mánadagur 11. november 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 11. november · Nr. 130
TÍÐINDI
Arbeiðsskaði á sjónum - má
velja millum hús ella bil
Málsviðgerðin hjá Føroya vanlukkutrygging er ov lang, og kunningin er alt
ov vánalig. Tað sigur ungur sjómaður, sum er 60.000 krónur í afturhond við
rokningum, eftir at hann í fjør fekk álvarsaman skaða umborð á línubáti.
Maðurin má nú velja, um hann skal sleppa sær av við bilin ella húsini
Steinar Patursson
Tað er ikki bara sum at siga tað
at fáa endarnar at hanga sam
an, tá tú hevur verið úti fyri
arbeiðsskaða og noyðist at
dúva upp á almennar veitingar.
Ein ungur maður kærdi í
farnu viku sína neyð fyri
Sosialinum, har hann gjørdi
vart við fíggjarligu støðuna, ið
hann var komin í, meðan hann
bíðaði eftir avgerð frá Føroya
vanlukkutrygging.
Av tí at málið hjá manninum
enn ikki er endaliga viðgjørt,
vil hann vera dulnevndur.
Hann sigur, at málið hjá sær
má ganga ta leið, sum tað nú
einaferð fer at ganga, men at
hann vil gera vart við seg, so
onnur, ið koma í somu støðu,
vita, hvat er í væntu.
Fekk skaða umborð
á línubáti
Maðurin hevur í nógv ár ar
beitt sum kokkur umborð á
línubáti, men ein túr í 2018 var
hann umborð sum dekkari.
Ein
dagin
hann
stóð
í
skúrinum, var rættiliga ringt
veður, og brádliga fekk báturin
ein sjógv. Maðurin, sum stóð
við knívi í hondini, fekk ikki
fótað sær og datt. Hann var so
mikið óheppin, at knívurin fór
gjøgnum armin og skar puls
æðr og nervar yvir.
- Eg var rættiliga óheppin, tá
eg datt, og hetta mundi fakt
iskt gjørt enda á mær. Eg fekk
knívin gjøgnum armin og skar
pulsæðrina yvir, og blóðið
sprændi úr arminum.
Tíbetur stóð skiparin hjá, og
hann var skjótur yvir at hjálpa
honum. Sárið var so mikið
ógvisligt, at heili tvey kom
pressbind máttu leggjast um
armin, og maðurin varð í skundi
fluttur til Danmarkar, har
hann slapp undir læknahond.
Eftirspælið ikki nóg gott
Í tíðini eftir skaðan livdi mað
urin av dagpeningi, meðan
hann bíðaði eftir avgerðini hjá
Føroya
vanlukkutryggingar
ráð. Dagpeningurin var ikki
nógvur, um 8.000 kr. um mán
aðin eftir skatt, og hetta var
ikki nokk til at fáa endarnar at
røkka saman. Onkran mánaða
varð útgjaldið uppaftur minni,
tí vanligir feriudagar og annað
varð mótroknað, sigur sigur
hann.
Maðurin hevur fýra børn,
av teimum tveir dreingir við
autismu. Eisini hevur hann
hús og bil, men spurningurin
er, hvussu leingi bilurin fer at
standa í túninum, tí nógvar
rokningar liggja eftir frá tíðini,
har hann bert fekk dagpening,
teirra millum fleiri gjald til
bilin.
- Eg vænti, at eg missi bilin
einaferð í næstu viku. Eg
standi eftir nógvum rokning
um, sum eg ikki kláraði at
gjalda við dagpeninginum, og
so má eg prioritera. Eg eri um
60.000 krónur afturút. Eg havi
fýra børn, so eg vil tryggja
mær umstøðurnar, og húsini
eru tað mest umráðandi, sigur
maðurin.
Málsviðgerðin
tekur ov leingi
Eitt, ið maðurin fýlist nógv á,
er at viðgerðartíðin hjá Føroya
Vanlukkutrygging er so lang.
Tað var ikki fyrr enn í august í
ár at vanlukkutryggingin kundi
staðfesta, at maðurin hevur
65% niðursettan arbeiðsfør
leika. Og hetta er eisini bert
ein fyribils niðurstøða. Um
fangið og avleiðingarnar av
skaðanum kunnu broytast, og
førleikararnir
kunnu
antin
batna ella versna, og tí kann
tað taka heilt upp í fimm ár,
áðrenn endaliga avgerðin fyri
liggur, sigur hann.
Tá Sosialurin tosaði við
mannin fyrstu ferð, visti hann
ikki, um hann hevði loyvi at
arbeiða fyri at fáa meira pen
ing at liva fyri um mánaðin, tí
kunningin gekk so seint fyri
seg. Hann hevur nú fingið
váttað, at hann kann arbeiða
fyri 35 prosent av einari ar
beiðsmannaløn,
áðrenn
tað
verður mótroknað í útgjaldin
um. Tað er tó ikki aktuelt í løt
uni, tí maðurin er framvegis
sjúkrameldaður.
- Tað er ikki bara sum at siga
tað at finna kunning um hesi
viðurskiftini.
Fiskimannafelagið var ikki til
nakra hjálp, har vóru boðini
bara, at eg mátti bíða eftir
vanlukkutryggingini. Og tað
ber ikki til at fáa fatur á teim
um í vanlukkutryggingarráðn
um ella nøkrum øðrum. Tú
kanst senda eini boð oman til
sorinskrivaran, sum so verða
latin víðari, og har er svartíðin
eisini upp til seks vikur.
Samband við vanlukkutrygg
ingarráðið er umvegis skriv
stovuna hjá sorinskrivaranum,
men skrivstovan virkar bert
sum millumliður og fær ikki
givið nakra kunning um ein
støku málini.
Tað er heldur ikki so einfalt
at seta seg inn í viðurskiftini
kring vanlukkutryggingina sjálv
ur, tí teigarnir á heimasíðuni
hjá sorinskrivaranum eru í
fleiri førum ófullfíggjaðar og
hava nógvar brotnar leinkjur,
so tað ber ikki til at klikka seg
víðari til aðra viðkomandi
kunning.
Meðan maðurin hevur fingið
játtað endurgjald fyri mistan
vinnuførleika, sum er ein mán
aðarlig upphædd á 17.000 krón
ur áðrenn skatt, so hevur hann
framvegis ikki fingið játtað
tað, sum eitur skaðabót fyri
varandi mein. Skaðabótin er
eitt útgjald í einum, og maður
in sigur, at tað hevði hjálpt
nógv at fingið skaðabótina
upp á pláss sum skjótast, so
leiðis at hann kundi goldið tað,
sum hann er komin afturúr,
meðan hann hevur fingið dag
pengar.