Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. november 2019síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 11. november · Nr. 130 TÍÐINDI Eindarleiðsla fyribyrgir strongd - Eindarleiðarin skal millum annað hava sum uppgávu at vera tættari upp á stovnsleiðaran, skal hava ábyrgd av fakligari sparring og tryggja, at strongd ikki etur stovnsleiðaran upp, sigur Turið Horn, sum bæði er stovnsleiðari og býráðspolitikari í Tórshavnar kommunu Annika Kunoy Im annika@sosialurin.fo - Veruleikin á dagstovna­øk­in­ um í Tórshavnar kommunu er kompleksur. Stovnsleiðarar hava verið bæði suverenir og auton­omir, og tað er bæði gott og vandamikið, sigur Turið Horn, leiðari í Býlingshúsinum á Flat og býráðspolitikari í Havn. - Eg havi sum stovnsleiðari ikki eina relatión til mín leið­ ara. Orsøkin er, at mín leiðari sjálv hevur eina ómøguliga leiðslu­uppgávu, sum er at hava tætta relatión til teir nær­um 40 dag­stovna­leiðar­ar­ n­ar í kommununi, skrivar Turið Horn í lesarabrævi dag­ fest 27.10.2019. - Hon hevur tí ongan møgu­ leika at vita, hvussu eg havi tað við mínum gerandis­upp­ gáv­um og leiðsluuppgávum sum heild. Ei heldur hjá mín­ um kollegum. Tað er her, at eindarleiðarin kemur inn í myndina. Hesin skal, millum annað, hava sum uppgávu at vera tættari upp á stovns­leiðaran, skal hava ábyrgd av fakligari sparring og tryggja, at strongd ikki etur stovns­leiðaran upp, skrivar hon framhaldandi. Vilja uppraðfesta økið Og júst hetta, at strongd etur stovnsleiðarar upp er ein stórur trupulleiki innan dags­ stovnaøkið. Seinastu árini eru 15-16 leiðarar farnir úr starvi vegna strongd. - Eg havi vitað, at leiðslan á dagstovnaøkinum má styrkj­ ast, men eg havi ikki verið vís í, um eindarleiðsla var júst rætta loysnin. Í Danmark hava vit sæð, at normeringin gjørdist lægri og trýstið hægri, sigur hon. Í lesarabrævinum skrivar hon, at: “Eg kenni væl kritisku rødd­irnar um eindarleiðslu, og eg skilji sera væl óttan og krit­ ikkin, serliga tá eg hugsi um, hvussu tað til dømis er fleiri staðni á Almannaverkinum og somuleiðis á dagstovnaøkinum í Danmark viðvíkjandi eind­ar­ leiðslu har. Hesin leisturin, sum tey hava brúkt, hevur skapt stóra fjarstøðu millum leiðsluliðini og hevur máað støðið undan námsfrøðini á økinum. Men hetta er IKKI tað, sum liggur í uppskotinum um eindarleiðslu í Tórshavnar kommunu.” Kommunan má taka ábyrgd Turið Horn leggur dent á, at endamálið við leiðslu­broyt­ing­ un­um er at uppraðfesta dag­ stovna­økið. - Tað er umráðandi, at komm­ unan tekur ábyrgd av økin­um, tí vit hava eina dag­stovna­lóg, sum má haldast. Undir núver­ andi bygnaði hava politikarar onga hóming av, hvussu støð­ an er á einstøku stovnunum, við­gongur hon blankt, men hon leggur afturat, at upp­ skotið um eindarleiðslu snýr seg um, at Tórshavnar komm­ una politiskt og umsitingarligt má styrkja um leiðsluna. - Tað riggar ikki at hava ein leiðara og 37 dagstovnaleiðslur, og tí eru ætlanin at styrkja um námsfrøðiliga arbeiði á økin­ um á henda hátt, sigur hon. Turið Horn telist millum fáu røddirnar av stovns­leið­ar­ um, ið tosa opið fyri avgerðini hjá Tórshavnar kommunu um at broyta leiðslubygnaðin. Men Turið Horn er eisini polit­ ik­ari, og hon greiðir frá, at fleiri politikarar ikki vita, hvussu økið sær út fyri­skip­ anarliga, og kommunan hevur ikki tikið ábyrgd av at skipa økið. Strongdin stemst av einsemi - Seinasta árið eru fleiri stovns­ leiðarar vorðnir strongdir, fleiri hava sagt seg úr starvi og eft­ir standa foreldrini. Hetta ber ikki til og er óráðiligt, sigur hon. Hon heldur, at høvuðs­or­ søk­in til, at fleiri stovnsleiðarar eru vorðir álvarsliga strongdir er, at arbeiði sum stovnsleiðari er sera einsamalt. Ábyrgdin kann ikki øll liggja á einstøkum leið­arum, og tí má kommunan gera eindarleiðslu. - Vit hava nógv barna­vernd­ ar­mál, fleirmælt børn og starvs­fólkamál. Mangan situr man alt ov einsamallur í starv­ inum. Ein eindarleiðari gevur møguleika til sparring og hjálp, og hesum eru fyrimunir við, sigur hon. - Eg eri hørm um, at hetta rumbulið ávirkar børn og for­ eldur. Foreldrini verða óttafull, tí tey vilja ikki koyra børnini á ein stovn, sum ikki riggar. Skulu børn og foreldur hava tað gott, so má starvsfólkið og leið­arin hava tað gott, sigur Turið Horn. Óttin, ótryggleikin og ør­ kyml­anin, sum foreldur og náms­frøðingar sita við byggir tó ikki á fakta, greiðir hon frá. - Eg skilji væl, at bæði náms­ frøð­ingar og foreldur verða ótrygg, tá kommunan sig­ur eitt, og Pedagogfelagið sig­ur eitt annað, men hetta eru okk­ ara yngstu borgarir og teir eiga vit at kunna samstarva um, sig­ur hon álvarsliga. Hon skilur tó væl væntandi álitið á politisku skipanina, tá økið er so niðurraðfest. - Trýst hevur verið á stovns­ øk­inum í kommununi í longri tí, og nýggju broytingarnar inn­an leiðslubygnaðin er síðsti dropin hjá fleiri, sigur hon. Turið Horn heldur, at um­ framt leiðslubroytingarnar, ið nú verða framdar, so er eisini neyðugt at uppraðfesta norm­ ern­ingina og broyta út­rokn­ ing­ar­lykilin, ið kommunan nýt­ir at fíggja økið. - Tað er als ikki í lagi, at normeringin er so vánalig, og her tosa vit ikki bert um fleiri játtaðir tímar, men eisini um yrkisføri. Vit mugu hava fleiri námsfrøðingar inn á økið, tí hetta er eitt tað mest um­ráð­ andi starvið, sum man kann hava, staðfestir hon. - Hetta er nakað, sum verður sagt ferð eftir ferð, men tá einki broytist á økinum, so missa vit trúvirði, og tað er hetta, sum vit politikarar eru upp ímóti, sigur hon til endans. Turið Horn er bæði stovnsleiðari og politikari. Hon heldur, at nýggi leiðslubygnaðurin verður ein hjálp hjá sitandi leiðarum Stovnsleiðari og politikari: Tað er umráð­ andi, at komm­ unan tekur ábyrgd av økin­um, tí vit hava eina dag­ stovna­lóg, sum má haldast. Undir núverandi bygnaði hava politik­ar­ar ongan hóm­ing av, hvussu støð­ an er á einstøku stovnunum Seinasta árið eru fleiri stovns­ leiðarar vorðnir strongdir, fleiri hava sagt seg úr starvi – og eftir standa foreldrini. Hetta ber ikki til og er óráðiligt