mánadagur 11. november 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 11. november · Nr. 130
TÍÐINDI
Nøgdur landsstýrismaður við
fyrstu viðgerð av sjófeingi
Løgtingið hevur javt fyrstu viðgerð
av broytingaruppskotinum til lógina
um fyrisiting av sjófeingi
Árni Gregersen
Orðaskiftið um uppskotið um
broytingarnar í lógini um fyri
siting av sjófeingi tók ein
heilan dag í tinginum.
Nýggja samgongan ætlar, at
galdandi lóg skal broytast
munandi og í stóran mun rull
ast aftur til ta lóg, sum var
galdandi fyri 1.januar í 2018 –
tó við ávísum undantøkum.
- Uppskotið til broytingar
nar er grundað á eina avtalu
ella semju í samgonguni og eg
haldi eisini, at tað kundi merkj
ast á 1. viðgerðini, sigur lands
stýrismaðurin við fiskivinnu
málum, Jacob Vestergaard.
- At andstøðan ikki tekur
undir
við
bnroytingunum,
sum tær liggja er lætt skiljandi,
tí tað var nú núverandi and
støða, sum gjørdi og samtykti
lógina
um
fyrisiting
av
sjófeingi, sum altso kom í gildi
1. januar í 2018.
Skattingin
Ein stór formli broyting í lóg
ini er, at eftir uppskotinum, so
fer tað at bera til at selja
fiskirættindi millum sín.
Í galdandi lóg ber hetta ikki
til. Skal onkur ikki brúka tey
rættindi ein hevur, so skulu
tey latast innaftur til tað al
menna, sum so kann lata tey
aftur til onkran í vinnuni.
Nýggja uppskotið letur upp
fyri, at rættindahavarar kunnu
selja rættindi ímillum sín, men
sum skilst, so er ein semja
gjørd í samgonguni, at verður
hetta gjørt, so skal skattur –
kanska ein serligur skattur –
gjaldast av tí vinningi, sum
stendst av at rættindini verða
send.
Undir orðaskiftinum vóru
nakrar røddir úr samgonguni
frammi og søgdu, at skal upp
skotið um broytingarnar í lóg
ini um fyrisiting av sjófeingi
samtykkjst, so skal ein lóg um
skatting av møguligari sølu 4
eisini samtykkjast samstundis.
Ein teirra, sum bar hetta
fram, var Johan Dahl, Sam
bandsflokkurin:
- Tað er ein greið avtala um
skatting av vinnu av sølu av
rættindum, tí kunnu vit ikki
samtykkja lógina um fyrisiting
av sjófeingi, uttan samstundis
at samtykkja dina lóg um
skatting av vinningi av møgu
ligari sølu, segði Johan Dahl
undir orðaskiftinum.
Onnur í samgonguni tóku
undir við hesum, millum onn
ur Erhard Joensen úr Sam
bandsflokkinum.
Andstøðan
Flokkarnir, sum vóru í sam
gongu í farna valskei, Javnað
arflokkurin,
Tjóðveldi
og
Framsókn, eru grundleggjandi
ímótir, at lógin verður broytt,
so skjótt eftir at hon er farin at
virka.
Nýggja uppskotið avtekur
alla uppboðssølu av rættind
um, sum hava verið. Eftir ætl
an verður tó ein uppboðssøla
komandi ár.
Eitt sindur ógreitt er, hvat
ætlanin er at gera við menn
ingarkvoturnar og hvussu tær
skulu býtast til fyritøkur í
vinnuni, men ætlanin er, at tey
sum hava fingið menningar
kvotur, sum eur longri enn eitt
ár, skullu fáa tær umgjørdar til
vanlig rættindi – altso til 12ára
rættindi.
Júst hetta, at eftir uppskot
inum skulu loyvini vera í 12 ár,
fanst
andstøðan
ómetaliga
hvassliga at.
Uppskotið er beint í vinnu
nevndina hjá tinginum, har
Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi, er
forkvinna og andstøðan hevur
meirlutan.
- Vit fara sjálvandi at viðgera
málið í álvara og innkalla vinn
una til hoyringar, so hetta fer
helst at taka nakað av tíð,
sigur Bjørt Samuelsen.
Høvuðsendamálið við lógar
broytingini er at geva vinnuni
tryggar karmar at arbeiða
undir. Lógin var broytt fyri
tveimum árum síðani, og nmú
er so ætlanin at broyta hana
aftur.
- Eg dugi illa at síggja, at
hetta er at geva vinnuni trygg
ar karmar, søgdu fleiri av and
støðutingfólkunum undir við
gerðini av málinum.
Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi, er forkvinna í vinnunevndini
Jóhan Dahl, Sambandsflokkurin, krevur, at lógin um skatting av søluvinningi verður samtykt samstundis.
Jacob Vestergaard,
landsstýrismaður, hevur lagt
uppskotið um broytingar í lógini
um fyrisiting av sjófeingi fram.