Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-07, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. november 2019síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 129 27 Djur­huus á odda aftur gjørt Tinga­nes til Føroya ogn, og nú hava okk­ara góðu menn á­byrgd­ ina av at gera hetta stað til rætta minn­ist­aðið fyri okkara søgu í farn­um og komandi døgum.” Víðari sigur Waagstein: “Nú eru eini av húsunum umvæld til brúks fyri Tryggingarsambandið og Lögtingið sum skrivstovur og fund­arsalir. Her eru teir so farnir und­ir at endurnýggja tað gamla, og varn­ir mega teir vera, um nak­að fullfíggjað skal spyrjast burt­ur úr hesum arbeiði – byrj­ an­in er gjørd við leigubúðini – brædd­ur klædningur og flag­ tekja bera boð um gamlar dagar.” Poul Petersen (1901-2001) í Funn­ingi, løgfrøðingur og løg­ ting­s­ting­s­mað­ur árini 1940 - 1970, sig­ur í bók síni Føroyar í søg­uni III á síðu 75: “Jens av Reyni var bor­in í heim úti á Reyni. Tað mundi eisini liggja honum so framm­ar­laga at fáa Ting­a­nes aft­ur á føroyskar hend­ur.” Hvat fer fram úti í Tinganesi? So er heiti á grein í Dagblaðnum um tað mundið, Tryggingin ogn­ ar sær Tinganes. Talan var um ó­grund­að­an ótta hjá navn­leys­ um skriv­ara, sum heldur, at Trygg­ing­ar­sam­band­ið Føroyar fer at beina fyri søgu­ligu hús­u­ num úti í Tinga­nesi. Sjón gongur fyri søgn: Við søg­u­ligu húsum og ogn­um tess er Ting­a­nes nú á døg­um ein av stolt­leikum før­oy­ inga, Trygg­ing­ar­sam­bandi Før­ oya fyri at takka. Poul Petersen sigur har­aft­ur­ at í nevndu bók síni: “Løgtingið var stuttorðað, tá ið Tinganes stóð tí í boði í 1947: Løgtingið heim­ilar landsnevndini (lands­ stýr­i­num) at gera semju við Trygg­ing­ar­sam­band­ið Føroyar um ting­sins yvirtøku av fast­ogn­ ini Tinga­nes til ognar móti við­ ur­lagi í einum rentuberandi veð­ halds­skuld­ar­brævi.” Løgtingið ognaði sær í 1957 onn­ur hús innari á Nesinum og hev­ur við árunum víðkað um ogn­ir sínar í Tinganesi, so at tær nú røkka niðan á Reynið. Av fyrstan tíð, frá 1940 til 1947, helt Trygg­ing­ar­sambandið Før­ oy­ar til í Kristnastovu úti á Reyni. Síðan var eitt stutt bil hild­ið til á Kongabrúnni, innan far­ið varð út í Tinganes í 1948. Feðgarnir Thomas og Marius Thom­asen gjørdust hvør eftir ann­an stjórar eftir Jens av Reyni, sum and­aðist 62 ára gam­ al tann 5. juni í 1948. Eftir Thom­ as­en­feðg­ar­nar varð Jens Petur Arge stjóri, og eftir hann kom fyrst Gunn­ar í Liða og síðan Reg­in Hamm­er. Eftir í nøkur ár at hava rópt seg Trygg­ing­arfelagið Føroyar, er heit­ið nú vorð­ið Betri Trygg­ ing. Eft­ir Mortan Poulsen og Je­ an Djur­huus er Ingunn Eirik­s­ dótt­ir nú stjóri. Á Kongabrúnni, har Trygg­ing­ ing­ar­sambandið helt til í 1947- 1948, fór tað aftur at húsast í 1959, og har húsast Tryggingin fram­veg­is í søguligum, ný­um­ bøtt­um og sam­an­tongdum hús­ um, sum Mar­ita Weihe (1948- 2005), ar­k­i­tekt­ur, so fagurliga og fund­víst tekn­aði. TÓRSHAVN, TANN 5. JUNI 2019 KELDUR: TÍMIN 21. AUGUST 1943 LØGTINGSTÍÐINDI 1947 DAGBLAÐIÐ 13. MAI 1947 TINGAKROSSUR 16. JULI 1947 KJARTAN MOHR: DAGBLAÐIÐ 15. JUNI 1948 JÓGVAN WAAGSTEIN: DAGBLAÐIÐ 9. NOVEMBER 1948 LØGTINGSTÍÐINDI 1. JANUAR 1973 ARNI THORSTEINSON: TINGANES – TÓRSHAVN, FØROYA LANDSSTÝRI 1986 HANS JACOB DEBES: TRYGGING Í FØROYUM, TÓRSHAVN 1991 POUL PETERSEN: FØROYAR Í SØGUNI III, FUNNINGI 1992 SOSIALURIN NR. 245, 29. DESEMBER 1998 INGÁLVUR AV REYNI: FRÁSØGN, TÓRSHAVN 2004 BIRGAR JOHANNESSEN: HAVNIN – FÓLK OG YRKI, 2008 MARIUS REIN: KRINGVARP FØROYA 2015 JÓGVAN ARGE: HAVNARMAÐUR OG GØTUSKURI, TÓRSHAVN 2015 ALEXANDER SAMUELSEN: FRÁSØGN, TÓRSHAVN 2019 arsambandið Føroyar Málningur hjá Ingálvi av Reyni av Tinganesi, málaður inni í skrivstovuni hjá pápanum, Jensi av Reyni, í bygninginum Rosenborg hjá Tryggingini yviri á Kongabrúnni í 1947 Ytst høgru­meg­in er Bakkastova, skrivstovubygningurin hjá Tryggingarsambandi Føroya 1948-1959