týsdagur 12. november 2019síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. november 2019 · Nr. 131
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SUÐUROY
Áki Bertholdsen
– Hetta er ein bátahylur,
sum fer at nøkta tørvin
langt fram í tíðina.
Tað sigur Janus Thom
sen, borgarstjóri í Hvalba.
Í nógv ár hevur verið
tosað um at gera nýggjan
bátahyl í Hvalba, og nú
er tað komið so langt, at
farið verður undir hann
næsta ár.
Arbeiðið
at
leggja
grótgarðin varð boðið út
herfyri, og tá ið tilboðini
vórðu latin upp fríggja
dagin, vóru trý tilboð
latin inn.
Janus Thomsen sigur,
at Articon hevði tað lægsta
tilboðið og tað var upp á
3,85 milliónir krónur.
Hann sigur, at farið
verður nú undir samráð
ingarnar við Articon og
gongst sum ætlað, verður
málið lagt fyri næsta
bygdaráðsfund til støðu
takan.
Bygd a r á ð s f u n d u r
verður aftur seinast í
mánaðinum og verður
tað samtykt, er ætlan
in at seta penging av til
bátahylin á fíggjarætlan
ini fyri næsta ár, soleiðis
at hann kann gerast tá.
Fáa bíligt grót
Janus Thomsen sigur,
at nú nýggjur Hvalbiar
tunnil verður boraður, er
tað eitt gylt høvi til at fáa
grót til endamálið.
Arbeitt verður nú við
at fáa eina avtalu við
Landsverk um at fáa
grót úr tunlinum. Og tað
er ein avtala, sum er við
at koma undir land og
borgarstjórin sigur, at
talan er um eina rættiliga
góða avtalu fyri kom
mununa.
Á fíggjarætlanini fyri
næsta ár, er ætlanin at
seta einar sjey milliónir
av til bátahylin, tí um
framt grótarbeiðið, skulu
eisini bátabrýr, og aðrir
hentleikar, útvegast.
Tað
er
alt
plássið
heilt av Hamranesi, har
flakavirkið er, og inn til
Bíargarð, har núverandi
bátahylur, sum er avsett
til nýggja bátahylin, so
har er pláss fyri rættiliga
nógvum bátum.
Men Janus Thomsen
sigur, at bátabrúgvarnar
verða lagdar út ímóti
Hamranesi,
men
enn
er ikki avgjørt, hvussu
nógvum
bátum,
pláss
skal gerast fyri í hesum
umfari.
– Vit hava ikki tikið
støðu til, um bátabrýr
skulu gerast til 20 bátar,
ella 40 bátar, sigur hann.
Um hv ø r v i ss t ova n
hevur givið kommununi
loyvi til at gera bátahylin
og tað, sum Umhvørvis
stovan hevur góðkent,
er at leggja eitt grótkast
frá
havnarlagnum
á
Hamranesi og 215 metrar
inn ímóti bátahylinum
á Bíargarði. Og frá báta
hylinum á Bíargarði skulu
góðar 40 metrar fyllast
út, úteftir.
Tað er ein treyt fyri
loyvinum, at spreingi
leidningar verða tiknir
upp so hvørt og Janus
Thomsen sigur, at tískil
verður sperra løgd uttan
fyri økið, har grótkastið
verður lagt.
Ongin vetrarhylur
Janus Thomsen sigur, at
tað er avgjørt brúk fyri
einum góðum bátahyli í
Hvalba.
Vit hava ongan hyl í
Hvalba, har bátar kunnu
liggja trygt um veturin,
sigur hann. Hann sigur,
at kanningar eru gjørdar
við bátahylin á Bíargarði,
men tær vísa, at tað
ber ikki til at fáa hann
kyrran, sama hvat verður
gjørt við hann.
Í Nesi er eisini ein báta
hylur, men har eru ikki
nógv pláss, nú Bakkafrost
er farið undir virksemi
har. Annars vísa kann
ingar, skal hann fáast
tryggur, verður neyðugt
at seta portur í hann, og
tað er ein dýr søga, sigur
borgarstjórin.
FER AT NØKTA TØRVIN
LANGT FRAM Í TÍÐINA
BÁTAHYLUR Nú verður farið undir
arbeiðið at gera nýggjan bátahyl
í Hvalba. Tilboðini eru latin upp
Tað er alt hetta økið, sum er sett av til nýggjan bátahyl í Hvalba. Tað gongur heilt av Hamranesi, har flakavirkið og havnarlagið er, høgrumegin
á myndini, og inn til Bíargarð, har núverandi bátahylur er, vinstrumegin á myndini. Myndin er av foroyakort.fo
Hetta er ein tekning av nýggja bátahylinum og sum varð løgd við,
tá ið kommunan søkti Umhvørvisstovuna um loyvi til at fara undir
arbeiðið, og hetta er tað, Umhvørvisstovan hevur givið loyvi til
LÝSINGARTILFAR