Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. november 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. november 2019 · Nr. 131 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Mikladalsmálarin Hans Hansen Hugleiðingar um listamannin Hans Hansen, Hans í Mikladali Mikladalsmálarin, sum Hans Han­ sen varð róptur, varð borin í heim í Mikladali tann 14. nov­ember í 1920. Foreldur hansara vóru Jóhanna Olsen og Hans Michael Fr. Hansen, fiski­mað­ur. Fimtan ára gamal fór Hans til skips. Var í fiskiskapi undir Íslandi undan krígnum. Undir krígnum fór Hans í málaralæru í Íslandi og gjørd­ist í 1942 mál­ara­sveinur. Kveikt­ ur av eitt nú mæta lista­manni Íslands, Jó­hann­esi Sveins­syni Kjarval, gjørd­ist Hans hug­grip­in av máln­ingalistini. Hans fór í 1949 inn á tekn­i­skúl­ an hjá Bizzie Høyer í Keyp­ mannahavn, har Ruth Smith og Ingálvur av Reyni høvdu gingið undan honum. Í 1953 fór hann á Listaháskúlan í Keyp­manna­havn, har hann legði lunn­ar undir yrki sítt sum mál­ari og freskomálari. Hetta var sama árið, sum Aks­el Jørgensen, professari, gavst á Lista­háskúlanum. Aks­el Jørgen­ sen var lærari hjá Ruth Smith, Ingálvi av Reyni og Jóannisi Kristi­ansen. Lær­ar­ar hjá Hansi vóru Olaf Rude í málningalist og Olof Riseby í fresko og mosaikki. Hans gavst á Lista­háskúlanum í 1957. Økti um útbúgving sína sum freskomálari og mosaikklista­mað­ ur – brotmyndamaður – í Ravenna í Italia. Hans fekk íblástur frá S.J. Mikines (1906-1979) og undan­ gongu­monnum hansara, Niels Emili Kruse (1871-1953), Christen Holm Isaksen – Kristini í Geil (1877-1953) og Jógvani Waagstein (1879-1949), men harafturat sýna verk hansara, at Hans eisini fekk íblást­ur frá javnaldrandi lista­ feløg­um síns. Tað var miðskeiðis í farnu øld, at Hans Hansen og Ingálvur av Reyni komu at kennast og gjørd­ ust vinir. Ingálvur varð føddur í Havn 18. december í 1920, og vóru teir sostatt javngamlir, felagarnir báðir. Árið eftir loknan lesnað á Lista­ háskúlanum stevndi Hans saman við Ingálvi á heysti í 1958 ímóti Frak­landi. Talan var um stutta náms­ferð í París. Ríkar vóru løturnar í gøtunum og á søvnum í høvuðsstaði Frak­ lands. Brøvini frá Ingálvi heim til Føroya siga frá góðum hendingum, men eisini frá møtimiklum førum í París á hesi ferð teirra – eitt nú við tilhaldi í huga. Nýliga til verka farnir hava teir báðir tveir, Hans og Ingálvur, tikið heim við sær til Føroya førning góðan úr alheimslistini. Hans var tikin úr leikum sum teknari, so sum strikutekning av Ingálvi, skitsað í París tann 6. okt­ ob­er 1958, sýnir. Aftanvert tekn­ ing­ina hevur Ingálvur skrivað: Hans og eg vóru í París o.u. 12-14 dag­ar í oktober 1958. Tekn­ingina eft­ir mær teknaði hann eftir lítlari løtu. Inni har vit búðu. Í Havnini hevði Hans eitt skifti atelier í Avhaldshúsinum niðan­ vert Vaglið og Gamla Bókahandil. For­kunnugt var við pápa at vitja í hesi málaraskemmu hansara í 1960­ árunum, har tekningar, máln­ ing­ar og freskomálningar vóru at síggja á myndafótum og út um gólvið alt. Stutt var úr Avhaldinum og om­ an í Sóljuna á Áarvegnum, har hatta­handilin hjá Liffu – Liffu Greg­orius­sen var. Helst var tað um hetta mundið, at Hans teknaði Liffu tvey ymisk mynstur til turri­ klæðið í føroyska búnanum. Hesi turriklæði við mynstrum hansara eru til skjals í ættini hjá Liffu. Vinsælur og barngóður var Hans í Mikladali. Hetta kendu vit, sum hann so tíðum støkk inn á gólvið í atelierinum hjá pápa og inn í stovu okkara á Ingutrøð í mið­býnum í Havn. Hans og Ása systir, sum fødd er í 1955, vóru sera væl, og á eini seinni ferð í París sendi hann henni eina leiku heim á Ingutrøð. For­kunnuga leikan, ein dukka so føg­ur og fín, verður seint gloymd. Inniliga vinsemið millum Ing­ álvs og Hans kom til sjóndar, tá ið Hansi í 1960árunum varð litið til at myndskrýða nýggja skúlan í Fugla­firði, teknaður av Palla Greg­ orius­sen. Hans varð av Palla arkitekti bið­in um at prýða inngongdina í skúl­anum. Stórsinnaður sum hann var, beyð Hans vini sínum Ing­álvi helmingin av uppgávu síni. Málningurin hjá Hansi til vinstru handar, tá ið tú kemur inn í inngondina í skúlanum, nevnist Fólk í hoyna. Tann hjá Ingálvi til høgru handar nevnist Motorbátar við bryggju. Í Háskúlanum á Háskúlavegi í Havn finst í forhøll skúlans stór­ sligin freskomálningur av Hansi. Eitt av høvuðsverkum hansara. Helst er tað Marius Johannesen, há­skúlastjóri, fyrr lærari á Trølla­ nesi og í Mikladali, sum hevur fingið henda freskomálning til veg­ar. Hans var hann, sum fekk vegir Ingálvs og Ólavs Hátún at kross­ ast, og tað var ikki so lítið, sum spurd­ist burturúr millum sangara og ljó­mleik­ara. Síðstu ár síni búleikaðist Hans úti í Reynagarði í Havn, og hevði hann um hetta mundið atelier í søguligu húsunum í Tranti í Reyn­ gøtu 16, har hann serstakliga ar­ beiddi við mosaikki. Hans Hansen fór síðst í seksti­ árunum at dragast við herviliga sjúku, og eftir drúgva sjúkralegu andaðist hann í Keypmannahavn tann 8. mars í 1970, einans 49 ára gamal. Hans er jarðaður í Mikladali, í heimbygd síni. Jarðarferðin var tann 18. mars 1970. Fólk komu úr Havn­ini og ymsa staðni frá úti um landið at fylgja. Teir á rutu­bát­ inum fingu ikki lagt at í Mikladali, har súgur var við lending, og tí varð lagt at á Húsum. Í tjúkkum kava varð gingið tungu gongdina upp um fjøll til Mikla­dals. Jarðarferðin var úr Mikladals kirkju. Prestur var Tummas Jacob­ sen úr Sandvík. Urguleikari var Ólav­ur Hátun. Í kirkjuni sang Ing­ álvur sálmin Dagur seinkar, setur sól. Ólavur spældi undir. Ein ungur drongur festi seg við sálmin og boðskapin í honum. Nú, sum tilkomin maður, staðfesti hann nýliga tankan hjá okkum, syn­um og døtrum Ingálvs, at talan var um henda sálm – Dagur seink­ ar, setur sól. Eftir at løtan á kirkjugarðinum var liðin, og fólkið smátt um smátt hevði leitað sær út um kirkju­ garðs­grindina, fóru Ólavur Hátún og Ingálvur av Reyni yvir á grav­ar­ bakk­an hjá frænda sínum, har teir tvei­reinir sungu sálmin Eg vil mínum Harra prísa – sálmur, sum Hans so stundum sang saman við feløgum sínum. Tá ið eg sum læraraskúla­næm­ ing­ur á fyrsta sinni var í Mikladali í 1982, kom eg á tal við 91 ára gamla søgufróða og blíðmælta bóndan Magnus Eliasen – Magnus í Hús­ stovu, sum enn var deknur í bygd­ ini, nú okkurt um seksti ár vóru runnin, síðan hann tók við hesi tænastu. Magnus bóndi vísti mær á leiðið hjá Hansi. Ein av kendu málningunum hjá Hansi í Mikladali er tann av Ólavi í Útistovu. Á hesi somu ferð míni har norðuri støkk eg inn á gólvið hjá 91 ára gomlu Jóhonnu í Úti­ stovu, einkju Ólavs. Fjálgt var at sita inni í roykstovukendu lonini, har Jóhanna segði frá gomlum og minniligum døgum í bygdini. Vit talaðu um málningin hjá Hansi av manni hennara, Ólavi, og sum vera man fegnaðist Jóhanna um henda sermerkta málning. Í bygdini har hitti eg eisini son Ólavs og Jó­ honnu, Andrass, hin vinarliga og søgu­fróða mann. Eisini talaðu vit bæði Jóhanna um trúboðaran William G. Sloan, Gamla Sloan (1838-1914), og ferðir hans­ara í Kalsoynna og til Mikla­ dals. Jóhanna kendi væl mannin, og segði mær, at Sloan stundum fór í kirkju og hevði sín fasta sess und­ir einum vindeyga á næst­aft­ asta bonki mannfólkamegin í gomlu kirkjuni. Henda kirkja var umbygd í 1915, árið eftir at Gamli Sloan doyði. Mikla­dalsmenn nýttu tað, sum nýt­ ast kundi úr teirri gomlu kirkj­uni. Í 2015 hildu kalsoyingar hundrað ára dag kirkjunnar. Lív og Læra var forkunnugt tíðarrit hjá Petur Williami Háberg. Har las eg sum unglingi um ferð­ir­ n­ar hjá Gamla Sloan í Mikladali, har Andrew Sloan, trúboðari, skriv­ar um faðir sín, William Gibson Sloan. Júst so søgdu Jó­ hanna í Útistovu og Magnus í Hús­stovu mær frá hesum ferðum Sloans í Mikladali. Á ferðum sín­ um í Mikladali hildu feðgarnir Slo­ an til í Hússtovu, har prestur eisini hevði til húsa. Barnaheimið hjá Hansi í Mikla­ dali stendur sunnaliga í bygdini og er sunnasta lon av trimum tætt sam­anbygdum húsum. Tað var við ser­støkum kenslum, at eg á hesi ferð míni í Mikladali í 1982 gekk mær fram við hesi lágu og fjálgu lon hjá vini okkara. Vit læraraskúlanæmingar stukku sum vera man inn á gólvið í Norðnástovu og inn í aldargomlu søgu­ligu smiðjuna, eins og inn á gólvið hjá Glerfossfólkunum. Í atelieri Ingálvs á Lützenstrøð í Havn hingu tvær fotomyndir av Hansi. Tær birtu í Ingálvi fjálgar tankar og góð minni um farna vinin og listamannin, Hans í Mikla­dali. Í Mikladali hava vit stórfingnu kópakonuna. Kanska kemur har einaferð eisini eitt savn við verk­ um eftir mikladalsmálaran Hans Hansen eins og onnur listafólk hað­ani av oynni. Hoyvík, tann 14. november 2018 Árni av Reyni Keldur: Wikipedia Ingálvur av Reyni Ólavur Hátún J. P. Gregoriussen Jóngerð Purkhús Líggjas í Bø Hanus á Gørðum Pól á Kletti, Viðskerin 19. sept. 1998 Bárður Jákupsson, Myndlist í Føroyum, Atlantia og Sprotin 2000 Hans Hansen 1920-1940