Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-07, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. november 2019síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 129 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 24 TÍÐARGREIN Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú. Um hvørsmansrætt, náttúru­fr Magnus Gaard lívfrøðingur Robinson para­doks­ ið og pol­i­tikk­ur um tilveruna V íðagitnu orðini hjá René Descartés (1596-1650) eg hugsi, altso eri eg og hans­ara skil­grein­ing av menn­iskja­num í sál og lik­am hava, meira enn nógv onn­ur speki, merkt vest­ur­ lendska hugs­an líka síðan. Náttúruvísindi fingu við tví­být­i­num ímillum sál og likam frið at kanna meira mekanisku síð­ur­nar av lívinum - sálin sást jú ikki undir sjóneykuni kortini. Hana kundu prestar og heim­ spek­ing­ar so taka sær av. Menningin, sum tey em­pir­isku nátt­úruvísindini settu í gongd, hev­ur verið eyðsæð síð­ani. Sjálvt um sálin ikki var tað, sum nátt­úr­u­vísindini kannaðu, so var lítil ivi kortini um, at hon var har onku­staðni, serliga í okk­um – kanska ikki so nógv í nátt­úr­u­ni. Tvey rák eru beinleiðis av­leið­ing­ar av hesum hugs­un­ar­ hátt­inum. Annað er øll tann tøkniliga menn­ingin, sum gav okkum verk­frøði, ídn­að­ar­koll­ velt­ing og veld­ig­ar maskinur at gera upp­runaskóg til land­bún­að­ ar­lendi og timb­ur. Hitt er, at ein­stak­l­ing­ur­in fær eina nýggja støðu í tanka og samfelag. Ind­i­vid­u­a­l­isma kundu vit eisini sagt. Ein sam­fel­agslig gongd frá rætt­ind­um og skyldum knýtt at slekt og stætt til rættindi knýtt at ein­stak­l­ing­inum í nógv størri mun. Í bú­skap­ar­frøði og politiskum á­støði verður einstaklingurin eis­ini snún­ings­ásin, og tað er grund­leggjandi í allari hugsan. Um tað er liberalisman hjá Adam Smith (1723-1790), har sum ein­stak­ling­urin bara skal hava frið at virka og selja sínar vørur og sítt ar­beiði á einum marknaði, ella ar­beiðarin hjá Karl Marx (1818-1883) ella yvirmenniskjað hjá Fried­rich Nietzsche (1844-1900), so hava allar hugsjónirnar í nýggj­ari tíð hesa ind­i­vid­u­al­ism­una í felag. Hvussu skal sam­fel­ag­ið skipast, so vit øll fáa tað best møguligt? Franski tilveruspekingurin Fran­cois Flahault hevur eina rætt­i­liga beinrakna lýsing og kri­tikk av hesum og støðuni, vit sum menniskju og samfelag eru í. Kri­tikk­ur­in tekur støði í skald­ søg­uni um Robinson Crusoe hjá Dan­i­el Defoe frá 1719 um tann ult­i­mativa einstaklingin, sum klár­ar seg á eini oydnari oyggj. Tað er bara maðurin og náttúran. Og alt er har. Øll tingini hann hev­ur brúk fyri, so hann klárar seg. Í 1776, góð 50 ár seinni, kem­ur víða­gitna verkið hjá Adam Smith Wealth of Nations út. Um ein­stak­l­ingurin bara fær frælsi at virka og selja sínar vørur á ein­um frí­um marknaði, so verð­ur alt bet­ur fyri okkum øll. Hetta er tann sama individualisman, Rob­in­son Crusoe umboðar. Ein­s­a­malla individið sum grund­leggj­andi kategori. Og av øllum teim­um stóru politisku hug­sjón­unum í nýggjari tíð, er kap­i­tal­is­m­an tann formurin fyri politiska ind­i­vid­ualismu, sum framvegis mynd­ar samfeløgini stórt sæð alla­staðni. Har er onki annað boð í løtuni, og trupulleikarnir við ver­andi samfelagsskipan sam­an við altjóðagerð og tøkn­i­lig­ari menning hevur eyðsýndar av­bjóð­ingar við sær. Og tað er her, at franski til­ver­u­spek­ing­urin hevur eitt á­huga­vert íkast. Grundað á nýggjar sann­ roynd­ir úr sálarfrøði, lívfrøði og mál­frøði kemur hann við einum boði, sum er at venda heilt aftur til røt­ur­nar í vesturlendskari heim­speki. Tá ið menniskjað ment­ist sum slag í Afrika fyri 350.000 árum síðan, so mentist eitt sam­felag fyrst. Tann stóri heil­in er sjálvandi tað ana­tom­ iska prógvið upp á Homo Sap­i­ens, sum sæst í ald­urs­grein­ að­um bein­a­grindum. Men alt tað kogn­i­tiva, sum gekk fyri seg í heil­a­num, hevur eisini aðrar fyri­treyt­ir enn bara tær ana­tom­ isku. Allir tank­arnir um nátt­úr­ una, hini menn­iskj­uni og deyðan hava sam­felagið sum fyritreyt. Stutt sagt, so er heldur prov­o­ker­ andi tesan, at samfelagið kom fyrst, so kom menniskjað Homo sap­i­ens. Fyritreytin fyri at vera til er hini! Robinson Crusoe er fake, og veru­leikin er meira líkur barn­a­ bókini Páll púra einsamallur. Drey­m­urin um allar møgul­eik­ar­ nar uttan hini bleiv til eina marru. Hjá Flahault er loysnin at royna at fáa eina politiska dags­skrá og búskaparfrøði, sum ikki bara er um at hava, fáa, eiga og býta um, men um at vera eisini. Eg hugsi altso eri eg, skal víðkast til eg hugsi, altso eri eg - saman við hinum. Ogn, skyldur og rættindi Tað er nú onki forgjørt í at eiga og held­ur ikki í ognarrættinum. Tað er heldur onki forgjørt í at býta um ella keypa og selja á ein­um fríum marknaði. Tað er heilt grundleggjandi í einum rætt­ar­sam­fel­ag. Men hvussu skulu vit skipa okk­um við lóggávu, tá tað snýr seg um tey virðini, sum eru ring at gera upp í pengum, ella sum vit sum fólkaræði velja ikki at gera upp í pengum. Hvørjar skyldur og hvørji rætt­indi hava vit í náttúruni? Tað eru spurningar, sum hava eina pen­ing­a­liga tingsliga síðu, men sum als ikki einans kunnu gerast upp í býtivirði! Skyldur – náttúruvernd Fuglafrøðingurin Sir Peter Scott, sum stovn­aði WWF í 1961, skrivar í Co­s­mos Magazine í 2010: “You know, when we first set up WWF, our objective was to save endangered species from ex­tinc­tion. But we have failed com­plet­ely; we haven’t managed to save a single one. If only we had put all that money into con­doms, we might have done some good.” Hugstoytt, men satt. Tí tað hev­ur ikki gingið væl við náttúruvarð­veitslu og friðing síð­an 1961. IPBES gav í 2019 út eina saml­aða meting av støðuni, sum bygdi á rættiliga umfatandi gransk­ing og eina ørgrynnu av út­gáv­um. Og niðurstøðan er púra greið hjá teimum: Ein heil mill­ión ymisk sløg eru hótt í heim­inum. Amazonas-regn­skóg­ur­in stendur í ljósum loga, og bú­økini hjá orangutangum á Bor­neo hvørva skjótt, tí Mc­Don­alds og aðr­ar fastfood-hand­ils­ket­ur skulu hava meir og meir lendi til pálma­olju­ na­, tey steikja síni kips í. Men hvør er grundhugsjónin handan náttúrufriðingar? Hví skulu vit friða nakað sum helst? Er tað ikki nógv betur at gagn­ nýta náttúruna, forvinna pening og re­al­isera tey virðini, sum støð­ugt økti eftirspurningurin skap­ar í náttúruni? Tað liggur nærmast í øllum frið­ing­ar­prob­l­ematik­kinum at vera aft­ur­haldandi, og tað hevur eina søg­u­liga grund. Tá ið nátt­úru­vís­indi fara frá at vera ein máti at blíva klókari upp á nátt­úr­una til verkfrøði, hevur hetta risa­stór­ar avleiðingar fyri sam­fel­øg og náttúru. Við tankunum um ta ósjónligu hondina hjá Ad­am Smith øðrumegin og nátt­ú­r­u­vís­ind­aligu grundaðu verk­frøð­ina hinu­meg­ in er ikki ringt at ­í­mynda sær all­ar fyrimunirnar fyri fólk og tann bú­skap­ar­vøkst­ur­in, sum kom við ídnað­ar­kol­vel­t­ingini­. Betri amboð at rudda upp­runa­ skógir til landb­ún­að­ar­lendi og timb­ur var ein avleiðing. Og í øll­um hesum meldrinum spretti tann konservativa rørsl­an. Aft­ur­haldið! Fyrst og fremst var kon­servativa rørslan sjálv­andi ein rørsla at varðveita gomlu sam­fel­ags­ins­tit­u­ti­ón­ir­nar og tað nat­ion­ala, sum merkir tað við­fødda ella alt tað, sum vit ikki hava valt sjálvi, men eru fødd Er tað ikki nógv betur at gagn­nýta nátt­úruna, for­vinna pen­ ing og re­ al­isera tey virð­ini, sum støð­ugt økti eft­ir­spurn­ing­ urin skap­ar í nátt­úruni?« Friðað varð fyri at geva fólki at­ gongd til nátt­ úr­una. Tað eru tvær síður av somu mynt - frið­ingin og hvør­smans­ rætturin« Í Føroyum var ongin lóggáva á frið­ing­ar­økinum áðrenn 1970, tá vit sum tað síðsta Nor 1970 var um landbúnað, seyð, mark og girðing