Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-12, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. november 2019síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 13. november 2019 · Nr. 131 SUÐUROY Áki Bertholdsen – Vit eru til reiðar og vit hava fyrireikað okkum væl. Tað sigur Claus Olsen, for­maður í Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag. Veturin stundar til og tað er eisini tíðin, tá ið ódnarveður er heit vanligt um okkara leiðir. Og tá ið ódnirnar herja eru ofta boð eftir bjarg­ ingar­feløgum, at bjarga húsum, neystum, hjallum, bilhúsum, og øðrum, sum verða tikin av stormi. Claus Olsen sigur, at í Suðuroyar Norðara Bjarg­ingar­felagi royna tey at verða fyrireikað so væl, sum gjørligt. Tey hava góða útgerð og am­boð, sum eisini eru hampi­liga nýggj, og tey hava eisini útgjørt seg væl við ríkiligum av troli at spenna um hús, so at tey ikki fara í stormi. Tey eru eisini væl út­ gjørd við reimum og bond­um, og við plátum, lekt­um og brekkum at negla fyri vindeygu fyri tekur og klædning, har tað er neyðugt. Hann sigur, at hóast veturin er ikki meiri enn komin í eyga, hevur tað longu verið boð eftir teim­um tríggjar ferðir tí at vandi hevur verið storm­ur skuldi elva til skaða. Hann sigur, at um­ framt at hava góða út­ gerð, eru tey eisini væl mann­að. Skuldi tað verið neyðugt, hava vit eini 60 fólk at heita á, men so nógvum fólkum er sjáldan tørvur á ísenn. Men so hendir tað seg eisini meiri enn so, at brúk er fyri bjarg­ingar­ fólki í trim­um, ella fýra støðum, sam­stundis. Tað hevur verið eisini ein stórur bati hjá Suðuroyar Norðara Bjarg­ingar­felag, at tey hava fingið eitt stórt og gott hús á Havnarlagnum í Nesi í Hvalba. –  Húsið verður aftur­ goldið nú á nýggjárinum. Har hevur felagið høvuð­ støð og har hava vit so góðar umstøður, sum fá onnur bjargingarfeløg hava, og samstundis hava vit út­gerð og amboð, sum eru hampi­liga nýtt, sigur for­maðurin. Skuldi verið óneyðugt Hóast tað mangan er brúk fyri bjargingarfelagnum í sambandi við ódnar­ veður, dylir Claus Olsen heldur ikki fyri, at tað kemur fyri, at boð eru eftir teimum til upp­gáv­ ur, sum tey halda, skuldu verið óneyðugar. –  Tað kemur fyri, at leysir lutir liggja rundan um húsini, sum fólk ikki taka upp, og tá ið tað so verður stormur, og vandi er fyri, at skaði fer at standast av, halda tey bara, at tað er púra sjálv­ sagt at ringja eftir bjarg­ ingar­felagnum. Claus Olsen hevur var­hugan av, at summi halda, at bjargingarfólkið fær løn, men tað fáa tey ikki, tí alt er sjálvboðið ar­beiði, sum tey onga løn fáa fyri. Hann sigur, at tá ið slíkt hendir, fáa eigar­ar­ nir tað eisini at vita, at hetta átti ikki at komið fyri. Tað eru eisini onkun­ tíð boð eftir bjarg­ingar­ fólkunum til gomul hús sum eru fallin í órøkt, og sum eru í so ringum standi, at skaði kann stand­ast av tí. – Tað kunnu vera yms­ ar orsøkir til, at hús fella í órøkt. Talan kunnu vera um hús, sum eru arvað, og har arvingarnir rætt og slætt ikki hava ráð at halda tey. Men talan kann eisini vera um bera líkasælu, heldur for­ maðurin. Men hann heldur kort­ini, at fjøldin av fólki ansar væl eftir, at tey ikki hava nakað liggjandi, sum kann fara á flog og sum kann elva til skaða. Og tað hjálpir ómeta­ liga væl, tí liggur onki og rekist, avmarkar tað skað­arnar beinanvegin, leggur hann afturat. –  Men tað skerst ikki burtur, at tað er ein óneyðug byrða hjá okk­ um, at vit eisini noyðast til verka til uppgávur, sum hesar heldur Claus Ol­sen. Hann leggur afturat, at samstundis sum tey eru upptikin av at bjarga einum húsum, sum eru fallin í órøkt, ella við at taka leysar lutir upp, tarn­ar tað teimum, tá ið boð eru eftir teimum, har tað av álvara leikar á.  Hann heldur, at tað frægasta hevði verið, at kommunan bara tók hús, sum fólk hava ampa av, niður og sendi eigaranum rokn­ingina. Men sum støðan er nú, er tað í roynd og veru bjarg­ingarfeløgini, sum fáa ábyrgdina av húsum, sum fella í órøkt, og tað heldur hann ikki er ílagi. Herfyri segði hann við www.in.fo, at í Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag hava tey umhugsað at senda eigaranum rokn­ ing, tá ið tey mugu at bjarga húsum, sum eru fall­in í órøkt, men higartil hava tey ikki gjørt álvara av hesum. Strævnastu jól í lívinum Gongur, sum tað plagar, verður boð eftir teimum nakrar ferðir afturat í vetur. Annars er tað ógvu­liga ymiskt, hvussu vetrar­nir eru. Tað ringasta, hann veit um, var á jólum í 2016, táið tað var ódnarveður dag um dag, og har bjarg­ ingar­feløgini vóru til arbeiðis øll jólini. –  Vit vóru til arbeiðis at kalla alla tíðina, bæði tollaksmessudag, 23. des­ em­ber, jólaaftan og jóla­ dag og Claus Olsen sigur, at hetta eru strævn­astu jól, hann hevur vitað. Tá var so nógv at gera hjá bjargingarfelagnum, at kona Claus, nóg illa hevði borið eyga á hann øll jólini, og tað fekk hana at taka soleiðis til á Face­ book í skemti: –  Hey tikur, um tik­ ur møta Claus Olsen onku­staðni, vilja tit gera mær tann beina, at ynskja honum gleði­ lig jól frá konu, børn­ um,svigarbørnum og abba­dott­urini... –  Tað vóru sjálvandi fleiri konur, sum kundu siga tað sama. Men sum altíð so var gott lag á øll­ um, sigur Claus Olsen Kundu fingið betri sømdir Hóast tað mangan er brúk fyri bjarg­ingar­feløg­ unum, og hóast tey spara trygg­ingarfeløgunum fyri stórar upphæddir, held­ur Claus Olsen, at bjarg­ingarfeløgini áttu at fing­ið betri sømdir. Feløgini fáa 2,3 milliónir á fíggjarlógini og tað skal so býtast sund­ur ímillum tey níggju bjargingarfeløgini, sum eru, so tað verður smá­býtt. Men Claus Olsen heldur eisini turrisliga fyri, at eftir hansara tykki gong­ur tað illa hjá trygg­ ingar­feløgunum at fata, hvussu nógvum pengum, bjargingarfeløgini spara tey fyri í endurgjaldi fyri skaðar. Hann sigur, at í fjør lutaði tað eina trygg­ ingar­felagið 100.000 krón­ur sundur ímillum bjarg­ingar­feløgini. Men annars hevur hann nakrar ferðir biðið trygg­ingarfelag um smærri upphæddir í stuðuli til ymsa útgerð og onn­ur endamál, og tað hevur hann fingið. Men hann heldur heilt avgjørt, at trygg­ingar­ feløgi­ni áttu at stuðla bjarg­ingar­feløgunum nógv meiri enn tey gera nú. HAVA FYRIREIKAÐ SEG TIL ÓDNARVEÐUR Í VETUR BJARGINGARFELAG Tað skerst ikki burtur, at onkuntíð eru boð eftir okkum til uppgávur, sum átti at verið óneyðugar, sigur Claus Olsen, formaður í Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag Tað var eitt stórt framstig tá ið Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag fekk nýggja høvuðstøð á Havnarlagnum í Nesi í Hvalba. – Har hava vit so góðar umstøður, sum fá onnur bjargingarfeløg hava, og samstundis hava vit útgerð og amboð, sum eru hampiliga nýtt, sigur Claus Olsen, formaður í felagnum LÝSINGARTILFAR