hósdagur 7. november 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 129
22
Vánaligir dagstovnar noyða
foreldur niður í arbeiðstíð
Tað eru sera fá starvsfólk til arbeiðis seinnapartin, og tí hava Bjarta og maðurin
júst tikið avgerð um, at pápi genturnar fer niður í arbeiðstíð, so hann kann
heinta døturnar, áðrenn starvsfólkahópurin á stovnurin verður alt ov lítil
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
- Eg vil fegin stuðla námsfrøðing
unum, sum eg veit eru undir
stórum arbeiðstrýsti, men eg eri
bangin fyri, at tað gongur útyvir
børnini hjá mær, um eg tosi al
ment um umstøðurnar, tey ar
beiða undir, sigur Bjarta, sum eig
ur tvær døtur á eitt og fimm ár, ið
báðar ganga á stovni í Havn.
Bjarta og maður hennara eru so
ónøgd við støðuna á stovninum,
har døturnar ganga, at tey nú hava
tikið avgerð um, at pápi genturnar
fer niður í tíð á arbeiðsplássinum,
soleiðis at tey kunnu heinta gent
urnar tíðliga, og tær ikki undir
verandi umstøðum skulu vera á
stovni fullan dag.
- Tey, sum hava lisið námsfrøði
fáa ikki brúkt sínar førleikar, tí tey
skulu ansa eftir alt ov nógvum
børnum í senn, staðfestir hon.
Standa hjálparleys
Hon er varug við, at tað ikki hjálpir
námsfrøðingunum, og trongu
støðuni tey standa í, at tey sum
familja hava valt, at maðurin fer
niður í tíð.
- Trupulleikin er bert, at vit
sum foreldur standa hjálparleys,
og hendan loysnin hjálpir okkara
børnum her og nú. Vit vita ikki,
hvat vit sum foreldur kunnu gera
fyri at stuðla námsfrøðingunum
og fremja broyting á økinum, sig
ur hon.
Foreldrini rinda fyri, at gentur
nar ganga fulla tíð á stovninum,
hóast tey nú hava tikið hesa av
gerðina.
- Vit eru annars glað fyri stovn
in, og børnini trívast væl teir tím
arnar, tey eru har, og tá tað eru
nógv starvsfólk til arbeiðis, leggur
hon afturat.
Tað er serliga lítla manningin
á stovnunum seinnapartar, sum
ørkymlar Bjartu og mann henn
ara. Hon nevnir, at tað er hent
fleiri ferðir, tá tey eru komin eftir
børnunum, at eingin heldur eyga
við yngstu dótturina, tí tey eru so
fá til arbeiðis á gólvinum tá.
- Onkuntíð hevur hon gingið
púra einsamøll, sigur hon.
Og tað er júst tí, tey hava tikið
avgerð um, at maður hennara fer
niður í arbeiðstíð, so hann kann
heinta genturnar, áðrenn starvs
fólkahópurin á stovninum verður
alt ov lítil.
Bjarta arbeiðir fulla tíð innan
gransking, og maðurin arbeiðir á
almennum stovni. Tí ber til hjá
teimum at taka hesa avgerðina,
greiðir hon frá.
Hon sigur frá, at tey hava
hugsað um at biðið stovnin um
eitt yvirlit av, hvussu tey eru stovn
urin er mannaður ymsar tíðir á
degnum, so tey sum familja kunnu
leggja arbeiðsdagin hjá foreldr
unum til rættis eftir tí, men sum
áður nevnt, so er tað fjaldi spenn
ingurin og óttin fyri, at børn teirra
vera fyri missmuni, ið heldur
teimum aftur.
- Tað avirkar okkara arbeiði, tí
vit føla, at genturnar ikki kunnu
vera á stovninum fulla tíð vegna
vánaligu normeringina, sigur hon.
Verri á vøggustovuni
Bjarta er serliga ørkymlað um um
støðurnar á vøggustovuni, har
yngra dótturin gongur.
- Vit síggja, hvussu starvsfólkið
á stovninum slítur seg sundur. Um
ein á stovuni fer frá at skifta eina
blæu, er hin einsamøll á stovuni
við nýggju børnum. Eg veit, at
børnini verða ansaði, men tað
tykist ikki, sum fáa tey ta nær
veruna, sum teimum tørva, sigur
hon ørkymlað.
Foreldrini hava ikki snakkað
við stovnin um stúranina, tey
ganga við, tí tey ikki vilja leggja
stein omaná byrðu hjá starvs
fólkunum, sum longu overva seg
og eru mødd.
- Eg síggi, hvussu tær slíta seg
sundur á stovunum, og eg eri sætt
at siga eisni bangin fyri, hvussu
tað kann ávirka míni børn, um
eg tykist ov grenjutt, sigur hon
ærliga.
Hóast tað serliga er vánaliga
normeringin á vøggustovuni, sum
órógvar Bjartu, so leggur hon
dent á, at hon als ikki er nøgd
við normeringina á barnagarðs
stovuni hjá fimm ára gamlu
dótturini. Munurin er tó, at
barnagarðsbørnini eru sjálv
støðugari og klára betur at skipa
spælið enn vøggustovubørnini.
Tórshavnar kommuna átti
at klárað uppgávuna betur
Bjarta er hørm um, at normeringin
er so mikið vánalig í Havn, at
foreldur verða noydd til at stytta
um arbeiðstímarnar, tí tey ikki
kenna seg trygg við at lata barnið
vera á stovni fulla tíð.
- Vit vóna, at okkurt fer at
broytast innan økið skjótt. Nú
fer maður mín niður í tíð, og so
mugu vit býta um um nøkur ár,
um støðan á dagstovnaøkinum
í Tórshavnar kommunu ikki
broytist. Okkum dámar bæði væl
okkara arbeiði, og vit vildu fegin
arbeitt fulla tíð. Nú sleppi eg at
raðfesta mítt arbeiði í nøkur ár,
og so má hann sleppa seinni, sigur
hon.
Hon nevnir eisini, at tey hava
bæði hugsað um at flyta úr komm
ununi, so tey hava atgongd til
stovn við betri normering, men
tað er ópraktiskt, ógvusligt og á
ongan hátt rætt, tá tey bæði eru úr
Havn, har alt netverkið hjá teim
um eisini er.
- Vit høvdu tó valt privatan
stovn og framhaldandi arbeitt
fulla tíð, um vit fingu tilboðið,
staðfestir hon.
- Tórshavnar kommuna er
ein av landsins ríkastu kommun
um. Tað er ómetaliga keðiligt,
at kommunan soleiðis niður
raðfestir økið. Eg skilji ikki, at
myndugleikarnir ikki lurta eftir
tí, ið verður viðmælt viðvíkjandi
normering, sigur hon álvarsliga.
- Eg vil heldur goldið eitt hægri
gjald ella meir í skatti, enn at dag
stovnaøkið varð niðurraðfest,
leggur hon afturat.
Bjarta er dulnevni, og vit kenna veruliga navn hennara. Hon er dulnevnd í
greinini, tí hon er bangin fyri at tosa alment um støðuna á stovninum, tí
hon ber ótta fyri, at útsagnirnar hjá henni møguliga ávirka døtur hennara
á stovninum.
Eg síggi, hvussu
tær slíta seg
sundur á
stovunum, og eg
eri sætt at siga
eisni bangin
fyri, hvussu tað
kann ávirka
míni børn, um
eg tykist ov
grenjutt
Tey sum hava
lisið námsfrøði
fáa ikki brúkt
sínar førleikar,
tí tey skulu
ansa eftir alt ov
nógvum børnum
í senn
Eg skilji ikki,
at myndug
leikarnir ikki
lurta eftir tí, ið
verður viðmælt
viðvíkjandi
normering