Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. november 2019síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 11. november · Nr. 130 TÍÐINDI DAGSTOVNAØKIÐ Í TÓRSHAVN Greinarøð: Annika Kunoy Im annika@sosialurin.fo Dagstovnaøkið í Tórshavnar komm­unu hevur verið í brenni­ deplinum í longri tíð. Vit hava í áravís hoyrt um sjúkra­frá­ver­ ur, álvarsama strongd, upp­ sagnir og stórt ónøgd­semi mill­um bæði leiðslu, starvsfólk og foreldur. Leiðarar á stovn­ un­um í komm­ununi hava í fleiri ár sagt, at fíggjarleisturin, ið Tórshavnar kommuna nýtir til dag­stovn­arnar í komm­un­ uni ikki virkar, og at fíggingin ikki strekkir til. Eisini eru starvsfólk og for­eldur ónøgd við, at norm­er­ing­in er ov lág. Hóast atfinningar um ov lítið av peningi til økið og ov fá fólk á gólvinum, so hevur komm­ unan í longri tíð arbeitt við eini broyting innan leiðslu­ bygn­aðin. Hetta hóast bæði leiðarar og námsfrøðingar í kommununi harðliga hava mót­mælt komandi broyt­ing­ar­ ætl­anunum bæði við mót­ mælis­skrivi og uppsagnum. Men á býráðsfundi 30. oktober varð bæði samtykt, at broyt­ ing­arnar í leiðslubygnaðinum skulu fremjast, og at størri játt­an skal latast til normering á dagstovnaøkinum. Í Vikuskiftis Sosialinum, sum var í sølubúðunum hós­ kvøldið, varpaðu vit ljós á evnið við eini greinarøð, har mill­um annað formaðurin í Før­oya Pedagogfelag hevðist at Tórshavnar kommunu, tí hon ikki lurtar eftir náms­frøð­ ing­unum. Fíggjarleisturin, ið kommunan nýtir nøktar langt frá tørvin, sum er á økinum, tí játtanin til dagstovnarnar verð­ur latin eftir einum mið­al­ tali, ið er funnið eftir at eitt fiktivt tal er roknað til krónur. - Tað er excel arkið – og ikki vit og skil -, sum stýrir, stað­ festi formaðurin í Føroya Peda­gogfelag fleiri ferð hvass­ liga. Í somu greinarøð varð sagt frá úr kunningarskrivi, ið for­ eldur við børnum í stovnum í Tórshavnar kommunu høvdu fingið frá kommunui. Í skriv­ inum varð viðgingið, at av­leið­ ingar av verandi normeringum og bygnaði eru, at verri og verri er hjá kommununi, stovns­leið­arunum og starvs­ fólk­unum at tryggja og menna náms­frøðiligu tænastuna. Avleiðingin av ótolandi um­ støðunum er ikki bert álvarslig strongd, sjúka og uppsagnir, men eisini stórt ónøgdsemi millum foreldur, har summi ikki kenna seg trygg við at lata børnini vera á stovni fulla tíð. Í Vikuskiftis Sosialinum, sum var í sølubúðunum hóskvøldið, sigur ein mamma at tveimum børnum, sum eru á stovni í Tórshavnar kommunu, at tey hava avgjørt, at pápi børnini fer niður í arbeiðstíð orsakað niðurraðfestingina av dags­ stovna­økinum. Hon kennir seg snøkt sagt ikki trygga við, at døtur hennara eru har fulla tíð. Fíggingin av øllum námsfrøðiliga virkseminum á dagstovnum, frítíðarskúlum og ungdómsklubbum í Tórshavnar kommunu verður gjørd við grundarlagi í útrokningarlykli, har ávís játtan verður latin stovnunum per barn. Játtanin verður roknað út eftir miðaltali av rakstrarútreiðslunum á øllum økinum. (Kelda/ Kunningarskriv frá Tórshavnar kommunu) 26. september varð mótmælisskriv við 455 undirskriftum handað Anniku Olsen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, tí hildið var, at tað er óskiljandi, at kommunan raðfestir leiðslu fram um starvsfólk og børnini, sum eru á stovnunum. Tórshavnar Býráð samtykti 30. oktober at broyta bygnaðin á dagstovnaøkinum soleiðis, at teir 37 dagstovnarnir í kommununi framyvir verða skipaðir í eindir við hvør sínum leiðara. Býráðið samtykti eisini at hækka starvsfólkanormeringarnar á dagstovnaøkinum. Talan er um eina játtan á 4,5 milliónir til meirnormeringar, so meira tíð verður til børnini, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni. Broytingin væntast at kosta 2,75 milliónir krónur. Samlaður kostnaður av normeringsøkingum og eindarleiðslum er 7,25 milliónir krónur. Fakta: Fakta: Fakta: Vit fara í eina tíð at grava djúpari í evninum um dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu við fleiri uppfylgjandi greinum í komandi bløðum.