hósdagur 7. november 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 129
23
Viðurkenna ótolandi umstøður
Tað hava verið fleiri sjúkrameldingar og fráfall
av leiðarum á dagstovnaøkinum í Tórshavnar
kommunu seinastu árini. Krøvini til økið eru
hækkaði, ímeðan normeringin hevur staðið í stað
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
Í
kunningarskrivi til foreldur
at børnum á stovni í Tórs
havnar kommunu, undir
skrivað Jóan Petur Hentze,
trivnaðarstjóri
og Beinta Dalbø, leiðari á
Barna- og ungdómsdeildini, stend
ur millum annað:
“Avleiðingar av verandi norm
eringum og bygnaði eru, at verri
og verri er hjá kommununi,
stovnsleiðarunum og starvsfólk
unum at tryggja og menna náms
frøðiligu tænastuna. Ítøkiliga
arbeiðsumhvørvið hjá leiðslu
og starvsfólki gerst av tí sama
verri. Hetta hevur í fleiri førum
havt við sær álvarsliga strongd,
sjúkrafráverur, ónøgdsemi bæði
millum leiðslu, starvsfólk og
foreldur, skiftandi starvsfólk og
kenslu av ikki at megna arbeiðið
á nøktandi fakligum støði.”
Jóan Petur Hentze, segði við
Kringvarpið 6. oktober, at trýstið
á dagstovnaøkið er vorðið alt ov
stórt. Tað eru millum annað fleiri
fleirmælt børn á stovnunum,
fleiri myndugleikar, ið krevja
upplýsingar frá dagstovnunum
og tað hevur verið vøkstur – og
trupult hevur verið at fíggja
vøksturin.
Sambært kommununi er talan
í høvuðsheitum um tveir trupul
leikar á dagstovnaøkinum: ov
lítla normering á stovnunum
og bygnaðarligar avbjóðingar. Í
kunningarskrivinum til foreldur
verður kunnað um, at kommunan
arbeiðir við at loysa báðar
trupulleikarnar. Størri játtan
er latin økinum við tí endamáli,
at normeringin verður hægri,
eindarleiðarar verða settir - hetta
merkir, at sjey til átta stovnar
verða skipaðir sum stovnar í eind
undir einum eindarleiðara - og
útrokningarlykilin, sum komm
unan brúkar til at fíggja økið við,
skal endurskoðast.
Normeringin hækkar
Í kunningarskrivinum til for
eldrini stendur framhaldandi, at:
“Arbeiðið at økja normering
arnar verður gjørt saman við
politisku skipanini, dagstovna
leiðarum og álitisfólkum á dag
stovnaøkinum, so at øll kunnu
geva sítt
íkast til at fáa besta úrsliti
burturúr. Hetta arbeiðið er ikki
liðugt, og tí ber ikki til hjá okkum
at seta krónutal ella tímatal á øktu
normeringina í skrivandi stund.
Økta normeringin skal koma
í gildi 1. januar 2020. Økta norm
eringin er fyrsta stig í at endur
skoða fíggingina av dagstovnaøk
inum sum heild fyri tey komandi
árini.”
Ov lítið av pengum til økið
Í sendingini Breddin, ið var send
í Kringvarpinum 8. oktober, segði
Maika Lindenskov Samuelsen,
fyrrverandi dagstovnaleiðari
í Maritugøtu í Hoyvík, sum er
ein av teimum mongu stovns
leiðarunum, ið hava sagt seg úr
starvi í kommununi, at arbeiðs
umstøðurnar sum leiðari vóru ov
vánaligar til, at hon kundi gera
arbeiði sítt til lítar. Trupulleikin
er, at fíggjarjáttanin er ov lág. Úrs
litið er, at leiðarin má seta normer
ingina niður á stovunum og sjálv
arbeiða sum vikarur – hetta í fleiri
ár.
- Tað er sjálvsagt gott, at komm
unan viðurkennir, at hon hevur
svikið starvsfólk og leiðarar,
men tað átti at verið gjørt langt
áðrenn, tí longu í 2011 boða allir
dagsstovnaleiðarar frá, at játtan
in ikki var í samsvar við veruligu
útreiðslurnar. Síðani eru upp
gávurnar og krøvini vaksin, utt
an at pengar eru fylgdir við, sigur
hon.
Í somu sending sigur Jóan Petur
Hentze, at sum arbeiðsgevari
kann hann ikki standa inn fyri,
at fólk verða sjúk av at fara til
arbeiðis hjá Tórshavnar komm
unu. Byrgnaðarbroytingin í
leiðsluni á dagstovnaøkinum,
meir normering á stovnunum og
broyting í fíggjarleistinum - sum
verður framd næsta ár – skal betra
arbeiðsumstøður hjá leiðara og
starvsfólki.
Tórshavnar kommuna:
Jóan Petur Hentza, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu viðurkennir,
at trýstið á dagstovnaøkið er vorðið alt ov stórt
Síðani 2002 eru starvs
fólkanormeringarnar á
vøggustovum (0-3 ár)
og barnagørðum (4-6 ár)
óbroyttar. Frítíðarskúla
normeringin lækkaði í 2010,
tí at tímatalið hjá 1. og 2.
flokki í fólkakúlanum vaks.
Tímatalið hjá 1. og 2. flokki í
fólkaskúlanum er í ár lækkað
nakað og summarferian
longd. Leiðslunormeringin
varð lækkað í 2011.
(Kelda/ Kunningarskriv frá
Tórshavnar kommunu)
Fíggingin av øllum náms
frøðiliga virkseminum á
dagstovnum, frítíðarskúlum
og ungdómsklubbum í
Tórshavnar kommunu
verður gjørd við grundarlagi
í útrokningarlykli, har ávís
játtan verður latin stovnunum
per barn. Játtanin verður
roknað út eftir miðaltali av
rakstrarútreiðslunum á øllum
økinum.
(Kelda/ Kunningarskriv frá
Tórshavnar kommunu)
Leiðslybygnaðarbroytingarnar
hava verið á breddanum í
fleiri ár, og nú verða tær
framdar.
Tað er ymiskt, hvussu stovn
arnir í Tórshavnar kommunu
eru fyri, orsaka av útrokn
ingarlykilinum, sum komm
unan nýtir.
Pedagogfelagið viðmælir,
at fyri hvørji trý børn undir
trý ár skulu minst 40
starvsfólkatímar setast av
um vikuna. Fyri hvørji seks
børn eldri enn trý ár skulu
minst 40 starvsfólkatímar
setast av um vikuna. Um
stovnarnir hava longri opið
enn 40 tímarnar um vikuna,
eiga børnini at fáa hægri
tímatal játtað í mun til
meirtíðina. Um stovnurin
hevur opið minni enn 40
tímar, kann brøkurin lagast
eftir tí. Tímar til leiðslu,
avloysarar, viðlíkahald,
matgerð og reingerð skulu
leggjast afturat omanfyri
nevndu starvsfólkatímum.
(Kelda/ Uppskot til løgtings
lóg um minstamark av
starvsfólkatímum til børnini)
Fakta:
Arbeiðið er ikki
liðugt, og tí
ber ikki til hjá
okkum at seta
krónutal ella
tímatal á øktu
normeringina
í skrivandi
stund. Økta
normeringin
skal koma í gildi
1. januar 2020
Hetta átti at
verið gjørt langt
áðrenn, tí longu
í 2011 boða allir
dagsstovn
leiðarar frá, at
játtanin ikki
var í samsvar
við veruligu
útreiðslurnar.
Síðani eru
uppgávurnar og
krøvini vaksin,
uttan at pengar
eru fylgdir við