Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. november 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 11. november · Nr. 130 TÍÐINDI Nógv fólk á samfelagsstevnu Um vikuskiftið var samfelagsstevna í Høllini á Hálsi í Havn. Hesaferð varð meira gjørt burturúr familjutiltøkum, men annars vóru tað tey meira siðbundnu møtini, ið vóru høvuðsinnihaldið um vikuskifti Frants Jensen frants@sosialurin.fo – Í fjør byrjaðu vit við at hava hoppiborg, men í ár gjørdu vit enn meira burturúr við at hava kafe leygardagin, so at sam­stundis sum børnini stutt­ leik­aðu sær, kundu tey vaksnu práta og hugna sær við kaffi, vafl­um og øðrum góðum. Sum nakað nýtt høvdu vit eisini eitt familjumøti leygardagin, ið savnaði nógv fólk. Skráin líkist annars henni, ið hevur verið undanfarin ár, sigur sigur Jóhann J. Petersen, ið er ein av ábyrgd­arpersónunum í Eben­ezer, og sum eisini hevur verið við til at fyrireika samfelags­stevnuna. Upp móti 1500 fólkum Stevnan savnar nógv fólk ymsa­staðni úr landinum, og so­leiðis var aftur í ár. – Vit gleðast um, at aftur í ár vóru nógv fólk til stevnuna. Tað var serliga sunnudagurin, ið savnaði nógv fólk, og tá var fult í høllini. Onkur helt, at tað vóru upp móti 1500 fólkum, tá ið tað vóru flest, sigur Jóhann J. Petersen. Síðani Høllin á Hálsi nú er vorðin tvífalt so stór, verður bara helvtini av høllini nýtt. Samfelagsstevnan byrjaði ann­ars mikukvøldið í seinastu viku, og fyrstu tiltøkini vóru í Eben­ezer. Frá fríggja­kvøld­in­ um vóru tiltøkini í Høllini á Hálsi. Ebenezer skipar fyri. Sam­ kom­urnar í Havn – Ebenezer í Havn, Lívdin í Hoyvík og Hebr­ on á Argjum – skipaðu tó sam­ an fyri familjutiltøkunum. Væleydnað Hetta vikuskiftið, meðan sam­ felagsstevnan var, hevur ikki so nógv virksemi verið í brøðra­ samkomunum kring landið. – Fólk komu úr øllum land­ inum. Heilt frá Viðareiði til Suð­uroyar. Tað er nokk eitt sind­ur ymiskt, hvussu nógv til­tøk hava verið í teimum ym­ isku salunum í brøðra­sam­ kom­unum kring landið hetta viku­skiftið. Í nøkrum støðum hev­ur einki virksemi verið, með­an í øðrum hevur verið eitt sindur av virksemi, sigur Jóhann J. Petersen. Evnið á samfelagsstevnuni í ár var ”At møta Gudi”. – Nakrir av talarunum vóru meira persónligir, tá ið teir komu inn á hetta evnið. Aðrir tóku fram bíbilskar persónar úr Gamla ella Nýggja Testa­ menti og komu inn á, hvussu hes­ir møttu Gudi. Til familju­ møt­ini varð tað gjørt meira barna­vinarligt, har leikir eisini vórðu leiktir. Eg haldi sum heild, at møtini vóru væl­ eydnað, sigur Jóhann J. Pet­er­ sen. Nógvir talarar og kór Talarar og luttakarar á sam­ felags­stevnuni vóru millum onn­ur: Høgni Johannesen, Svenn­ing av Lofti, Christa Ott­ hamar, Klæmint Eliasen, Sím­ un Absalonsen, Maria á Lakj­ uni Simonsen, Jógvan Reinert Samuelsen, Jógvan Martin Dani­elsen, Poul Færø, Ingvard Pet­ersen, Oddur á Lakjuni, Gunn­ar Nielsen, Ruth Gaard­ lykke og Sámal Mikkelsen. Kórini og einstaklingar, ið sungu, vóru millum onnur Svein í Prestgarði, Sangkórið í Eben­ezer, Sangkórið í Betesda og Manskórið í Suðurstreymoy. Til familjumøtini vórðu leikir framførdir, og gentu­kór­ ini Aloe og Kassia sungu. Ung­ dómsmøti var eisini á skránni. Tey stóru møtini vórðu øll teknmálstulkað. Møtini vórðu eisini varpað út á ymiskar miðlar, og millum annað sendi Út­varpið beinleiðis frá møt­in­ um sunnukvøldið. Ebenezerkórið sang á samfelagsstevnuni sunnukvøldið Mynd: Álvur Haraldsen Nógv fólk vóru savnað á samfelagsmøti í Høllini á Hálsi í Havn um vikuskiftið Mynd: Álvur Haraldsen