Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. november 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 13. november 2019 · Nr. 131 TÍÐINDI Løgtingið viðger í dag nýggju uppskotini til broytingar í pensjónunum í Føroyum Árni Gregersen Fráfarandi samgonga samtykti eina nýggja lóg um pensjónir saman við Sjálvstýrinum í farna valskeiði. Sambandsflokkurin og Fólka­ flokkurin, sum nú sita í sam­ gongu, lovaðu undan val­in­um, at stórar broytingar fóru at henda í pen­sjóns­lóg­un­um, kom teir flokkarnir framat eft­ ir eitt val. Sambandsflokkurin helt fast við, at grundarupphæddin í fólkapensjónini skal vera skattafrí, uttan mun til hvørja inntøku pensjonistarnir ann­ ars hava. Fólkaflokkurin legði eitt uppskot fram í farna valskeiði um, at útgjaldi úr Sam­halds­ fasta eisini skal vera skatta­ frítt og undir valstríðnum segði formaður floksins, at hetta fór at koma í gildi 1.janu­ ar 2020. Í dag viðger tingið uppskot um at broyta viðurskifti hjá pensjonistunum, men hvørki lyfti frá Sambandsflokkinum ella frá Fólkaflokkinum, fer at virka 1.januar, sjált um upp­ skotini hjá samgonguni verða sam­tykt, sum tey fyriliggja í dag. Ein bati fyri pensjonistarnar Hóast vallyftini ikki verða hild­in til fulnar, so er virkn­ ingurin av lógarbroytingunum kortini, at pensjonistarnir fáa meira at liva fyri. Grundarupphæddin verður hækkað til tað sama, sum hon var árini 1990 til 2015. Hetta vcerður tó gjørt yvir tvey ár. At grundupphæddin hækk­ ar merkir, at inntøkan hjá øll­ um fólkapensjónistum, sum ikki hava inntøkur aftrat pen­ sjónini, hækkar við 580 kr. um mánaðin (frá 1. januar 2021). Harumframt fáa fólka­pen­ sjónistar sum frá líður ein frádrátt í skattinum á 500 kr. um mánaðin (250 kr. í 2020 og 250 kr. aftrat í 2021), soleiðis at samlaða inntøkan hækkar við 1.080 kr. um mánaðin. Pensjónsnýskipanin ger tað møguligt undir ávísum treyt­ um at útseta pensjónina og afturfyri fáa hægri pensjón seinni. Hesin møguleiki verður bara galdandi fyri komandi pen­sjónistar. Tað vil siga tey, sum eru fødd eftir 1.januar 1953. Hjá teimum, sum hava so­ mikið høga inntøku, at øll pen­ sjónin er mótroknað, vil tað altíð loysa seg at útseta pen­ sjónina. Sostatt hevur pensjón­ist­ur­ in onki at missa, tí hann fær onga pensjón kortini (hann fær tó altíð útgjald frá Sam­ halds­fasta, sum ikki kann út­ set­ast. Eisini hjá teimum, sum hava inntøku, sum er somikið høg, at meginparturin av pen­ sjónini er mótroknað, kann tað loysa seg at útseta pensjónina. Hækkaða grundupphæddin og broytingarnar við mót­rokn­ ing­ini hava við sær, at inn­tøk­ an skal vera munandi hægri, áðrenn fólkapensjónin er fult mótroknað. Hetta fer sannlíkt at hava við sær, at tað verða færri pen­ sjónistar, sum fara at útseta pen­sjónina. Skattalættin Fólkapensjónistar hava ongan serligan skattafrádrátt í gald­ andi skattalóggávu, men av teimum veitingum, sum fólka­ pensjónistar fáa, eru summar skatta­fríar og aðrar skatt­ skyld­ugar. Útgjald úr Samhaldsfasta og viðbótin til fólkapensjónina eru skattskyldug inntøka, með­ an grundupphæddin og brenni­ ­stuðulin eru skattafrí. Uppskotið hevur við sær at tey, sum fáa fólkapensjón, fáa ein skattafrádrátt á samanlagt 3.000 kr. árliga í 2020. Av hesum verða 1.500 kr. latn­ ar í landsskattinum og 1.500 kr. í kommunuskattinum. Í 2021 og árini frameftir hækk­ ar frádrátturin upp í 6.000 kr. árliga. Av hesum verða 3.000 kr. latnar í landsskattinum og 3.000 kr. í kommunuskattinum. Uppskotið tryggjar teimum, sum fáa fólkapensjón ein skatta­lætta á 500 kr. um mán­ aðin frá 2021. Í 2020 verður tó tal­an um 250 kr. um mánaðin. Hetta eru tvey av upp­skot­ un­um, sum landsstýrið hevur lagt fram og tingið viðger í dag. Eitt uppskot er afturat, sum ger nakrar broytingar í mót­ rokn­ingini, serliga hjá kom­ andi pensjonistum – altso teim­um, sum eru fødd eftir 1. janu­ar 1953. Andstøðan sigur, at broyt­ ing­arnar fara at ávirka lang­ tíð­ar haldføri í føroyska bú­ skap­inum og fer at biðja um útrokningar frá fíggj­ar­mála­ ráðn­um, tá ið lógaruppskotini koma í nevndirnar. Haldføri og broytingar í fólkapensjónunum Elæsebeth M. Gunleygsdóttur, landsstýriskvinna hevur lagt uppskot fram. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum hevur eisini lagt uppskot fram. Tey fáa eitt sindur fleiri pengar millum hendurnar, verða uppskotini samtykt