Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-07, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. november 2019síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 129 28 Óli Jacobsen Óli Jacobsen 4.partur H ilmar Kass, m.a. kendur sum løgtingsmaður í mong ár, er javngamal við Onnu, og tey gingu í flokki saman. Hann sigur eisini Johan Poulsen at hava verið ein góðan lærara, men tað órógvaði tó nakað, at Johan var nógv burtur, og at ymiskir vikarar komu fyri hann. Teir vóru góðir lærarar, men best er at hava sama lærara alla tíðina. Umframt Jens Wang, sum fyrr er umrøddur, minnist Hilmar, at Olaf Petersen, seinni árini kendur lærari á Argjum, eisini var vikarur. Johan Poulsen undirvísti í donskum og Christian Høj í føroyskum. Tá fóru børnini annars í skúla tann dagin, tey fyltu sjey ár. Hjá okkum í Gøtu fóru vit skúla aftaná páskir. Tað vóru fýra flokkar, so í nøkrum flokkum mátti gangast í tvey ár. Børnini vórðu flutt upp eftir dugnaskapi. Hetta var eisini annarleiðis í Gøtu, har børnini vórðu flutt upp eftir aldri. Tað var ein drongur, sum fleiri ferðir varð umlopin, tá ið støða skuldi takast til uppflyting, tí hann skuldi duga ov illa. Men hann var orðblindur, eitt fyribrigdi, sum als ikki var kent tá. Men hesin drongur bleiv seinnu ein av fremstu tekniskum snillingum, so har hevur einki bilað. Anna sigur, at Hilmar dugdi væl í skúl­ anum. Hann var ógvuliga virkin og skipaði millum annað fyri føroyskum dansi í skúlanum. Johan Poulsen hevði eisini kvøldskúla. Bartal Kass lærdi m.a. roknskap hjá honum. Hilmar gekk í skúla, til hann var 14 ár og fór so til skips við Austerlitz, kenda skip­ in­um hjá pápanum, Bartali. Anna gekk í skúla hjá pápa sínum, Johan Poulsen, til hon var 12 ára gomul. Tað vóru ikki nógvir møguleikar hjá gentum tá ið tíðini, men sum Anna greiðir frá, so var ein møguleiki. Gott at vera hjá nonnunum Anna heldur áfram: Tá eg var um 12 ára aldur, fór eg til Havnar at ganga í Realskúla. Hetta var ikki so sjáldsamt tá. Tað vóru fleiri gentur úr Eysturoynni, sum gjørdu tað sama. Hetta var tá í tíðini nærum einasti møguleiki hjá gentum fyri at fáa eina út­ búgv­ing út um fólka­skúlan. Fyrstu tíðina búði eg hjá nonn­ unum, sum hýsti gentum, sum komu til Havn­ar. Vit vóru 12 gent­ ur, sum búðu har. Vit svóvu í ein­ um stórum sovi­ sali uppi á loft­in­ um, so privatlív var einki. Tað hekk kanska eitt klæði mill­um sengurnar, men hetta riggaði kortini bara væl. Í dag eru mær vit­ andi bara seks nonnur eftir, men tá vóru tær 28 í tali. Nonnurnar vóru nokk so strangar. Vit skuldu vera inni tíðliga á kvøldi. Kl. hálvgum sjey haldi eg meg minnast. Og vit skuldu siga frá, um farið varð oman í býin. Men hetta dámdi foreldrunum væl. Hetta gjørdi tey tryggari. Ein genta, sum var væl eldri enn vit, hevði ein drong í Havn. Tá riggar ikki so væl at skula vera inni tíðliga á kvøldi. Vit hjálptu henni at sníkja seg út, uttan at nonn­urnar visti av tí og eisini at fáa hana inn aftur á sama hátt. Men hetta kundi ikki blíva við at ganga. Ein dagin finna nonn­ur­n­ar út av hesum, og tá slapp hon ikki var vera verandi. S j á l v t u m nonnurnar vóru útlendingar frá ymiskum londum, so dugdu tær væl før­oyskt. Tær høvdu eisini neyt og mjólk­ aðu eisini. Tað vóru serliga tvær, sum dugdu væl at mjólka. Vit hjálptu teimum eis­ ini at hoyggja. Lættari at fara í katólsku kirkjuna Pápi spurdi, um eg ikki gekk í kirkju, jú, eg gekk í katolikkakirkjuni. Hví eg gjørdi tað. Jú, greiddi eg frá, tað var nærri við. Hetta góðkendi hann. Vit vóru í kirkju kl. 6 hvørt einasta kvøld til andakt. Sunnudag kundu vit fara til gudstænastu, um vit vildu. Vit kundi eis­ ini fara í Havnar kirkju, men vit vóru altíð so seint uppi, at tað vara lagaligast at fara til katólsku gudstænastuna. Tað vóru ikki nógvir føroyingar, sum gingu í kirkju hjá katolikkunum. Tað vóru vist bara nakrar fáar familjur. Vanligt var á bygd at ganga í skúla til næmingurin var 14 ár. Men nøkur børn vóru so væl fyri, at tey kundi fara til Havnar í realskúla. Anna var eitt teirra SIÐSØGA Anna Christiansen: NONNURNAR VÓRU GÓÐAR AT BÚGVA HJÁ Anna og Hilmar Kass gingu eru javngomul og gingu í sama flokki. Bæði fingu tey á hvør sín hátt samband við føroyskan politikk. Anna sum konfirmantur í 1940. Tað var ein stórhending fyri sambandið millum Strendur og Havnina, at Tróndur varð keyptur í 1926. Her hava Anna og tey havt mangan túrin. Komandi ár verður koyrandi somu leið!