Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-07, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. november 2019síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 129 25 riðing og samfelagið vit liva í inn­í. Og eisini náttúruran bleiv ein log­iskur konsekvensur av hes­um. Hon hevur jú nærmast alt­íð verið har. Tí er tankin um burðardygd, sum javn­að­ar­pol­it­ik­ar­in Gro Har­l­em Brundtland ofta fær heið­ur­in fyri við Brundtland- rapp­ort­ini frá 1987, í veru­lei­k­ anum nógv eldri enn so. Vit mugu liva og virka fyri, at okkara eft­ir­komarar fáa somu møg­u­leik­ ar sum vit hava havt - ella betri møguleikar kanska. Grundsúlan í kon­serva­ tivum tankagóðsi! Stór øki blivu friðað um allan heim seint í 19. øld, við grund­ tank­a­num, at náttúran í teimum økj­u­num er so virðismikil, at okk­ara virksemi og búskaparligi vakstr­ar­hugur ikki mugu sleppa ó­tarn­að at oyðileggja ella broyta nátt­úr­u­na í økjunum, hvørki nú ella seinni. Yellowstone Park kom sum tann fyrsti tjóð­ga­rð­ur­in í 1872. Og so komu ein ør­grynna av frið­ingum og frið­ing­ar­fel­ags­ skapum í øll­um heim­i­num. Frið­ing­ar av sløgum, gen­e­rellar friðingar av nat­úr­typ­um og so økisfriðingar vóru ein av­l­eiðing av hesum. Hvørsmansrættur og frið­ing – tvær síður av somu mynt Tá ið Danmarks Natur­fredn­ings­ for­en­ing varð stovnað í 1911, var end­a­máls­orð­ingin hjá teimum eitt sind­ur broytt í mun til nát­t­úr­u­friðingarnar, sum høvdu ver­ið framm­anundan. Nát­tú­r­u­ frið­ing­ar í Danmark vóru framm­an­und­an gjøgn­um­førd­ar av nátt­úr­u­frøð­i­lig­um á­h­uga­fel­ ags­skap­um sum plantu­frøð­i­fel­ øg­um, fugla­frøði­fel­øg­um og jarð­frøð­i­fel­øgum. Hjá tílíkum fel­ags­skapum var ongin ivi um, at or­søkin til at friða var at verja nátt­úr­una fyri náttúrunnar egnu skyld. Ikki fyri okkara skyld. Men hjá Danmarks Nat­ur­fredn­ ings­fore­ning var end­am­álið øðrvísi. Tey vildu verja nátt­úr­una fyri at tryggja, at fólk fekk møg­u­leika at uppliva hana nú og í eft­ir­tíðini. Í Danmark er ongin hvørs­mans­rætt­ur galdandi, og størstu part­arnir av øllum lendi­num eru longu tá veltir til int­en­siv­an landbúnað. Men tankin var kortini, at friðing og hvørs­mans­rætt­ur ganga hond í hond. Og júst tí varð friðað fyri at geva fólki at­gongd til náttúruna. Tað eru tvær síður av somu mynt - friðingin og hvørsmansrætturin. Sjálv orsøkin til at varðveita og friða náttúru er, og var, at fólk nú og seinni kunnu uppliva hana. Mann kann eisini venda tí heila við og spyrja, hvørja mein­ing tað gevur at friða eitt øki so nógv, at ongin nakrantíð sær, hoyr­ir, kennir ella luktar tað. Tá er øk­ið í grundini ikki til í okkara til­veru, men bara til í sær sjálv­um. Vit menniskju mugu við í rokn­i­ stykkið so ella so fyri at tað skal geva meining. Tann eins­a­malli maðurin á oynni er ikki til, og tað var ein marra, tá Páll bleiv eins­a­mallur. Handan øgiliga gjógv­in sum Descartés skapti í okk­ara huga ímillum menniskju og so ta mekanisku, sálarleysu nátt­úr­u­na gevur onga meining long­ur. Vit eru serlig - gamaní, men vit eru vaksin fram í evo­lu­ti­óni­ni í hesi somu náttúruni, sum vit framvegis liva í og eru knýtt at. Vit hava nógv meira í fel­ag við allar hinar skapn­ing­ar­nir, enn vesturlendsk heimsspeki nakr­an­tíð hevur vilja verið við. Í Svøríki er hvørsmanrætturin grund­lóg­ar­tryggjaður, meðan hann í Nor­egi er tryggjaður í ein­ari ser­lig­ari fríluftslóg. Í Íslandi fingu tey eina nátt­úr­u­ frið­ing­ar­lóg í 1957 og í henni er hvørs­mans­rætt­ur­in staðfestur um framt regl­ur um hvussu farast skal við náttúruni. Í Føroyum hava vit hvørsmansrætt Í Føroyum var ongin lóggáva á frið­ing­ar­økinum áðrenn 1970, tá vit sum tað síðsta Norðurlandið fingu okkara fyrstu nátt­úr­u­frið­ in­g­arlóg. Øll lóggáva um lendið áðr­enn 1970 var um landbúnað, seyð, mark og girðing. Hvørki nátt­úr­u­friðing ella rætturin at ganga ein túr uttangarðs var end­a­málið við táverandi lóg­gávu. Tað var ongin trupulleiki, tí fólk gingu í haganum skyn­samt og ongin legði nakað í tað, um tey skikkaðu sær væl. Men við nátt­úr­u­frið­ing­ar­lóg­ini frá 1970 broytist hetta í Føroyum. Tí nátt­úr­u­fri­ð­ing­ar­lógin frá 1970 er sjálv­andi gjørd eftir danskari fyr­i­mynd, men tó ikki heilt. Júst tí, at mann í Danmark ikki hevur hvørs­mansrætt, eru ásetingar í før­oysku náttúrufriðingarlógini, sum hava ta fyritreyt og við­ur­ kenna, at vit faktiskt hava hvørs­mans­rætt í Føroyum. Sor­in­skriv­ar­in skriv­ar í 1969 í við­merk­i­n­g­unum t­il nátt­úr­u­frið­ ing­ar­lógina frá 1970: “Det er vistnok meget meget sjæl­dent at der er lagt de menn­esker hindringer i vejen, der har vil­let færdes til fods i udmarken” Og sum úrslit av hesi eyg­leið­ ing hevur fyrsti partur av nátt­úr­u­frið­ingarlógini hetta sum fyri­t­reyt. Hann er skrivaður við fyrimynd í norsku fríluftslógini og tað eru ásetingar um at fara væl um, tá ið vit ganga í hag­a­ num. Men tað gevur jú onga mein­ing við eini tílíkari áseting, um tað ikki er loyvt at fara í hag­an. Niðurstøðan má vera, at vit hava hvørsmansrætt í Føroyum, bæði sum siðvenju, men eisini sum fyritreyt fyri týðandi lóg­gávu. Unspoiled – eg meini tað! Hví er friðing og hvørs­mans­rætt­ ur tann mest týðandi politiska dags­skrá­in í Føroyum beint nú? Tað kan gott grundgevast fyri fyr­i­munum í núverandi náttúru­ friðingarlóg. Yvir­frið­ing­ar­nevnd­ in er óheft, sum tað fyrsta. Allar tær heim­ild­ir­nar eru í henni, sum gera tað møguligt at friða øki, og hon regulerar byggi­virk­semi og onnur inntriv í nátt­úr­u­na. Men nógv er broytt síðan 1970. Bæði fyrisitingarliga og vinn­u­liga í Føroyum. Fyri tað fyrsta er serstøðan, land­bún­að­urin hevur í nú­ver­andi lóggávu, ring at grundgeva fyri longur. Uttangarðs eru inn­triv loyvd, um bara tey eru til land­bún­að­ar­end­a­mál. Og tey inn­trivini eru næstan altíð í stríð við and­an í allari náttúrufriðing yv­ir­høvur. Tað er slíkt sum tað­ing langt burtur í haga, bara tí ein ­vegur er har, drening í mýr­i­lend­ um, tí landbúnaðarvirðið er so av­markað í teimum, og yv­ir­skip­ aðir lyngheiðar, sum blíva til keð­il­igar, eintáttaðar grasvøllir av øll­um bitinum. Í okkara grann­a­ londum er tílík upp­runa­nátt­úra friðað, men vit fáa ikki rætt­i­liga gjørt nakað við hetta við verandi lóggávu. Land­bún­að­ur­in í Føroyum utt­an­garðs er bara seyðahald, og við fá­um und­antøkum er tað eitt frí­tíðarítriv og ikki nakar veru­lig­ur vinn­u­vegur longur, í besta føri eitt í­kast til onkran annan vinnu­veg. Á­sey­ð­atal, heilivágur, girðing, tað­ing og nógv annað sum hevur við seyðahaldið at gera, átti held­ur at verið lóggivið fyri, stuðlað og viðgjørt sum nátt­úr­urøkt og ment­an - ikki sum in­tensiv vinna. Ein onnur stór broyting og nátt­úr­u­hóttan síðan 1970 er ein støð­ugt vaksandi ferðavinna. Øll tann náttúran, vit áttu at vart, verð­ur allarmest eksponerað á In­st­a­gram í royndunum at markn­að­ar­føra Føroyar sum eitt ó­spilt stað. Men fyri tað fyrsta er tað lygn, at Føroyar eru óspiltar. Vak­urt landslag – gamaní, men ó­spilt – avgjørt ikki. Og nú byrjar skað­in á náttúruna at gerast eyð­sýnd­ur nógvastaðni á okkara all­ar­vakrastu plássum. Og hóast nátt­úr­u­frið­ingarlógin hevur á­set­ingar um at fara væl um í haga, so er hon ikki egnað at reg­u­lera vaksandi ferðavinnuna. Tí­líka vinnuliga vandalismu fyri lætt­an vinning, sum vit síggja í løt­uni, mugu vit regulera í aðrari lóg­gávu, og ikki í tankaloysi gera okk­um inn á friðingarlóg, hvørs­mans­rætt og trivnaðin hjá før­oy­ing­um sum heild. Føroyar eru eitt sera lítið oyggja­land og samfelag. Og tey flestu av okkum eru ein partur av hes­um lagnufelagskapinum, utt­an at vit so frætt sum hava valt tað sjálvi. Tað er bara so. Ein sera stórur partur av einum væl­virk­andi samfelag við glaðum fól­k­um er treytaður av heilt øðr­um tingum enn teimum, sum standa í árligu frágreiðingini hjá bú­skap­ar­ráð­num. Tað handlar ikki bara um at hava, fáa, eiga og býta um, men at vera her saman við hvør­jum øðrum. Og her ver­ð­ur skjótt rættiliga trongt, um v­er­andi gongd heldur fram. Magnus Gaard Lívfrøðingur Fyri tað fyrsta er tað lygn, at Føroyar eru óspiltar. Vak­ urt landslag – gamaní, men ó­spilt – avgjørt ikki« rðurlandið fingu okkara fyrstu nátt­úr­u­frið­in­g­arlóg. Øll lóggáva um lendið áðr­enn