Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. november 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. november 2019 · Nr. 131 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Vinmaðurin Kristian farin Vinir vit vóru tey farnu ár - vinir koma og fara Soleiðis kvað skaldið – og ja, vinir koma og fara – tá tú ert komin til okkara ár, verður tað helst mest fara – og nú fór so Kristian – vinmaðurin fram um allar – um evstu sýn. Tá eg kom í Dansifelag Kagg­ans fyri einum 30 árum síðan, vóru vit øll – um ikki ung – so tó í bestu árum. Vit gledd­ust um dansin, um kvæð­ini og um góða felags­ skap­in. Vit ferðaðust, bæði her heima og uttanlands. Vit riðu ediling millum Kattegat og Skagerrak – vit fóru við Kristinu fyri handan á til Grimsby, mintust Rólant jall í Runsival og Guttorm við Glommen. Men lið tók at tynna; laga­ ligi vestmenningurin Bjarni – vituga Helfred - bragdligi hós­víkingurin Jón – frynt­ liga Mary frá Gjógv - hittin­ orð­aði yrkjarin úr Skálavík, Rók­ur – kvæðakempan Her­ vør – raski gøtumaðurin Trónd­ur og hansara Anna – still­føri havnarmaðurin Sørin og hansara lívsglaða Tóta – umhugsni skop­uning­ ur­in Hjørleif - blíða Sigrid úr Funn­ingi – musikalski havn­ ar­maðurin Helgi – spelkni, vitugi vágbingurin Mathias og nú okkara Kristian. Kristian var altíð hin sami, nær tú so hitti hann. Altíð við tí góða orðinum – altíð fúsur at hjálpa og stuðla, alt tað hann kundi – altíð vælhýrdur, sjálvt nú sjúk­an nívdi – einki knarr, ikki Kristian. 41 góð ár fingu tit saman, tú og Anna. Og nú ert tú farin. Farvæl, góði Kristian, og takk fyri nógvar góðar løtur saman við tær og Annu í Kagganum, í Mykinesi, í Runsival, i Tjørnuvík, í Grimsby og aðrastaðni við, men fram um alt í Handaratúni 1. Marjun Til minnis um verfaðir Páll Steinberg 24. oktober 1943 - 5. oktober 2018 Tann 18. desember 1992 var eg fyri fyrstu ferð inni á gólvinum í heiminum hjá Eydnu og Páll Steinberg í Jørundsgøtu í Klaksvík. Kona mín og eg vóru stutt framan undan komin saman og ikki var sørt at eg kendi fjáltur á mær, tí hetta var fyrstu ferð eg hitti verforeldur míni. Kona mín lat meg vita at eg mátti ikki tosað um politikk, tí pápin var Tjóð­ veldismaður av ivrigastu loys­ ingarmonnum og harafturat hevði pápi vermóðurina sitið fangi umborð á Rolf Krage und­ir læknastríðnum. Men her var sjálvsagt eingin orsøk hjá mær at stúra, tí kom­ in inn um hjá Eydnu og Páll merkti eg hitan og friðin sum ráddi innangátt í hesum heim­ inum og kendi meg sum húsfólk frá fyrsta degi. Hetta desember kvøldi í 1992, sum byrjaði sum eitt eydnu­samt kvøld har nýggj vina- og familju bond vórðu knýtt – broyttist til nakað ófrætta­kent tá boð vóru eftir verfaðir, sum var virkin í Klaks­víkar Sløkiliði. Boðini vóru at tyrla hjá Atlantic Air­ ways var dottin niður á Borð­ oy­arvík og tað vísti seg at eing­ in umborð á tyrluni hend­an van­lukkudagin, kom undan van­lukkuni við lívinum. Seinastu árini hjá verfaðir vóru merkt av viknandi heilsu og serliga seinastu mán­að­ar­ar­ nir gekk skjótt afturá. Páll varð innlagdur á Klaksvíkar Sjúkra­hús fríggjadag 28. sept­ ember 2018 og mikudagin 3. oktober varð hann fluttur á Landssjúkrahúsið. Hetta sama kvøldi vóru vermóður, konan og systur konu mína, Maiken, saman við Páll á Lands­sjúkra­ hús­inum og støðan var ikki góð. Verfaðir var veikur og lítið samband var við hann. Kon­an hevur greitt frá at með­ an hon sat og helt í hondina á pápa sínum, raknaði hann við og gjørdi tekin um at vildi sleppa at halda í hondina á kon­uni hansara elskaðu Eydnu, sum hann var sera tætt knýtt­ ur at. Tey høvdu verið sum eitt líka síðan tað rann saman teirra millum í 1962, tá Eydna ein­ans var 15 ár og Páll 18. Nakrar fáar tímar seinri vóru fyri seinastu ferð boð eft­ ir verfaðir, men hesuferð komu boðini ikki frá sløkki­lið­ støð­ini, men frá Honum ið sig­ ur: "Í húsi Faðir Míns eru nógvir bústaðir, var tað ikki so, hevði Eg sagt tykkum tað; tí Eg fari burtur at gera tykkum stað til reiðar. Og táið Eg eri farin burt­ur og havi gjørt tykkum stað til reiðar, komi Eg aftur og taki tykkum til Mín, so eisini tit skulu vera, har sum Eg eri….” Páll elskaði lívið. Hann elskaði at fara á flot og at ganga fjøllini eins og hann elskaði at dvølja við hús saman við konu, børnum, abba­børn­ um, skilfólkum, vinfólkum, grann­ um og øðrum sum komu á gátt. Páll var av hornaslagnum og ein skuldi ikki tosað leingi við Páll fyrr enn tosið kom inn á mat. Serliga var tað sið­ bundni føroyski maturin, sum upptók hann og myndirnar av Pálli við einum ræstur veðra­ hálsi og øðrum góðum bitum standa klárar í minninum. Sjálvur plagdi hann at siga at góðu gávurnar at eta og stóra áhugan fyri mati hevði hann arva úr Leirvík. Páll var veiðumaður og var altíð klárur at fara ein skjót­ inga­túr. Mest vanligt er at veiða svartfugl og helst skuldi tað verða so tætt uppundir jól, sum gjørligt tá álkurnar og lom­vigirnar eru uppá tað feit­ asta. Tá Páll hevði verið og skotið lá ein heil ferðafrásøgn á døgurðaborðinum. Einki sum hevði veingir slapp liv­andi aftur við borðinum. Svágur mín Torkil greiddi frá, at tá pápin kom heim frá arbeiði gekk leiðin altíð fyrst í hjallin at kanna og kína kropp­ un­um, sum hingu og bíðaðu. Væl­nøgdur gleddi hann seg sum eitt barn til rætti liturin kom fram so kjøti kundi koyr­ ast í pottin. Í mong ár hevði Páll sanna frægd av at ganga á fjall hjá Hanus Súna, bónda í Hattarvík. "So hvørt vit vuksu til sluppu vit við pápa okkara til Hattarvík á fjall í Skarðsvík ella inni í Vík, sum hatta­vík­ ing­ar siga. Eisini gekk hann á fjall á Eystfelli hjá Símun Gullaksen, gamla. Pápi elskaði náttúruna og serliga tað hon gav í matkovan. Hann hevði í mong ár veðrar gangandi á trønni Undir Hálsi har hann eisini velti eplir. Pápi plagdi at taka minsta veðurlambi á trønni longu fyrst í september. Hetta fyri at hava ræst kjøt, tá hann sjálvur hevði føðing­ar­ dag, sum hann annars sjálvur helt lá heldur tíðliga á árinum til at fáa rætta smakkin í kjøti", fortelur Torkil um pápa sín. Arbeiðsmaður Páll varð borin í heim 24. okt­ ober 1943 og eftir lokna skúla­ gongd fór hann í læru á blikk­ smiðj­uni hjá Niels Juul Arge. Har varð hann avlærdur í 1962 og arbeiddi hjá Nies Juul til hann byrjaði sína egnu blikk­ smiðju har hann starvaðist fram til 1983 tá hann tók við starvinum sum vatnmeistari hjá Klaksvíkar Kommunu. Og var hann vatnmeistari líka til hann fór frá fyri aldur í 2010. Klaksvíkin í 1983 líkist ikki býnum sum vit kenna hann í dag. Tá Páll tók við sum vatn­ meistari vóru framvegis stórir partar av býnum, sum fingu vatn frá privatum vatn­feløg­ um, ið veittu vatn til gomlu bý­ lingarnar. Tá í tíðini vóru ongar teldur og hóast kort vóru sum vístu hvar nýggjastu partarnir av rør­leiðingunum lógu niður­ grivn­ar var álitið minnið hjá vatnmeistaranum og minni hjá Páll var framúr gott. Marni Hvannastein, sum ar­ beiddi tætt saman við Páll í næst­an 10 ár á kommunalu vatn­deildin greiddi mær frá at hann ongantíð sá Páll óðan hó­ ast hann mangan stóð fyri skot­um. Páll stórtreivst í arbeiðinum á vatndeildini har teir røktu kommunalu vatnskipanina, sum gekk inn til hvørt heim í býnum. Tað var stórt arbeiði at røkja størri og smærri brunn­ar, sum vóru ymsastaðni í fjøllunum kring býin. Vatn­ leið­ingar skuldu eftirhyggjast í fjøll­unum kring Árnafjørð og Stoks­oyra og úr Gravardali og norður í Strandadal. Um tað var ódnarveður ella kavi noydd­ust vit niðan í fjøllini. Mangan tá liggjandi kavi var og áirnar frystu, minkaði vatni skjótt og tá noyddust teir út í fjallalíðirnar at ganga í tjúkk­ um kava, so umstøðurnar vóru ikki altíð tær bestu. Steinmund Klakkstein, sum arbeiddi 17 ár saman við Pálli á vatndeildini hjá Klaksvíkar Kommunu, sigur seg ofta undr­ ast yvir hvussu hegnis­lig­ur og góður arbeiðsmaður Páll var. "Hann hevði eitt Job’s tol, og hóast eg mangan kundi verða knappur í vendingini, upplivdi eg ongantíð at síggja Páll óð­an”. Páll vísti børnum og abba­ børnum stóran ans. Hann gav teimum kelinøvn, sum einans hann og børnini kendu. Tá abba­børnini vitjaðu gjørdist abbin altíð ovurfegin og fingu øll klemm og muss. Og tað var føst traditión at abbi og omma stóðu á trappuni og vinkaðu far­væl, tá abbabørnini fóru av­ stað. Hetta helt hann fast við líka til tað seinasta hóast hann til endans var vorðin sera veik­ur. Vónin er dýrabær Páll Steinberg var sonur Joen Paula og Fridu Steinberg í Vík­ unum. Hann var yngstur av 6 systkjum; Ninna, Jutta, Sonja, Harry, Óli og Páll. Páll giftist í 1966 við Eydnu Justesen. Tey fingu fimm børn: Maiken, Torkil, Joan, Hans Pauli og Pætur. Joen Pauli ella Palli sum pápi Páll kallaðist, andaðist ein­ans 64 ára gamal. Tá var Páll einans 29 ára gamal og sein­asta arbeiði, sum Palli gjørdi var at tapesera og mála dag­ligstovuna hjá Eydnu og Páll. Tað var svárt at missa pap­an á so ungum aldri og Páll hevði sera tungt við at tosa um hetta, tí saknur var stórur. Tá heilsan var farin at vikna og orkan var lítil, var eg nakrar ferðir biltúrar við verfaðir. Rund­túrurin var tann sami, sum øll í Klaksvík kenna; Norð­havnina og so steðga á Stong­unum, við báta­brúgv­ar­ nar og so runt víkina út á kaj­ una og heimaftur við mill­um­ lending á kajuni á Flesjum. Hetta vóru hugnaligar løtur. Verfaðir fylti nógv í familj­ uni serliga um høgtíðirnar og tá familju føðingardagar vóru. Tá livdi Páll mitt í verðini - sam­an við allari familjuni við børnum og abbabørnum og góð­um mati. Tað hvíldi ein friður yvir verfaðir. Hann var seg sjálvur og tá hann var heima hjá sær sjálvum var hann har…. Páll – tú fórt alt ov tíðliga frá okkum! Vit minnast títt lætta sinnið, títt ótolni tá bíða var eftir døguraðnum, títt milda sinnalag, tína umsorgan tín kærleika Æra verið minnið um verfaðir Páll Steinberg. John William Joensen versonur