Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-12, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. november 2019síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. november 2019 · Nr. 131 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SUÐUROY LÝSINGARTILFAR Vilmund Jacobsen Toystovan, sum Desiree Morte­n­sen rekur í Sjó­ gøtu 1 á Tvøroyri, er stórur og forvitnisligur klædna­handil, sum selur klæði til bæði kvinnur og men, gentur og dreingir. - Tað er hørð kapping um klædnasølu, bæði her heima í Føroyum og við útlandið. Tí er um­ ráð­andi, at fólk, sum ynskja, at klædnahandil er í økinum, eisini handla lokalt. Tað sigur kvinnan, sum í mong ár hevur fing­ist við klædnasølu á Tvør­ oyri. Men, hon letur ikki illa at, tí Toystovan hevur mong, góð og trúgv við­ skifta­fólk í Suðuroy. - Vit hava eisini vitjan av nógvum, sum koma norðan­eftir. Fólk ferðast meira, enn tey áður hava gjørt, og tað er javnan – ser­liga um vikuskiftini – at vit síggja andlit, sum ikki eru dagligir gestir í Toy­stovuni. Foreldur við børnum Desiree Mortensen vísir á, at summarið meira ella minni selur seg sjálvt, tí tá vitja mong í Suðuroy, men seinnu árini hava tey eisini merkt, at nógvar familj­ur vitja í Suðuroy um vetrarnar. - Hetta eru fólk, sum eitt nú koma suður til ymiskar ítróttar­kapp­ ingar, og tá kapp­ingar eru fyri børnum í oynni, er rættiliga vanligt í dag, at foreldur eru við. Hon sigur, at gjøgnum árið síggja tey eisini fitt av útlendskum ferða­ fólkum inni á gólvinum, og sum heild er hon nøgd við søluna. - Tað hevur eisini sín stóra týdning, at vit javnan leggja myndir av nýggj­um klæðum út á sosialu miðlarnar, tí tá vita fólk, hvat tey koma eftir. Desiree Mortensen sigur, at tey eru á messu uttan­lands tvær ferðir um árið, og haraftrat gevur netið teimum møgu­leikar at fylgja við, hvat rørir seg á klædna­ mark­naði­num alt árið. - Vit fylgja væl við, og tað er neyðugt, tá tú rekur klædnahandil, har mótar, snið og litir kunnu skifta, sum tíðin gongur. Tá tú følir teg væl Tað er rættiliga ymiskt, hvat fólk brúka og ganga í, og í stuttum kann sigast, at næstan alt er ”loyvt” í dag, sum handilskvinnan tekur til. - Tað, sum er mest um­ ráðandi og hevur størstan týdning, er, at tú følir teg væl í teimum klæðum, tú keypir. Ger tú tað, kanst tú næstan ganga í øllum, sigur Desiree Mortensen bros­andi. Tá tú rekur ein so stóran klædnahandil, sum Toystovan á Tvør­ oyri er, eru klædna­merk­ ini eisini mong í tali. - Eg kann nevna, at merk­ini til kvinnur eru eitt nú Vero Moda, Only, mbyM, Pulz og Masai, og merkini, vit hava til mannfólk, eru eitt nú Jack & Jones og Lind­ berg. Hóast at størri part­urin av handlinum hevur kvinnuklæði, hava vit eisini nógv smart til menn­inar, bæði til teir yngru, tilkomnu og eldru, sigur Desiree Mortensen í Toystovuni á Tvøroyri, sum eisini er at finna á Face­book. TOYSTOVAN Á TVØROYRI KLÆÐIR KVINNU OG MANN - Summarið selur seg meira ella minni sjálvt, tí tá vitja mong í Suðuroy, men seinnu árini hava vit eisini merkt, at nógvar familjur vitja í Suðuroy um vetrarnar, og tey eru mong, sum gera klædnakeypið hjá okkum, sigur Desiree Mortensen - Hóast at størri parturin av Toystovuni er kvinnuklæði, hava vit eisini nógv smart til menninar, bæði til teir yngru, tilkomnu og eldru, sigur Desiree Mortensen - Tað, sum er mest umráðandi og hevur størstan týdning, er, at tú følir teg væl í teimum klæðum, tú keypir. Ger tú tað, kanst tú næstan ganga í øllum, sigur Desiree Mortensen brosandi