mánadagur 11. november 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 11. november · Nr. 130
TÍÐINDI
Dugnaligir
leiðarar rýma
- Eg eri sjálv farin av økinum, hóast eg veit, at eg enn
havi nógv eftir at geva, havi nógva vitan og nýggjan
vælskikkaðan yvirbygnað. Eg fari, tí leiðslan í kommununi
setur í verk ein pedagogikk, sum samsvarar við siðvenju
Annika Kunoy Im
annika@sosialurin.fo
Seinasta árið hava seks dag
stovnaleiðarar sagt seg úr
starvi í Tórshavnar kommunu.
Ein teirra er Majbritt Jacobsen,
leiðari í Býlingshúsinum mill
um Gilja í Hoyvík, sum segði
seg úr starvi 31. oktober. – dag
in eftir, at býraðið hevði sam
tykt broytingarnar í leiðslu
bygnaðinum. Broytingin merkir
í stuttum, at sjey til átta
stovnar verða skipaðir sum
stovnar í eind undir einum
eindarleiðara.
Hósdagin 7. november sigur
Majbritt Jacobsen við in.fo, at
fleiri av starvsfólkunum í Bý
lingshúsinum millum Gilja eis
ini hava sagt seg úr starvi or
sakað av ónøgdsemi um av-
gerðina hjá Tórshavnar komm
unu um at seta eindarleiðslu í
verk ístaðin fyri at fyrst og
fremst raðfesta normeringina
av starvsfólkunum á stovn
unum.
Majbritt Jacobsen sigur, at
tað er umráðandi, at vit spyrja,
hví
so
nógvir
dugnaligir
leiðarar eru rýmdir av dag
stovnaøkinum,
og
hví
so
nógvir
námsfrøðingar
leita
sær av dagstovnaøkinum út á
serøkir.
- Eg eri sjálv farin av økin
um, hóast eg veit, at eg enn
havi nógv eftir at geva, havi
nógva vitan og nýggjan væl
skikkaðan yvirbygnað. Eg fari,
tí leiðslan í kommununi setur í
verk ein pedagogikk, sum ikki
samsvarar við siðvenju, sigur
Majbritt Jacobsen.
Hon fýlist - sum aðrir frá
farnir leiðarar og námsfrøð
ingar í kommununi – á komm
ununa, og heldur, at høvuðs-
raðfestingin hjá kommununi
átti at verið at játta neyðugu
fígging og víst arbeiðinum hjá
námsfrøðingunum og stovns
leiðarunum virðing og givið
teimum arbeiðsfrið, so tey fáa
ment og mentað børnini.
- Næstan annar hvør peda
gogur, eg tosi við fylgir við í
starvslýsingum,
sigur
hon
umhugsin.
- Í dag koma nýggj forledur
inn á ein stovn, og sigur man,
at er eingin námsfrøðingur á
stovuni, so vilja tey hava aðrar
møguleikar, leggur hon aftur
at.
Eindarleiðsla tekur
ábyrgdina frá leiðarum
Majbritt Jacobsen sigur, at tað
er sera torført hjá henni at
góðtaka, at stovnsleiðarar nú
skulu býta ábyrgdina av stovn
inum við ein deildarleiða, sum
er
eitt
millumlið
millum
stovnsleiðara og kommununa.
- Sum leiðari havi eg ábyrgd
av, at míni starvsfólk trívast,
mennast og hava góð tilboð í
gerandisdegnum.
Tá
eindarleiðslan verður sett í
verk, skal eg saman við eindar
leiðara hava fíggjarliga og
menningarliga ábyrgd av økin
um. Men hvør hevur so skyld
ina, tá eg ikki havi røkt starvið
nóg væl, spyr hon. Tá er lætt
hjá mær at tveita ábyrgdina á
eindarleiðarin, sum gav mær
boðini. Tá ábyrgd verður út
lutað, so hevur eingin ábyrgd
ina, sigur hon.
- Kommunan hevur ferð
eftir ferð sagt, at eindarleiðslan
verður ein hjálp til stovnsleið
ararnar. Hesum eri eg grund
leggjandi ósamd í. Tí tað, sum
sagt verður er, at leiðarar ikki
megna sítt arbeiði. Tá man vel
ur at seta seg í ein leiðarastól,
skal man hava pondus, og hev
ur man tørv á at verða leiddur,
so skal man ikki søkja eitt leið
arastarv. Hetta er orsøkin til,
at nógvir av teimum sterku
leiðarunum nú hava sagt seg
úr starvi, sigur hon hvassliga.
Ikki ímóti eindarleiðslu
Hóast hvassligu útsagnirnar,
so sigur Majbritt Jacobsen tó
eisini, at hon ikki beinleiðis er
ímóti
eindarleiðslu
á
dag
stovnaøkinum í Tórshavnar
kommunu. Hon heldur tó ikki,
at umstøðurnar ella tíðin er
røtt til tess.
- Leiðarar hava tørv á størri
fíggjarligum rásarúmi til at
reka stovnin. Tað kann væl
vera, at eindarleiðsla er ein
góður leiðslubygnaður, men
ikki júst nú meðan vit sam
stundis mangla námsfrøðingar
á gólvinum og fíggingin til
økið er ov lág.
- Leiðslan í Tórshavnar
kommunu
ger
óivað
eftir
bestu sannføring, men tað er
gjørt hóast stórt mótspæl frá
námsfrøðingum og mótmælis
skrivi við 455 undirskriftum, ið
vórðu fingnar til vega eftir
trimum døgum, sigur hon.
Eftir mótmælini frá leiðar
um og námsfrøðingum varð
játtað størri fíggjarlig upp
hædd
til
normeringina
á
stovnunum, og Majbritt Jacob
sen ásannar, at góð ting eisini
henda innan økið.
- 4.5 milliónir vórðu játtaðar
til gólvið, men hasar milliónir
nar komu eftir trýstið og mót
mælini, ið hevur verið í longri
tíð. Kommunan er í ferð við at
oyðileggja økið uppi frá, hóast
nógv dygd er á gólvinum, sum
tørvar raðfesting og rós hvønn
dag, sigur hon.
Toppstýrd námsfrøði
er vandamikil
- Orsøkin til mína uppsøgn er,
at vita fáa toppstýrda náms
frøði, tá eindarleiðslan verður
sett í verk, sigur fráfarni leið
arin.
Majbritt Jacobsen skrivaði
serritgerð sína í yrkisfatan, og
tá hevði hon fleiri samrøður
við námsfrøðingar í Føroyum
um, hvussu teir skilja sítt yrki
og koma runt í teimum sjey
økinum í námsætlanini. Hon
staðfestir útfrá granskingini
til serritgerðina, at tað ongan
tíð hava verið so nógv dugnalig
starvsfólk innan námsfrøðina,
sum brenna fyri sínum øki
sum nú. Orsøkina heldur hon
vera, at starvsfólkini hava
stórt sjálvræði í gerandisdegn
um.
- Missa vit tað, so fáa vit
toppstyrdan pedagogikk, sigur
hon.
Majbritt Jacobsen, leiðari í Býlingshúsinum millum Gilja í Hoyvík, segði seg úr starvi eftir samtyktu broytingarnar í leiðslubygnaðinum.
Kommunan
hevur ferð eftir
ferð sagt, at
eindarleiðslan
verður ein hjálp
til stovnsleiðar
arnar. Hesum
eri eg grund
leggjandi ósamd
í. Tí tað sum
sagt verður
er, at leiðarar
ikki megna sítt
arbeiði
Tað kann
væl vera, at
eindarleiðsla
er ein góður
leiðslubygnaður,
men ikki júst
nú meðan vit
samstundis
mangla náms
frøðingar á
gólvinum og
fíggingin til økið
er ov lág
Fráfarin stovnsleiðari: