Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. november 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. november 2019 · Nr. 130 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sjúrður Hildarson Hoydal Vit í miðlunum læra tað ongan­ tíð. Vit hava enn eina­ferð væntað ov lítið av vest­menn­ ingum, og nú svara teir aftur. Gaman í var sigurin á Team Klaks­vík væntaður, men hann kemur í hølunum á sigrum á Kyndli og StÍF, sum aftur komu eftir ’comeback’-javnleikir ímóti Neistanum og StÍF. Filip í toppformi Vit vita øll hvør størsti lykilin er. Vit eru eisini so von at síggja Filip Jojic høgga bóltarnar inn við so ovurstórum neyvleika, at vit gloyma onkuntíð hvussu ser­ligt tað er. Hann fær ikki gjørt alt einsamallur, men Hjalmar Klein Olsen hevur verið skilagóður at byggja spælið upp til styrkirnar hjá stórskjúttanum, og seinastu nógvu dystirnar hevur tað riggað framúr. Úrslitini um viku­skiftið merktu, at VÍF yvir­hálaði KÍF á triðja plássi, og vinnur VÍF dystin á koll­ firð­ingum kom­andi sunnu­dag, taka vest­menn­ing­ar eitt fitt fet ímóti hálvfinalunum. Grundspælið skjótt hálvrunnið Tí komandi vikuskiftið hava vit longu avgreitt helvtina av grund­spælinum. Tá eru bert níggju dystir eftir at sleppa sær við millum tey fýra fremstu, og sum sæst á stigatalvuni er tað ógvuliga tætt millum liðini í Okkara­deildini. Toppvika í SMS-deildini Tað er tað eisini millum tey ovastu fýra liðini í SMS-deild­ ini, har ovaru liðini sum væntað bastu niðaru liðini í vikuni. Men komandi vika fer at førka okkurt í oddinum. Miku­kvøldið hittast H71 og VÍF áðrenn Neistin og Kyndil bresta saman hóskvøldið. Tey, ið standa eftir við ongum mugu ansa sær eftir annaðhvørt Stjørnu­ni ella StÍF. Tey dystast eisini mikukvøldið, og vinnarin av hesum dysti fær leiklutin sum fremsti kappingarneyti til tey ovaru fýra liðini – ið mest sum munnu vænta at enda í hálv­finalunum, men framvegis skulu ansa sær. Okkaradeildin Leikarin hesa vikuna NICHOLAS SATCHWELL (NEISTIN) SMS-DEILDIN: SÚNA KROSSTEIG HANSEN (KYNDIL) HONDBÓLTUR FILIP OG VÍF BJÓÐA ØLLUM AV VÍF hevur veruliga meldað seg inn í oddastríði og liggur brádliga á triðja plássi í Okkaradeildini. Filip Jojic høggur í miðal 10 mál inn hvønn dyst og er langt fremst á toppskjúttalistanum Tað vóru verjurnar, heldur enn álopini, sum settu sín dám á dystin millum KÍF og Neistan sunnudagin, og mál­verjarnir kanska mest av øllum. Eina løtu í fyrra hálvleiki var málturkur í einar tíggju minuttir, tá ið hvørki Joa­ kim Jürs í KÍF-málinum ella Nicholas Satchwell í neista­ málinum vildu loyva nøkr­ um bólti framvið. Í seinna hálvleiki vóru tað serliga kollfirðingar, ið høvdu trupult við at skjóta mál. Nicholas Satchwell tók so at siga øll langskot, og so kundi neistaverjan standa fløt og tætt. Eina løtu tóktist tað sum at kollfirðingar høvdu funn­ið skothættirnar. Ser­ liga Rúni Joensen og Rani Højgaard hepnað­ust ímóti føroyska lands­liðs­mál­verja­ num, men Nicholas Satch­ well var ov góður. Hann steðgaði teimum báðum at enda og avgjørdi dystin, og vinnur heiðurin sum leik­ arin hesa vikuna. Lurtaði tú eitt nú eftir frá­ søgn­ini hjá FM1 frá dysti­ num ímillum Kyndil og StÍF mikukvøldið, var tað navnið hjá japanska leikaranum í StÍF, Haruka Gima, sum gekk aftur og aftur. Men besti leikari var bein­ leiðis mótstøðukvinnan í Kyndli, hóast hon ikki var nevnd eins ofta. Orsøkin er einføld: Vit eru von at síggja Súnu Krossteig Han­sen vera besta leikara á vølli­num.. Veruleikin er, at kyndils­ kvinnan fintaði seg fram við nýggju japansku stjørnuni í StÍF ferð eftir ferð – oftari enn StÍF-leikarin slapp ígjøgn­um kyndilsverjuna. Eftir at Marianna Geirs­ dóttir Eystberg flutti niður at spæla hevur Súna Kross­ teig Hansen í samstarv við stórusystrina, Báru, verið noydd at taka enn meira ábyrgd – og tað hava tær báð­ar gjørt aftur í ár bæði í verju og álopi. Súna Krossteig Han­ sen tykist at gerast al­ samt meira týðandi í verjuni, og í álopinum eru gjøgnumbrotini helst tey bestu í Føroyum. Tað er ikki uttan orsøk at rum­enski landsliðsvenjarin hevði nógvan rós at bera kyndils­ kvinnu­ni í Sosiali­num eftir at Rumenia spældi í Før­oy­ um. Úrslit í vikuni: Kyndil – StÍF 32-18 Stjørnan – VÍF 22-27 VB – Neistin 13-22 Máltindurin Agnas Olsen (VÍF) 49 Ingunn Kristina Persson (Neistin) 49 Marita Mortensen (H71) 48 Turið Arge Samuelsen (Kyndil) 47 Tóra Eliasen (Stjørnan) 46 Súna Krossteig Hansen (Kyndil) 46 Mina Lava Sirdal (Stjørnan) 43 Liljan Müller (VÍF) 42 Haruka Gima (StÍF) 41 Dajana Komenda 37 Úrslit í vikuni: Kyndil – StÍF 28-32 Team Klaksvík – VÍF 28-33 KÍF – Neistin 21-26 Máltindurin Filip Jojic (VÍF) 82 Nicklas Selvig (KÍF) 59 Kaito Nakahodo (Team Klaksvík) 51 Tróndur Mikkelsen (Neistin) 47 Sjúrður Olsen VÍF 46 Peter Krogh (H71) 46 Rasmus Søby (Neistin) 46 Pætur Johansen (StÍF) 43 Dánjal Ragnarsson (Neistin) 42 Hans Eli Sigurbjørnsson (KÍF) 36 Sámal á Tjaldrafløtti (Team Klaksvík) 36 Anders Risdal (Kyndil) 36 Dajana Komenda 37 Okkaradeildin støðan NUMMAR LIÐ DYSTIR V.M. T.M. MUNUR STIG 1 H71 7 207 165 42 12 2 StÍF 8 226 220 6 11 3 VÍF 8 227 211 16 10 4 KÍF 8 222 204 18 9 5 Neistin 8 208 195 13 8 6 Kyndil 7 182 192 -10 4 7 Team Klaksvík 8 179 264 -85 0 SMS-deildin støðan NUMMAR LIÐ DYSTIR V.M. T.M. MUNUR STIG 1 VÍF 8 227 171 56 14 2 Kyndil 7 184 125 59 10 3 Neistin 8 196 168 28 10 4 H71 7 185 163 22 10 5 Stjørnan 8 198 216 -18 6 6 StÍF 8 169 243 -74 4 7 VB 8 169 242 -73 0