kommununi hava
verið spardir burtur øll hesi árini,
tí kostnaðarstøði í landinum er
hækkað, sigur hann.
Hann greiðir frá, at umframt
hetta, so verða leiðslutímar tiknir
av tímunum, sum áttu at farið
til børnini í og við, at man ikki
setur pening av til eitt fíggja eitt
leiðarastarv.
- Tað er excel arkið – og ikki
vit og skil -, sum stýrir, staðfestir
hann álvarsliga.
Lokalur trupulleiki
Formaðurin í Pedagogfelagnum
hevur varhuga av, at hesin trupul
leikin serliga er í Tórshavnar
kommunu, og at tær flestu av
hinum kommununum kring landið
lurta eftir stovnsleiðarunum, tá
teir leggja fram fíggjarætlan, sum
er knýtt at veruliga kostnaðinum.
Herfyri samtykti Tórshavnar
kommuna broytingar í leiðslu
bygnaðinum á dagstovnunum í
kommununi. Ein av argumenta
tiónunum til broytingarnar er júst
hon, at lættari verður hjá stovns
leiðarunum at fáa samband upp
eftir, tá teir 37 dagstovnarnir hjá
kommununi verða skipaðir í fýra
eindir við hvør sínum leiðara.
Jógvan Philbrow heldur tó ikki,
at broytingarnar í leiðsluni fara
at betra um umstøðurnar hjá leið
arunum og námsfrøðingunum á
stovnunum, men sigur, at tað átti
undir verandi bygnaði at borið
til hjá kommununi at lurta betur
eftir tørvunum, sum leiðarar og
námsfrøðingar leggja fram.
- Fíggjarætlanin í kommununi
verður løgd eina ferð um árið. Hon
kundi lættliga verið løgd við íkasti
Greinarøð:
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
L
eingi
hevur
verið
rópað
varskó innan dagsstovnaøkið í
Tórshavnar kommunu. Vit hava
í áravís hoyrt um sjúkrafráverur,
álvarsama strongd, uppsagnir og stórt
ónøgdsemi millum bæði leiðslu, starvsfólk
og foreldur. Leiðarir á stovnunum í
kommununi hava í fleiri ár sagt, at
fíggjarleisturin, ið Tórshavnar kommuna
nýtir til dagstovnarnar í kommununi ikki
virkar, og at fíggingin ikki strekkir til.
Ónøgdsemi er so stórt millum leiðarar
í kommununi, at seinasta árið hava
X leiðarar sagt seg úr starvi. Seinasta
uppsøgnin kom frá Býlingshúsinum
millum Gilja í Hoyvík, tá fyrrverandi
leiðarin segði seg úr starvi, tí fíggjarligu
korini eru ov trong og normeringin ov lítil.
Tórshavnar kommuna hevur í longri
tíð arbeitt við at fremja broytingar á
leiðslubygnaðinum á dagstovnaøkinum,
og nú er samtykt, at eindaleiðarir
skulu setast í starv, sum síðani skulu
stytta leiðina og samskiftið frá
stovnum til kommununa. Núverandi
leiðslubygnaðurin er hin sami, sum hann
var fyri 35 árum síðani, tá tað vóru fýra
til seks stovnar í kommununi. Í dag eru
37 stovnar í kommununi, og uppgávurnar
eru nógv broyttar og vaksnar hesi árini.
Kommunan vil vera við, at broytingin
við eindarleiðarum er til tað betra og fer
at vera við til at gera umstøðurnar hjá
leiðarum og námsfrøðingum betri. Hes
um taka námsfrøðingar ikki undir við, og
26. september varð mótmælisskriv við 455
undirskriftum handað Anniku Olsen, borg
arstjóra í Tórshavnar kommunu, tí hildið
var, at tað er óskiljandi, at kommunan
raðfestir leiðslu framum starvsfólk og
børnini, sum eru á stovnunum.
Tórshavnar kommuna sigur, at
umframt leiðsubroytingarnar verður
eisini veitt fígging til hægri normering
á stovnunum. Men hetta er tó ikki rætt,
heldur formaðurin í Føroya Pedagogfelag,
Jógvan Philbrow.
Í blaðnum í dag hava vit eina greinarøð
um rumbið á dagstovnaøkinum í
Tórshavnar kommunu, og vit fara í eina
tíð at grava djúpari í evninum við fleiri
greinum í komandi bløðum.
Tað er excel
arkið – og ikki
vit og skil -, sum
stýrir
Hevur
stovnurin roynd
starvsfólk, so
ber tað ikki til
hjá stovnunum
at halda seg
til játtanirnar.
Hetta rakar
etableraðu
og royndu
starvsfólkini á
stovnunum
Játtanirnar til stovnarnar í Tórshavnar kommunu verða lætnar eftir einum
miðal tali. Eru útreiðslur á stovninum hægri enn játtanin, so er undirskot á
kontoini. Havast skal í huga, at starvsfólkini verða dýrari ár eftir ár, sum tey
fara longur upp á lønarstiganum
Fakta: