Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-07, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. november 2019síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 129 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 26 Tað var í 1947, at Trygg­ ing­ar­sam­bandið Føroyar ogn­aði sær aldargomlu og søgu­ligu húsini úti á Ting­a­nesi at nýta sum skriv­stov­uhøli og til tess at varðveita tey í upp­ runa­líki sínum ÁRNI AV REYNI Í Tórshavn var, sum Poul F. kvøð­ur, tingstaður øld eftir øld, og ting­staðurin var, sum navnið sig­ur, úti í Tinganesi. Seinni var har úti í Havn Konga­ligi Einahandilin, apotekið hjá Finsen, postavgreiðsla og pen­si­onat. Har vóru ymsir smá­ handl­ar, og har var so mangt ann­að virk­semi. Tíðliga í farnu øld, undan tíð­ ini hjá Charles Mauritzen & Co í Ting­a­nesi átti Christian M. Christ­i­an­sen, Christian hjá Ludda, ogn­ir­nar í Ting­a­nesi. Christ­i­an var sam­hand­ils­mað­ur við Charl­es Mauritzen & Co í Leith. Kom sum vinn­u­lívs­mað­ur illa fyri og mátti við skuld síni til Charl­es Maur­it­zen ganga frá ogn­um sínum. Tá, í 1928, ognaði skotska hand­ils­hús­ið Charles Mauritzen & Co í Leith sær húsini úti í Ting­ a­nesi. Her hevði handilshúsið virk­sem­ið sítt heilt fram til 1963. Ro­b­ert Brockie, sum hevði stjórn­að fyritøkuni her heima frá byrj­an av, tók í 1978 yvir alt virk­semi hjá Charles Mauritzen & Co. í Føroyum. Í 1931 gjørdi Løgting Føroya eina roynd at fáa Tinganes aftur á før­oysk­ar hendur. Hetta átak mis­eydn­aðist, sum lesast kann um í út­gávu av tíðindablaðnum Tím­a­num 21. august 1943. Løgtinginum á baki komu ein­staklingar, sum gingu við somu tonkum. Í Tingakrossi 16. juli 1947 skrivar Gamalur Havn­ ar­mað­ur grein um Tinganes. Í hesi grein verður sipað til Christ­ oph­er Nyholm Debess sum ein teirra, ið úrslitaleyst heitti á Bý­ ráð­ið og Løgtingið um at fáa Ting­a­nes aftur á føroyskar hend­ur. Teir báðir, Jens av Reyni (1886- 1948), fyrsti stjóri í Trygg­ing­ar­ sam­bandi Føroya, og Kristian Djur­huus (1895-1984), fyrsti nevnd­ar­for­mað­ur tess, seinni løg­mað­ur Føroya, virkaðu so fyri, at Trygg­ingini í 1947 bar til at ogna sær Tinganes frá Charles Maur­it­zen & Co í Leith, so at tað kom aftur á føroyskar hendur. Teir høvdu sum nevnt í hyggju at varð­veita Ting­a­nes í upp­run­a­ líki tess. Tann 1. apríl í 1948 fekk Trygg­ ing­ar­sam­band­ið sæti sítt og skriv­stov­ur sínar úti í Tinganesi, og við tað sama varð farið undir at bøta um gomlu og søguligu bygn­ing­ar­nar har úti. Kjartan Mohr (1899-1979), skip­ a­smiðj­u­stjóri, skrivar í minn­ing­ ar­orð­um um Jens av Reyni í Dag­blað­num 15. juni í 1948 eitt nú: “Jens av Reyni var ein góður Før­oya son­ur, tí søgu­liga hevði hann ser­stakan ans fyri. Ting­a­ nes – Før­oya mest søguliga stað – var hann altíð hugaður at fáa á før­oysk­ar hendur. Hetta gjørdist ein veru­leiki, og var tað honum ein heið­ur aftur at sita á gamlari før­oysk­ari grund, sum ein und­ an­gong­u­mað­ur í trygg­ing­ar­mál­ i­num.” Tórshavnar býur og fólka­ minni nevnist grein eftir Jógvan Waag­stein (1879-1949), tónaskald, í Dag­blað­num 9. november í 1948. End­ur­givið verður eitt brot av tí, Waag­stein skrivar um Tinga­nes: “At Tinganesi er øll okk­ara søga knýtt. – Nú hevur trygg­ing­ar­sam­band­ið “Føroyar” við Jens av Reyni sála og Chr. Tinganes og Trygging Tinganes í 1907. Foto: Harriet Jones, í starvi hjá Olafi Finsen OGN: TJÓÐSAVNIÐ Jens av Reyni, fyrstu stjóri á Tryggingarsambandinum Føroyar, og Kristian Djurhuus, fyrsti nevndarformaður Fyrstu árini helt Tryggingarsambandið til í Kristnastovu Í 1928 ognaði skotska hand­ils­hús­ið Charles Mauritzen & Co í Leith sær húsini úti í Ting­a­nesi