Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-11, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. november 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 11. november 2019 · Nr. 130 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... So er punktum sett fyri kappingarárið 2019. Tað eru tveir dystir eftir í EM- undankappingini, har vit siga farvæl við Lars Olsen eftir átta ár, og Atli Gregersen spælir sínar seinastu landsdystir. Men við tiltakinum á Panorama á Hotel Hafnia er eitt slag av punktum sett fyri landskappingarárið 2019. Nú verða eyguni vend móti 2020. Sum sæst á forsíðuni, so eru Jóannes Bjartalíð úr KÍ og Heidi Sevdal úr HB ársins spælarar í hesum kappingarárinum. Tað hevur verið eitt spennandi kappingarár, har fimm feløg vóru við í FM-stríðnum ein rímiliga stóran part av vegnum. Tað endaði við eini FM-finalu í Gundadali, sum KÍ vann. Tað gjørdi KÍ eisini hjá kvinnunum, eftir at tær hava verið gulleysan í tvey ár. Tað er leingi hjá teimum. Hetta var eisini árið, tá Klæmint A. Olsen tók enn eitt málmet. Við sínum 26 málum hevur hann tikið metið frá Súna Fríða Johannesen í 1995 og Una Arge frá 1997. Teir kunnu tó framvegis reypa við, at tá var kappingarárið 18 dystir! Klæmint A. Olsen fekk gullskógvin fyri fimtu ferð, meðan Heidi Sevdal vann gullskógvin fyri sættu ferð, og er kosin til ársins spælara fyri sjeyndu ferð. Seinnu árini hava vit í Miðlahúsinum og FM1 lagt nógv fyri, at menna tiltakið “Fótbóltsgalla”. Nógvar betringar eru gjørdar og tiltakið verður tillaga so hvørt, sum tað er neyðugt. Tað fer nógv arbeiði í at samla inn atkvøður og telja saman. Vegna fyrireikararnar, so vil eg gjarna takka øllum, sum á ymiskan hátt hava gjørt hetta tiltkið møguligt. Uttan spælarar, venjarar, nevndir og eina rúgvu av sjálvbodnum arbeiði, var ongin orsøk til at hava tiltakið. Hartil eru tað nógvir stuðlar og nógv fólk, sum eiga stóran lut í, at Fótbóltsgalla 2019 letur seg gera. Her skal eisini ljóða ein stór tøkk til tey, sum, møttu til tiltakið. Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at spælarar, venjarar og fólk kring liðini møta til tiltakið. ÍtróttarSosialurin er við á ferðini til Norra og Svøríki. Tað kemur at merkja ÍtróttarSosialin og Sosialin komandi tíðina. trondur@sosialurin.fo Tróndur Arge – Kastrup Føroyska fótbóltslandsliðið er komið til Danmarkar, har liðið skal fyrireika seg til komandi landsdystirnar. Dysturin móti Norra verður fríggjadagin og dysturin móti Svøríki verður mánadagin. Vanligt er, at føroyska landsliðið býr í nærumhvørvinum, har teir skulu spæla. Hesa ferð er tó eitt sindur øðrvísi, tí landsliðið býr í Keypmannahavn og skal venja á Sundby Idrætspark komandi tríggjar dagarnar. Farið verður síðani til Norra hósmorgunin. Um kvøldið verður venjing á Ullevaal leikvøllinum í Oslo. Dysturin móti Norra verður fríggjakvøldið. Eftir dystin verður farið beint til Stokkhólm í Svøríki. Sunnudagin 17. november verður venjing á Friends Arena og mánakvøldið verður seiansti EM- landsdysturin á hesum sinni, og somuleiðis tann seinasti hjá Atla Gregersen og landsliðsvenjaranum, Lars Olsen. Ferðalagið flýgur beint heim til Føroya eftir dystin. Ongin Hallur Hallur Hansson bleiv hóskvøldið kosin til ársins landsliðsspælara fyri 2018 og 2019. Hann hevur kanska ikki havt sítt besta tíðarskeið, men hann er altíð á vøllinum og rokast. Nú skal føroyska landsliðið klára seg uttan liðskiparan hjá AC Horsens. Hann breyt hondina í 1-0 sigrinum á Malta á Tórsvølli. Hann hevur verið undir skurð, men skal binda frið í eina tíð afturat. Odmar Færø er tøkur aftur og tað loysir upp fyri, at Rógvi Baldvinsson ella Heini Vatnsdal kunnu flytast fram á miðvøllin. Jóan Símun Edmundsson hevur sitið nakað á bonkinum hjá Arminia Bielefeld í løtuni, so helst er hann svangur at sleppa at spæla. Úr Norra er stóra søgan, at Martin Ødegaard ikki er við hesaferð. Hann er sáttmálabundin í Real Madrid, men hevur verið útleigaður til Real Sociedad og staðið seg væl í hesum kappingarárinum. ÍtróttarSosialurin, In.fo og FM1 eru við á ferðini. ØÐRVÍSI FYRI­REIKINGAR TIL SEINASTU DYSTIRNAR HJÁ LARS OG ATLA Fótbóltsgalla 2019 Hópurin: Gunnar Nielsen, FH (Ísland) Kristian Joensen, KÍ Teitur Matras Gestsson, HB Atli Gregersen, Víkingur Odmar Færø, Hamarkameratene (Norra) Andrias Høgnason Eriksen, B36 Heini Vatnsdal, Fremad Amager (Danmark) Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark) Ári Mohr Jónsson, Sandnes ULF (Norra) Magnus Egilsson, HB Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Norra) Sølvi Vatnhamar, Víkingur Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (Ísland) Árni Frederiksberg, B36 Gilli Rólantsson Sørensen, Brann SK (Norra) Brandur Hendriksson Olsen, FH (Ísland) Jóannes Bjartalíð, KÍ Jóan Símun Edmundsson, DSC Arminia Bielefeld (Týskland) Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Patrik Johannesen, KÍ​ Føroyska landsliðið heldur til í Danmark undan landsdystunum móti Norra og Svøríki. Hetta verða seinastu landsdystirnir hjá Lars Olsen og Atla Gregersen EM 2020 undankapping: