Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. november 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 11. november · Nr. 130 Í seinastu viku vórðu boraðir 156 metrar av Sandoyartunlinum – í Traðardali 93 metrar og 63 metrar á Gomlurætt. Ferðavinnan vitjar í Vágum Fríggjadagin 15. november skipar Ferðavinnufelagið í tøttum samstarvi við Visit Vágar fyri økisvitjan í Vágum Vilmund Jacobsen Í Vinnuhúsinum vita tey í dag at siga, at ferðalagið fer við bussi úr Vinnuhúsinum á Óð­ ins­hædd fríggjadagin klokkan 13, og síðan verður vitjað eftir einari skrá, sum er løgd fyri dag­in. Tiltakið í Vágum bert er fyri limir í Ferðavinnufelagnum, og seinasta freist at tekna lut­ tøku er á middegi hósdagin kom­andi. Fyrstu ferð, Ferða­vinnu­ felagið skipaði fyri einari slík­ ari økisvitjan, var í september í fjør. Tá varð vitjað á Sandoynni, og skráin fyri vitjanina varð løgd til rættis í tøttum sam­ starvi við Visit Sandoy. - Vit eru farin í holt við hetta átak fyri at varpa ljós á ferða­ vinnutilboðini kring landið og at skapa karmar fyri, at økini fáa marknaðarført síni øki fyri limum í felagnum. Endamálið er eisini, at limafyritøkurnar skulu fáa meira vitan um økið, so­leiðis at tær betur kunnu brúka ávísu økini meira í fram­ tíðini.   - Vit vóna, at góð undirtøka verður fyri tiltakinum í Vág­ um, soleiðis at vit á henda hátt framhaldandi kunnu verða við til at økja um kunnleikan um ferðavinnutilboðini kring landið, siga tey í Ferða­vinnu­ felagnum. Í Vágum verða fleiri vitjanir. - Her verður eitt nú vitjað á Fiskastykkinum í Sandavági, Kálvalíð í Miðvági, Krígssavnið í Miðvági, smátturnar í Bø, Pakkhúsið í Bø, Gásadals­garð­ in, og Hotel Vágar, vita tey í Vinnuhúsinum at siga í dag. Pernille ikki í iva Vilmund Jacobsen Pernille Jørgensen gjørdi skjótt av í Gekka-spæl­in­ um fríggjakvøldið. Hon var til arbeiðis á Sýnuni í Vágum, tá hon fekk fulla plátu og slapp at snara hjól­inum. Hon valdi at deila høv­ uðs­vinningin á 1,3 miljónir krónur yvir teir tríggjar leyparnar við 450.000 krón­um í hvørjum leypi. Longu í fyrsta drátti steðg­aði hjólið á 15.000 krón­um, sum faldað við fimm gav henni 75.000 krón­ur. - Hatta er fínt, segði Pernille Jørgensen og takkaði fyri vinningin. Gekka-verturin, Magnus Magnussen, helt fyri, at hesar 75.000 krón­ ur­nar eru góðar aftrat løn­ ini á Sýnuni í kvøld. - Nú fáa tey gomlu køku, legði hann aftrat. SØRVÁGUR: Átaksleiðarin hjá Sørvágs Sløkkiliði hevur fingið nýggjan bil at koyra í. Á fíggjarætlanini fyri 2019 setti Sørvágs kommuna 300.000 krónur av til keyp av nýggjum bili. Góður útróður við línu Hesa vikuna verður roknað við nógvum línufiski Vilmund Jacobsen Á Fiskamarknaði Føroya rokna tey við nógvum línu­ fiski hesa vikuna. - Trý ísfiskalínuskip koma inn at landa í dag, og síðan koma fleiri, sum henda vikan gongur. Línuskipini fáa mest av toski og hýsu og so nakað av longu, brosmu og svart­ kalva. Umframt ísfiskalínuskip, vóru fríggjadagin eisini fýra frystilínuskip til fiskiskap undir Føroyum, og eitt frysti­ línu­skip var í íslendskum sjógvi. Streymurin verður rími­ liga harður hesa vikuna, og veðrið verður skiftandi. - Tað verður neyvan nógv­ ur útróður, men vit vænta, at nakað verður. Útróðrar­bát­ar­ nir fáa stórt sæð bara tosk og hýsu, og fiskiskapurin er góð­ur, serliga við línu, verður lagt aftrat. Myndin er av útróðrarbátinum, Brandi, sum Janus Sørensen eigur og rekur