Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-14, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. desember 2004síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 239 - 14. desember 2004 21 Í stríð við opinleika. Høgni Hoydal heldur ikki, at tað kann vera rætt, at einstakir per- sónar í landsstýrinum avgera, hvørji mál koma fyri løgtingið. Hetta er ikki í sátt við tann opinleika, sum Jóannes Eidesgaard vanliga tosar um, sigur hann. (Av misgávum var tað ikki rætta útgávan av hesi grein, sum var í leygardagsblaðnum. Tí prenta vit røttu útgávuna umaftur) POLITIKKUR Marjun Dalsgaard Jóannes Eidesgaard sigur, at Høgni Hoydal heilt hevur misskilt samanhangið í málinum um kunngerðir- nar, tá hann ákærir lands- stýrið fyri at hava framt brot á stýrisskipanarlógina. Lógin áleggur løgmanni og landsstýri at leggja allar lógir fyri tingið, men her er ikki talan um nakra nýggja lóg, segði Jóannes Eides- gaard. Høgni Hoydal held- ur, at hetta er beinleiðis í stríð við tað, sum Jóannes Eidesgaard annars hevur staðið fyri - nevniliga opinleika, og at føroyingar skulu viðgera og taka støðu til altjóða mál. - Eg haldi, at tað er sera óheppið um sitandi lands- stýri arbeiðir soleiðis, at einstakir persónar avgera, hvørji mál verða løgd fyri løgtingið, sigur Høgni Hoy- dal og leggur aftrat, at sáttmálin um NATO júst er ein upplagdur møguleiki at kjakast um, at tey eystur- europæisku londini verða limað inn í NATO. - Jóannes Eidesgaard mótsigur sær sjálvum. Hann hevur tosað um opinleika, eins og hann hevur arbeitt fyri, at føroy- ingar skulu taka støðu til altjóða mál sum til dømis vápnahandil til ávís lond - hesum skilji eg einki av, sigur Høgni Hoydal Høgni Hoydal setti miku- dagin Anders Fogh Ras- mussen forsætisráðharra fyrispurning um, hvat hann ætlar at gera við brot á fólkaræðið í Føroyum, tí danskar lógir verða lýstar í Føroyum, sum ikki framm- anundan eru viðgjørdar í løgtinginum. Hann legði donsku stjórnina undir at seta lógir í gildi í Føroyum, uttan at spyrja føroyingar fyrst. Orsøkina til, at hann tók tað upp í Fólkatinginum, sigur Høgni Hoydal vera, at danska stjórnin í 2003 valdi at seta nakrar hernaðarligar lógir í gildi í Føroyum, hóast eitt samt løgting mót- mælti hesum, og at ein tí kann óttast fyri, at hetta er ein nýggjur framferðar- háttur hjá donsku stjórnini viðvíkjandi Føroyum - at lýsa lógir fyri Føroyar, uttan at spyrja føroyingar fyrst. Høgni Hoydal vildi mikudagin vera við, at júst hetta er hent nú í sambandi við tær umrøddu kunngerð- irnar í Kunngerðarblaðnum B 13 og 14 frá 26. novemb- er. Brot á stýris- skipanarlógina Men Anders Fogh Rasmus- sen svaraði Høgna Hoydal í fólkatinginum, at hann als ikki hevur nakran áhuga, í at leggja seg út í, hvat landsstýrið sendir til við- gerðar í løgtinginum, og at umrøddu kunngerðirnar vórðu lýstar í semju við Føroya Landsstýri. Hetta fekk Høgna at skýra kunngerðirnar fyri brot á stýrisskipanarlógina. Hann helt tað vera skelk- andi, at landsstýrið ikki hevur sent málini til løg- tingið, og segði seg vera bangnan fyri, at løgtingið framyvir ikki kann fylgja við, hvørjar lógir verða samtyktar at galda í Før- oyum, og tískil aldri veit, hvat er í væntu, tá Kunn- gerðarblaðið kemur við postinum. - Um okkara landsstýri so fegið vil tekkjast donsku stjórnini, at teir bara lata alt fara í gjøgnum, uttan at spyrja løgtingið fyrst, missa føroyingar alla ávirkan á, hvat ið verður galdandi í Føroyum, segði hann í sambandi við málið. Talan er sum sagt um tvær kunngerðir frá 26. november 2004, sum standa í Kunngerðarblað- num B nr. 13 og 14. Onnur er ein kunngerð um NATO- sáttmálan, sum snýr seg um innliman av Týsklandi í 1954 og seinni teimum baltisku londunum. Hin er ein kunngerð um altjóða dómstólin fyri krígsbrots- verk. Eingi nýggj lóg Jóannes Eidesgaard løg- maður sigur, at Høgni Hoy- dal hevur miskilt saman- hangið, og at tað als ikki er talan um nakað brot á stýrisskipanarlógina, tí talan er ikki um nakra nýggja lóg, og at hendingin tískil ikki kann saman- berast við hendingina í vár, tá danska stjórnin setti hernaðarligar lógir í gildi í Føroyum, ímóti løgtingsins vilja. - Viðvíkjandi lógini um altjóða dómstólin er talan um eina samanskriving av lógum, sum áður eru við- gjørdar og samtyktar í løgtinginum. Hetta er ein pedagogisk kunning til borgaran, tí tað er ómøgu- ligt at fylgja við, hvørjar broytingar gjøgnum tíðina eru framdar í galdandi lóg, um hetta ikki verður gjørt, segði Jóannes Eidesgaard um kunngerðirnar og legði aftrat: - Mær vitandi er hetta ein kunngerð, sum fyrrver- andi landsstýri hevur biðið um, og hesum landsstýrin- um var Høgni Hoydal sjálv- ur ein partur av. Viðvíkj- andi kunngerðina av NATO-sáttmálanum kann ein undrast á, at Høgni Hoydal tekur tað málið upp í Fólkatinginum, tí tá al- tjóða sáttmálar verða broyttir, verður tað kunn- gjørt fyri at kunna um broytingarnar, og ikki tí tað skal viðgerðast. Tað er nú einaferð soleiðis, at føroy- ingar einki at hava at siga, um NATO ger av at broyta sáttmálan - hartil er talan um gamlar broytingar, til dømis tá Týskland á sinni var innlimað í NATO í 50’unum, og tær hava verið galdandi í nógv ár, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann heldur ikki, at nakað brot hevur verið á stýrisskipan- arlógina. - Eg hevði skilt tað betur, um Høgni tók í §7 í heima- stýrislógini, sum vísir á, at tað er góður siður, at leggja øll mál fyri løgtingið, men av tí at tað ikki er talan um nakra nýggja lóg, meti eg, at tað hevði verið at halda løgtingið fyri gjøldur, at lagt hesi málini til við- gerðar, sigur Jóannes Eid- esgaard. Men hesum er Høgni Hoydal sum sagt ikki samdur í - hann heldur hinvegin, at hesin hugburur skaðar opinleika og gjøg- numskygni, sum Jóannes Eidesgaard annars talar nógv fyri. Løgmaður mótsigur sær sjálvum Leita eftir bombu Landsverk er í ferð við at breiðka vegin norðan fyri Streymnes. Graviarbeiðið koyrir við fullari ferð, men fríggjadagin boðaði ein eldri maður í bygdini frá, at ein bomba liggur onkra- staðni har á leið, sum ar- beiðið verður gjørt. Fólk frá Marinustøðini hava verið á staðnum, men enn er bomban ikki funnin. Mett verður, at bomban vigar eini 250 kilo, verður sagt av løgreglustøðini í Havn. – Arbeiðsfólkið á stað- num hevur fingið fráboðan um hetta, og arbeitt verður tí við størsta varsemi. Men sum sagt er bomban ikki funnin enn, sigur vakthav- andi. - sae – Svangur tjóvur Leygarkvøldið mundi svongdin vera komin á onkran. Ikki færri enn tíggju ræstir bøgir vórðu stolnir úr einum fluguskápi í eysturbýnum í Havn. Løgreglan veit tó ikki, hvør tjóvurin er. - sae – Ferðkanningar Løgreglan í høvuðsstað- num hevur gjørt ferðkann- ingar um vikuskiftið. Á Marknagilsvegnum varð ein bilur tikin, sum hevði ov høga ferð á tí strekk- inum. Sunnumorgunin var ein annar bilførari eisini tikin á Marknagilsvegnum. Viðkomandi var rúsdrekka- ávirkaður. Ferðmátingar vóru somu- leiðis gjørdar í Vágatunlin- um sunnudagin. Har vórðu tríggir bilar steðgaðir við ov høgari ferð, har tann eini av teimum koyrdi 118 km/t. Mánanáttina hendi eitt lítið ferðsluóhapp í Havn. Løgreglan kom á staðið, fann mannin og mátitólið vísti, at maðurin ikki var edrúur. Í Eysturoynni varð ein bilførari eisini steðgaður, tí løgreglan hevði illgruna um, at hann var drukkin, men so var ikki. Bilførarin var edrúur. - sae – Smágenta datt av bilhúsi Fríggjadagin datt ein trý ára gomul smágenta av loftin- um á einum bilhúsi í Eyst- uroynni. Hon var saman við foreldrunum í bilhúsinum, sum er ein nýbygningur. Løgreglan í Eysturoynni sigur, at talan var um eitt hendiligt óhapp. Gentan varð flutt á Landssjúkra- húsið og hevði tíbetur ikki fingið nakran skaða. - sae – Ferðsluóhapp í Eysturoynni Eitt ferðsluóhapp hendi leygardagin undir Vala- knúti, sum liggur einar 200 metrar áðrenn bygdina Skálafjørður. Um hálvgum fimm tíðina koyrdi ein maður í einum jeepi á veg norðureftir. Maðurin var ávirkaður av rúsdrekka og misti av tí orsøk tamarhaldið á bilin- um. Bilurin fór niðan av vegnum og bóltaði runt, áðrenn hann endaði í veg- jaðaranum. Løgreglan tók bilføraran við á støðina, har hann varð avhoyrdur og blóðroynd eisini varð tikin. Maðurin játtaði seg sekan. – Tað var sera heppið, at ongin ferðsla var har beint tá, tí tað kundi lættliga staðist størri skaði av hesum. Fólkaskaði var ongin, men bilurin bleiv vrak, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Eystur- oynni. - sae - Húsaófriður í Eysturoynni Leygardagin varð løgreglan í Eysturoynni boðsend til eini hús í Eysturoynni vegna húsaófrið. Løgreglan fekk tó tosað partarnar til rættis á staðnum. Ongin skaði var, og ongin sak stóðst av hesum. Sunnumorgunin var aftur boðað frá húsaófriði. Tað var í sambandi við ein jólafrokost, har nakrir ungir mans vóru farnir at keglast. Tann eini varð sligin í høvdið, men hann ynskti tó ikki at melda tilburðin. – Løgreglan hevur tó gjørt av at kanna málið víðari fyri at staðfesta, um grundarlag er fyri at koyra eina harðsskapssak, sigur vakthavandi. - sae – Tvangsinnløgd kvinna Um midnáttarleitið leygar- kvøldið varð ein ung kvinna úr Eysturoynni tvangsinnløgd á deild 2 á Landssjúkrahúsinum. Hon varð innløgd við reyðum pappírum. Tað merkir, at hon varð mett sinnissjúk av komm- unulæknanum og av móttakandi yvirlæknanum á deild 2. Eisini var hon mett til at vera til vanda fyri seg sjálva og sítt umhvørvi. Tá slík mál koma fyri, hjálpir løgreglan komm- unulæknanum, at fáa av- greitt viðurskiftini eftir teimum ásettu manna- gongdunum. Tað vil siga, at løgreglan fer við inn- leggingarseðlinum til ein løgfrøðing, sum skal góð- kenna hann, áðrenn løg- reglan kann fara avstað við persóninum. Sjúkrabilur varð nýttur til flutningin, og ein løg- reglumaður fór við henni. Á deild 2 er so yvirlæknin tann, ið hevur seinasta orðið. Hann gjørdi av at taka í móti kvinnuni og legði hana inn. – Kvinnan gjørdi nakað av mótstøðu, men hon sissaðist skjótt, verður sagt av løgreglustøðini í Eyst- uroynni. - sae -