Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. november 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. november 2019 · Nr. 130 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagin kemur ein nýggj bók. Ein bók um stóra skatta­mál­ið mill­ um Betri-banka og skattavaldið. Høvundin og forlagið nevna bók­ina »Svik«, og hon snýr seg um stóra skatta­frá­dráttin upp á góðar 90 mió kr, sum Betri samtakið ætl­ aði sær, og sum Taks í fyrstu syftu góð­tók. – Hvussu eyðnaðist tað Før­oya rík­asta samtaki at fáa ein ólógligan skatta­frá­drátt upp á 90 milliónir krón­ur úr lands­kassanum, hvussu royndu før­oyskir myndugleikar at verja bank­an, og hvørjar av­leið­ing­ ar fekk hetta fyri KvF? Málið snýr seg um ein skatta­frá­ drátt, sum Betri samtakið segði seg hava rætt til, tí at virðið á banka­ num varð lækkað við góðum 500 mill­i­ónum krónum. Eitt tap sum kom, tá Finansiel Stabilitet yvir­tók bank­an. Tá uppgerðin varð gjørd, vísti tað seg at vera ein und­ir­ balansa upp á 514 milliónir krón­ur. Fin­ans­i­el Stabilitet til­førdi banka­ num tvær mil­l­iard­ir krónur í nýggj­ um parta­pen­ing­i. Við tapinum upp á 514 mill­i­óni­r krónur, so var rokn­ skap­ar­lig­a virðið á bankanum nú 1.486 mill­i­ón­ir krónur. Seinni keypir Betri samtakið bank­an frá Finansiel stabilitet. Tá ið bankin í 2012 ger upp rokn­ skap, er tað at hann mótroknar tap­ið, sum Finasiel Stabilitet hevur havt upp á hesar 514 milliónir krón­ ur­nar, sum leiðsla bankans heldur, at nýggju eigararnir kunna draga frá so­leiðis, at bankin sleppur und­ an at rinda skatt av hesum peng­u­ num. Ein skattafrádrátt upp á góð­ ar 92 milliónir krónur. Um ein skattgjaldari sleppur und­an at rinda góðar 92 milliónir krón­ur í skatti, so merkir tað, at 51.000 før­oyi­ngar skulu rinda góðar 1.800 krón­ur meira í skatti í part. Fyrst segði Taks, at hetta var í ord­an. Síðani var øgiligur ágangur á bæði Taks og Eik Banka, sum bank­ in tá nevndist. Tað løgna er, at Taks síð­ani broytir støðu og sigur, at jú, bank­in hevur rætt til frádrátt fyri tap­ið, sum Finansiel Stabilitet hev­ ur havt. Men tapið er ikki longur vert 514 mill­i­ónir krónur í frádrátti, men 0 krónur í frádrátti. Vit kunnu so hvør í sínum lagi royna at skilja hetta, at Taks brád­ liga broytir ein skattafrádrátt upp á 514 milliónir krónur til 0 krónur. Rokið førdi til, at stjórin í banka­ num reyk, og tíðindaleiðarin í Kring­varp­i­num misti eisini høvd­ið fyri dekningin av bank­a­mál­i­num. Tíð­inda­m­að­urin, sum dekkaði søg­una vegna Kringvarpið, hevur nú skriv­að bók um málið, nevnd »Svik«, sum uttan iva fer at seta dags­skránna næstu dagarnar. Nýggj bók ger upp við skatta­ mál­ið hjá Betri-samtakinum Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin SVIK FER AT SETA DAGSRÁNNA Kristin í farloyvi – Terji á tingi Á tingfundinum í morg­un bað Kristin Mich­el­ sen, løg­tings­ mað­ur S­já­lv­stýr­ is­f­loks­ins, um farloyvi Og í hansara stað hevur Terji B. Vestergaard tikið sæti á tingi. Hóast Jógvan Skorheim, borg­ar­stjóri í Klaksvík, er næsti maður, hevur hann boð­að tinginum frá, at hann kann ikki møta. Tí fall valið á Terja B. Vest­er­gaard, sum er triði á maður á listanum hjá Sjálv­stýrinum. Terje B. Vestergaard fekk 116 atkvøður við løg­tings­val­ ið, og tekur tí sæti á tingi fyri fyrstu ferð. Hann er 46 ára gam­al. Hann býr í Saltangará, er gift­ur við Birnu, og eiga tey trý børn. Terje B. Vestergaard er ikki ó­kendur við politiskt ar­beiði. Hann hevur í átta ár verið uppí í kommunal pol­i­t­ iskum arbeiði og er vara­borg­ a­r­stjóri í Runavíkar Komm­ unu. Hetta er fyrstu ferð, at Kristin Michelsen hev­ur tikið farloyvi sum sjálv­stýr­ is­mað­ur. Nógv á sam­ fel­ags­ stevnu SÍÐA 10 Nøgd­ ur við við­gerð av sjó­ feingi TÍÐINDI SÍÐA 9 Hóast besta úrslitið í 13 ár, so er tað er ikki í fiskivinnuni, at fel­ag­ið tjen­ar felstu peng­ar­nar, leggur leiðsl­an dent á í árs­rokn­skap­i­num Tað gongur væl hjá reiðarínum P/F Enni­berg í Havn. Men hó­ ast ársúrslit felagsins er tað besta seinastu 13 árini, so ger leiðsla felagsins vart við í rokn­ skapi­num, at tað er ikki fiski­ vinnan, sum ger munin hjá fel­ ag­num, hóast endmál fel­ag­sins er at eiga skip, reka fiski­vinnu, handil, ídnað u­m­framt fíggjar- og íløguvirksemi og ann­að starv í hesum sam­bandi. Ársins bruttoúrslit var 68 mill­i­ón­ir krón­ur í mín til slakar 71 milliónir árið fyri. Úrs­litið eft­ir skatt er 18,3 mill­i­ón­ir krónur í mun til 18,7 árið fyri. »Ársúrslitini seinastu tvey árini hava ver­ið nógv merkt av, at felagið hevur havt stór­ar inntøkur í 2018 og 2017 av virk­ semi, sum ikki hevur við fiski­ vinnu at gera«, skrivar leiðsla fel­agsins í árs­rokn­skap­i­num. Leiðslan metir samlaða úrsl­it­ið at vera nøkt­andi, hóast leiðsl­an ikki er heilt nøgd við gongd­ina innan fiski­vinnu­ part­in. Felagið vísir á í rokn­skap­ i­num, at árs­úrs­lit­ið fyri fiski­ vinnu­part­in hjá P/F Enn­i­berg í 2018 var 8,5 milliónir krónur, og í 2017 var tað 4,7 milliónir krón­ur. Úrslitið frá aðrari vinnu enn fiski­vinnu hjá P/F Enn­i­ berg vóru í 2018 9,8 mill­i­onir krón­ur og í 2017 var tað 12,1 mill­i­ón krónur. Felagið skrivar eisini í rokn­ skap­inum, at støð­an hjá fel­ag­ num er nær tengd at a­l­tjóða bú­skap­i­num, fiskaprísum, val­ ut­a­kur­s­um og teimum kvot­um felagið fær til­l­ut­aðar. Framtíðiar útltini eru tengd at veið­i­møg­u­leikunum. Mest týðandi fiskileiðin hjá Enn­ i­berg er framvegis Barents­ hav­ið. – Vegna nýggja fiski­vinnu­ lóg­gávu og ­mink­aða kvotu vænt­ar felagið lakari úrsl­iti av fisk­i­vinnuni í komandi ári. Sambært roknskapinum hjá P/F Enn­i­berg, so er virk­ semi felagsins, sum ikki hevur við fiski­vinnuna at gera, ogn­ ar­part­u­rin í SMS. P/F Enniberg eig­ur 50% av part­a­peninginum í SMS, sum millum ann­að rek­ ur Sølumiðstøðina í Havn, Bón­ us-handlarar, Mylnu-handl­an­ ar­nar og bak­a­rí­ið. P/F Enniberg 18,3 mió kr í avlopi Terji B. Vestergaard tók sæti á tingi í morgun Mynd: Bill Justinussen