hósdagur 7. november 2019síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 129
21
frá einstøkum stovnsleiðarum.
Fíggingin broytist ikki so nógv
frá ári til árs, tí talan er serliga um
lønarkostnað og rakstur. Sjálvdan
er talan um stórar broytingar,
staðfestir hann .
- Tað snýr seg um at hava álit á,
at leiðarir, ið eru settir á stovnun
um duga at røkja sítt starv. Tað er
ørkymlandi, tá kommunan vísir,
at stovnsleiðararnir ikki eru førir
fyri at leiða, men ístaðin vil komm
unan seta fleiri leiðarar til at hava
eftirlit við sínum leiðarum, sigur
hann hvassliga.
Nýggju játtanirnar stjala
frá normeringini
Á heimasíðuni hjá Tórshavnar
kommunu stendur, at fíggingin
av øktu normeringunum og eind
arleiðslubygnaðinum er fingin
til vega við at játta tríggjar milli
ónir aftrat til grein trý børn og
ung í fíggjarætlanini. Hinar 4,25
milliónirnar verða fíggjaðar á
grein trý við at umleggja nakr
ar serjáttanir, ið liggja uttanfyri
stovnsjáttanirnar, og við skipan
arligum virksemisbroytingum,
sum nýggi eindarleiðslubygnað
urin ger møguligar.
Framhaldandi stendur á heima
síðuni, at: “Fíggingin tryggjar, at
einstøku dagstovnarnir nú fáa
fleiri starvsfólkatímar at ráða yvir.
Nýggi eindarleiðslubygnaðurin
tryggjar, at samlaða játtanin
verður brúkt mest skynsamt. Har
aftrat fæst við eindarleiðslu betri
bygnaðarligur samanhangur, har
dagstovnaleiðarin hevur tætt
samband við sín næsta leið
ara. Við nýggja bygnaðinum
ber eisini til at skipa partar av
virkseminum og harvið eisini
útreiðslunum í eindini øðrvísi, so
at sum mest kemur starvsfólk
unum og børnunum til gagns.
Eindarbygnaðurin skal eisini
tryggja námsfrøðiligu menn
ingina í eindini og økinum sum
heild, hetta til tess at geva øllum
børnum eina javnt góða tænastu,
har arbeiðsumhvørvið somuleiðis
verður styrkt.”
Jógvan Philbrow vísir á, at tað,
sum hendan frágreiðingin sigur
er, at kommunan tekur pengar
frá einum øki av namsfrøðini og
leggur teir í eitt annað.
- Tað er løgið at leggja upp til,
at hetta eru nýggir pengar, tí hetta
er peningur, sum longu er í skip
anini.
- Tað er skeivt, at Tórshavnar
kommuna sigur, at hetta kemur
starvsfólkum og børnum til gagns,
og at námsfrøðiliga menningin
verður tryggjað og tænastan til
børnini betri. Hendan játtanin
verður tikin frá serøkinum og
vikartímum, sigur hann.
- Umframt hetta, so fær man nú
eitt nýtt leiðslulið, sum fer at leggja
stein omaná byrðu hjá virkandi
stovnsleiðarum við millum annað
øktum skrivligum uppgávum. Og
so skal eindarleiðarin eisini reka
partar av fíggjarstýringini, sum
hevur við sær, at stovnsleiðararnir
missa fíggjarligan ræðisrætt og
hava minni ávirkan á egnan stovn,
sigur hann avgjørdur.
- Eg trúgvi ikki upp á, at játtanin
hevur við sær, at normeringin
hækkar. Teir stovnarnir, sum hava
ov fáir námsfrøðingar á gólvinum
fara framhaldandi at hava undir
skot, sigur hann.
Sosialurin hevur gjørt eina roynd at finna hagtøl fyri normeringarnar á
dagstovnunum í kommununum í Føroyum, men tað vísir seg at vera tørført
at finna fram tøl. Eyðun Christiansen, formaðurin í Kommunufelagnum, sigur,
at eitt slíkt yvirlit ikki er at finna, tí tað er sera ymiskt frá kommunu til
kommunu, hvussu økini verða skipað. Ein roynd var gjørd fyri nøkrum árum
síðani at gera hagtøl, men tað vísti seg at verða trupult.
Fakta:
Eg trúgvi
ikki upp á, at
játtanin hevur
við sær, at
normeringin
hækkar. Teir
stovnarnir, sum
hava ov fáir
námsfrøðingar
á gólvinum fara
framhaldandi at
hava undirskot
Útrokningarlykilin, sum Tórshavnar kommuna brúkar til fígging til
dagstovnaøkið skal endurskoðast, so hann betri svarar til veruligu krøvini
og veruligu umstøðurnar. Kommunan sigur í kunningarskrivi til foreldur,
at uppskot og útrokningar eru gjørdar til at økja normeringina til komandi
fíggjarætlan, so at fleiri tímar koma til børnini.
Fakta:
Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, sigur at hjá Tórshavnar kommuna, at tað er excel arkið , sum stýrir