Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. november 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 11. november · Nr. 130 K R E A Boks 139, Heiðavegur 26, 600 Saltangará Tel 41 70 00, runavik@runavik.fo www.runavik.fo Førleikar Rætti umsøkjarin hevur hondverkaraútbúgving, góðan tekniskan sans, gott eyga fyri røkt, og er nærlagdur og sjálvmotiverandi. Nógv fólk í øllum aldri hava sína dagligu gongd í skúlabygningunum, og er tað tí ein treyt, at skúlavørðurin er fyrikomandi og tænastusinnaður. Skúlavørðurin kemur at starvast á einum øki, sum broytist og mennist skjótt, og er tí neyðugt at tola broytingar og vera virkin í hesum broytingum. Løn Løn er eftir avtalu við støði í viðkomandi sáttmála. Setan Miðað verður eftir, at seta starvið skjótast tilber. Umsóknir Umsóknir skulu latast inn á heimasíðuni www.runavik.fo, sí Leys størv. Umsóknarfreistin er mánadagin 18. november kl. 12. Nærri kunning Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sølva Reinert Hansen, mentanarleiðara, við telduposti til solvi@runavik.fo ella við at ringja á tel. 221226. Í sambandi við, at skúlavørðurin í Runavíkar kommunuskúla fer frá vegna aldur, verður søkt eftir skúlavørði til skúlar í Runavíkar kommunu. Tú fært høvuðsábyrgdina av skúlabygningunum við Løkin, á Glyvrum, í Lamba og Søldarfirði, og kemur saman við skúlavørðinum í Skála skúla at vera partur av einum toymi, sum í felag varðar av skúlabygningum í Runavíkar kommunu. Runavíkar kommuna fevnir um 15 bygdir. 4 skúlabygningar verða nýttir til skúlabrúk í dag- tímunum. Aðrir verða nýttir til dagstovna- og frítíðarvirksemi. Annars er fjølbroytt mentanarnar- og frítíðarvirksemi í skúlabygningunum. Skúlin við Løkin fevnir til dømis um fólkaskúla, musikkskúla, kvøldskúla, býarbókasavn og mentanarhúsið Løkshøll. Arbeiðsuppgávur Tú fært høvuðsábyrgd av at tryggja røkt og við- líkahald av skúlabygningunum við Løkin, Glyvra skúla, Lamba skúla og Søldarfjarðar skúla í samráð við teknisku deild hjá kommununi. Tú fært ábyrgd av at skipa reingerðina og arbeiðið hjá reingerðartoyminum. Framkomnar tekniskar skipanir eru, sum skulu viðlíkahaldast, stýrast, gagnnýtast og mennast. Vit sóknast tí eftir eini eldsál at halda okkara skúlabygningar í góðum standi og at tryggja at teknisku skipanirnar virka. Dagliga samstarvið er við teknisku deild, sum varðar av bygningum hjá kommununi, og við skúlaleiðslurnar á staðnum. Somuleiðis er samstarv við aðrar stovnar, sum húsast í skúlabygningunum. SKÚLA- VØRÐUR TIL RUNAVÍKAR KOMMUNU TVINGSILS­ SØLA AV SKIPI Týsdagin tann 26. november 2019, kl. 9:30 verður í Føroya Rætti, rættarsalur VI, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn hildin tvingsilssøla yvir fiskiskipið M/B Karlamagnus, havnakenningarmerki KG 179, kallibókstavir XPLV, BRT 24,60 og NRT 9,52. Skipið er bygt í 1965 í Klaksvík og er skrásett sum heimahoyrandi í Klaksvík. Tvingsilssølan er umbiðin av Jógvan E. Ellefsen, adv., Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn, tlf. 203040 (sak nr. 5798201), sum kann geva nærri upplýsingar um skipið og sum nærri avtala kann gerast við, um ynski er at síggja skipið. Áhugað kunnu eisini síggja søluuppstilling og onnur skjøl í sambandi við tvingsilssøluna við at venda sær til Føroya Rætt, tlf. 311003 (sak nr. AS 2-20012/2019). Føroya Fútarættur, tann 30. september 2019. PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Henny Helma Agna Amanda Jarnskor, Sjúrðargøta 37, 512 Norðragøta, fødd tann 30. juli 1938, deyð tann 24. juli 2019, og eftirsitandi hjúnarfelaga Martin Juul Jógvanson Jarnskor, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Páll Nielsen, Skansavegur 1, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 262/2019, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 24. oktober 2019. Leys størv á Landssjúkrahúsinum Intro í Intern Medisin Umsóknarfreist 25. nov. 2019 Hjálparlækni til Medisinska depilin Umsóknarfreist 25. nov. 2019 Skrivstovufólk til Uttanlandstænastuna Umsóknarfreist 20.nov. 2019 Sjúkrarøktarfrøðingur til gastroenterologisk amb. Umsóknarfreist 20. nov. 2019 Sjúkrarøktarfrøðingur til Hæmatologisk amb. Umsóknarfreist 20. nov. 2019 Sjúkrarøktarfrøðingur til reumatologisk amb. Umsóknarfreist 20. nov. 2019 Sjúkrarøktarfrøðingur til lunga amb. Umsóknarfreist 25. nov. 2019 Avloysarastørv á Barnadeildini Umsóknarfreist 25. nov. 2019 Les meira og sí fleiri størv á www.ls.fo TROTABÚGV Við avgerð tann 8. november 2019, er Sp/f GL. KGL. Handil, Havnalagið 36, 800 Tvøroyri, cvr-nr. 5651, sks.nr. 3-96/2019, komið undir trotabúarviðgerð við Føroya Skiftirætti eftir áheitan frá Skráseting Føroya um tvingsilsupploysn, dagfest tann 17. september 2019. Sum fyribils bústjóri er settur advokatur Bjørn á Heygum, Heygum & Petersen, Bøgøta 16, 100 Tórshavn. Tað verður innkallað til skiftifund til val av bústjórn á skrivstovuni hjá skiftirættinum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, hósdagin tann 28. november 2019, kl. 9.20. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 8. november 2019. TROTABÚGV Við avgerð tann 7. november 2019, er ÍVF GENIUS, Klokkaragøta 21, 100 Tórshavn, skrás.nr. 6635, sks.nr. 3-95/2019, komið undir trotabúarviðgerð við Føroya Skiftirætti eftir áheitan frá Skráseting Føroya um tvingsilsupploysn, dagfest tann 17. september 2019. Sum fyribils bústjóri er settur advokatur Bjørn á Heygum, Heygum & Petersen, Bøgøta 16, 100 Tórshavn. Tað verður innkallað til skiftifund til val av bústjórn á skrivstovuni hjá skiftirættinum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, hósdagin tann 28. november 2019, kl. 9.05. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 7. november 2019 Minnist til haldargjaldið Sosialurin · Tórsgøta 1 · FO-110 Tórshavn So