Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-14, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. desember 2004síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Agga Niclasen attitude@niclasen.fsnet.co.uk Á denn fransósuta, neyð- arsliga nátt. Hvørja ferð Breckmann verður valdur kanst tú í minsta lagi trampa í kring í húsinum og plikta teg at rýma av land- inum; men tað riggar ikki, tá ið valið er handan At- lantarahavið, í Amerika... við tað at a) Eg eri ikki í landinum og b) Hvar enn tú fert, stýra teir kortini stað- in. Og nú, meira enn ein mánað aftan á valið, ivist eg enn í um ymisháttaðu ‘kli- sjeirnar’ frá amerikanska forsetavalinum og sjálvum valkvøldinum nakrantíð fara at helma í við at duna ígjøgnum høvdið: »Wrong war, wrong place, wrong time...«; »Freedom is on the march... [sic]«; »Pass- ing a global test...«; »That’s how it looks at the mo- ment...« og, ikki at gloyma, »Too close to call...« Eg eri enntá byrjaður at møsna tær í svøvni. Men, til valnáttina. Ta einu ferðina, í eini svøvn- tungari løtu klokkan fimm um morgunin og vinstra Bruno Pitti-inniskógvinum framvegis, akkurát-hang- andi á fótinum, hugdi eg upp og sá Bush og stór- familjuna sita saman og smílast býttisliga á BBC World. Hetta átti verið ólógligt. Í minsta lagi vænt- aði eg at hoyra hasa plág- andi røddina, »Some view- ers might find the follow- ing scenes distressing« ella »The images you’re about to see could cause epilep- sy«. Men gakk, eingin ávaring! Tó so — hvat val av rásum viðvíkur. Tí, nakað áðrenn, og áðrenn vit roynveruliga vistu, at fýra ár afturat við nýkristiliga, smírandi George W. Bush var ein ófrávíkiligur reali- tetur, vitjaði eg (umframt ókristiligani vánaligu val- sendingina hjá DR1) CNN. Har vísti ein av teim ótelj- andi samfelags-serfrøðis- ligu orakkulunum okkum tveir listar, »Bush« og »Kerry«, við státunum, teir høvdu vunnið, undir nøvn- unum. »Soleiðis sær tað út í løtuni«, segði serfrøðisliga oraklið, »men hygg hvussu øðrvísi tað hevði verið, um Kerry vinnur Florida«... og so skrivaði hann »Florida« undir navnið hjá endaliga taparanum. Upptøkutólið amaðist upp á nýskrivaða orðið — løtan var so lang- drigin at tað eydnaðist mær at fara eina rás upp, BBC World, og niður aftur, áðr- enn frágreiðandi myndin var søga — og so boðaði nærlagdi samfelagsfrøð- ingurin frá »Now back to the studio«. Á BBC World dansaði Peter Snow, enskur teldu- guru, sum svakur á einum risaligum amerikukorti framman fyri eina falska plenu tilhoyrandi Hvítu Húsini. »Um allir státirnir fara sama veg sum síðstu ferð«, segði hann, »er hetta hvat vit kunna vænta fer at henda«. Nøkur tøl spelaðu hvør sín veg og so segði hann: »Og tað merkir ein sigur fyri George Bush«. Jú men, sjálvandi vil tað tað! Líka so væl sum høvdu allir státirnir farið sama veg sum í 1860 hevði tað valdað ein sigur fyri Abraham Lin- coln. Kortini— eg veit ikki hví — sat eg í hvíldarstólinum alla ta somlu náttina, í pínu, ómentur at stoppa hóast eg visti, tað var skeivt; gripin av somu noyðsluni at skaða seg sjálvan ið kann noyða teg at eta ein heilan pakka av Bastogne-smákøkum ella hugsa um hvussu leingi tað nú hevði tikið Eivør Pálsdóttir at borið fram ein áhugaverdan setning — ups, nú verði eg vist vístur úr landi. Áh, kom nú! Eg kann ikki vera einsamallur um hetta. Nei, ikki at áh so forbiið »fosturlandskæra«, men sjarmerandi, frú Páls- dóttir er yvirmett, men at tú onkuntíð bara hyggur at onkrum, tú hatar, sum úrslit av eini sjónvarpsligari masokismu-útgávu—tí at tú vilt skaða teg. Onkuntíð, sum ta náttina, hyggur tú sum gandaður, av and- styggiligari ræðslu. Hava vit veruliga avmarkað okk- um til hetta? Og lívssøri atburðurin hjá demokratunum ta nátt ina gjørdi bara ilt verri: hvørja ferð enn eitt vánaligt úrslit kom fram, bjóðaðu framsøgufólkini hjá Kerry tíðindunum vælkomnum við hasum ótolandi álvar- sama nikkinum, »teir alt- avgerandi ‘sving’-státirnir eru enn ikki avgjørdir«. Hví kunna tey ikki bara vera menniskjaslig og skrála: »Áh, so til helvitis! Vit taptu Florida... enn einaferð«. John Edwards, sum var fyri Kerry sum friðarbløk- an John Lennon enn er fyri føroyskan tilverurætt, borð- reiddi við einum sjúkligum gríni og onkrum møsni um at bíða ein dag afturat. Heldur átti hann kunngjørt: »Kæru landsmenn... hetta er ikki rættvíst. Hann, hatta »nýkristiliga« neytið, hevur einsamallur syrgt fyri at milliónir eru farin frá at vera fátøk til ørfátøk—og tað vildi jú verið á leið líka høpisleyst at funnið f****** ‘brilliansuna’ í sangbólkinum Salt sum »tað kristna« ið smírandi at trampa á fólk, framman- undan illa fyri. Nýkristiliga neytið hevur syrgt fyri einum trillión-dollara fíggjarhalli við at reka út av lagi vánaligt reaganomics. Við sama neyti, kæru landsmenn, skula vit leita tíggjuáraskeið aftur fyri at vera á leið líka so langt burtur frá eini almennari sjúkratrygging sum í dag; nýkristilingurin fær Bjarta Mohr at sýnast orðkringan og, hvussu er og ikki, so eru Michael Stipe, The Inde- pendent, Public Enemy og Springsteen í parti við okkum, meðani Bush hevur Jørn Nielsen, Råb Op!, Salt og Frasier, og soleiðis er tað, so skít!« Úrslitið greiður millum annað frá hvussu nyttuleyst tað var av neytinum Kerry at sýnast góðtakiligur fyri »teimum í miðjuni«. Sam- bært eini skoðanarkanning vóru 90 prosent av teimum, ið atkvøddu fyri Demokrat- unum, longu ímóti krígnum í Irak; ímeðan ein uppaftur størri prosentpartur av teimum, ið atkvøddu fyri Republikanunum—uttan fyrilit og uttan at royna hinar meira fruktagóðu møguleikarnar—longu stuðlaðu tí. (Hetta, tí svak- lingar sum Rice, Powell og Rumsfeld megnaðu, heilt ótrúligt, at yvirtala annan- hvønn amerikanskan velj- ara, at lorturin Hussein stuðlaði lortinum bin Lad- en — eg brúki sjálvandi vendingina »heilt ótrúligt« vegna tí sannroynd, at lort- arnir báðir hataðu hvønn annan.) So hjá Kerry at royna og sannføra krígsstuðlarnar, at hann hevði gjørt tað betri, var altíð eitt vónleyst tiltak; serliga lyftið um at »stjórna krígnum á rættan hátt við at savna saman okkara vinir«. Tí eyðsýndi spurningurin er »og hvat so?« Og til tað kundi hann passandi svar- að: »Jú, so kunna vit øll sessast og fáa okkum ein deiligan urtatemunn. Har finst nevniliga ikki tann trupulleiki, sum ikki kann fiksast um ein góðan te- munn í songini og Imagine sum áeggjandi baktónleik- ur«. Stórsligna triksið hjá Bush hevur verið at verða afturvaldur sum maðurin førur fyri at rudda upp í óneyðuga hurlivasanum. Tað er sum hasin elek- trikarin, ið mælti: »Áh dú, áh dú! Hann sjálvur, tú mást altso orsaka, men tað sær ikki mætari út enn at eg havi sprongt húsini hjá tær í luftina... ja, haryviri liggur so, ja, eg veit ikki, um tú sært hana fyri øllum leid- ningunum — beint við síð- una av komfýrinum, undir dupultsongini!—nei... hm!... ... men har liggur so frúan. Men, lat tað fara og lat meg fortelja tær hvør er tann einasti at fáa skil á hesum hurlivasanum fyri teg — eg«. So, bara tí vit muga góðtaka úrslitið, merkir tað ikki at vit eisini skula góð- taka allar avleiðingarnar av tí. Til dømis vildi tað— aftaná at Bush var farin undir enn eitt fullgjørt álop á Fallujah — verið eirinda- leyst at sagt við eina familju í býnum: »Jú, eg eri væl varugur við at tit drýpa høvur, men vit høvdu eitt val herfyri... so at mótmæla at grannalagið hjá tær og familjuni verður sorlað, vildi verið at mata burtur- undan fólkaræðisligu gongdini, og — hvat verri er — tað vildi verið anti- amerikanskt, og tað vilja tit ikki vera, anti-amerikansk. So, samanumtikið, takið tykkum saman og roynið ikki at vera rakt av krússararakettunum í fýra ár; og um nøkur tykkara framvegis eru á lívi tá, íðan, ja, hvør veit, kanska verður valúrslitið øðrvísi tá?« Hugburðurin hjá George Bush, »á skít, legg ikki í at telja, sovorðið nakað ger ikki annað enn at seinka øllum!«, tykist annars vera óbroyttur. Tað vil siga, at hóast John Kerry hevði vunnið hvønn tann einasta stát, hevði hann framvegis ikki verið forseti. Tí mót- støðumaðurin hevði so spakuliga spákað eftir svalanum og inn á plenuna aftanfyri Hvítu Húsini og kunngjørt: »Nýggj regla— best av trimum«. 22 Nr. 239 - 14. desember 2004 KONSERT Niels Uni Dam Stóra konsertin hjá Teiti leygarkvøldið í Vega varð fest á sjónband. Upptøk- urnar skulu brúkast á eini konsert DVD, sum vænt- andi verður útgivin í vár. Í næstum verður farið undir at hyggja upptøkurnar ígjøgnum. Síðan verður endalig avgerð tikin um, hvussu farast skal víðari við framleiðsluni. Karmurin var frálíkur til upptøkuna. Hølini vóru á tremur av vælnøgdum áhoyrarum, sum klappaðu og sungu við, tá tað sømdi seg, men sum mest av øllum lurtaðu bergtikin. Hugnaligu hølini, ið plagdu at vera Folkets Hus, rúma út ímóti 1500 fólkum, og øll atgongu- merkini vórðu seld. Áðrenn Teitur fór á pallin, hitaðu svenski To- bias Frøberg og donsku Hush áhoyraranar væl upp. Konsertin var hugna- lig og ótrúliga innilig, og sambandið millum áhoyr- arar og Teit var framúr. Nakrir hundrað av áskoðarunum vóru føroy- ingar, men nógv teir flestu vóru danir, hetta staðfestir enn einaferð, at Teitur er vorðin eitt kent navn eisini uttan fyri Føroyar. Les frásøgn úr Vega í mikudagsblaðnum. Hølini vóru á tremur av vælnøgdum áhoyrarum, tá Teitur Lassen trein á pallin í Vega leygarkvøldið Mynd: Niels Uni Dam So til helvitis! Teitur konsert á DVD