týsdagur 12. november 2019síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 13. november 2019 · Nr. 131
SUÐUROY
LÝSINGARTILFAR
Vilmund Jacobsen
Handilin Hjá Angelie í
Kongabrekku 9 á Tvør
oyri hevur eitt stórt og
fjølbroytt úrval av klæð
um til kvinnur, skógvum,
tógvi og leikum. Haraftrat
hevur handilin ymiskar
smúkkur,
kosmetik,
taskur, húgvur, belti og
ymiskt annað til kvinnur.
Tað er Irdi Johannesen,
sum rekur handilin, og
aftrat sær til hjálpar hevur
hon góð og dugnalig fólk.
Egið konsept
Tað verða seks ár í
apríl komandi ár, síðan
hon byrjaði at handla í
Kongabrekku á Tvøroyri.
Í bygninginum, sum hon
og maðurin keyptu, hevði
tá í mong ár verið handil,
men
Irdi
Johannesen
valdi at byrja við øllum tí
hon helt, at viðskiftafólk
fóru at spyrja eftir.
- Tá vit keyptu ognina,
ruddaðu vit alt burtur.
Síðan vendu vit okkum
til ein ráðgeva, sum helt
fyri, at vit kundu mynda
konseptið eftir okkara
egna høvdi, og tá vit sóu,
hvat tørvur var á, og
hvat viðskiftafólk fóru
at spyrja eftir, kundu vit
laga handilin eftir hesum,
sigur hon.
Irdi Johannesen, sum
sjálv
hevur
drúgvar
royndir í handilslívinum,
fyrst hjá N.J.Mortensen
og síðan í Bónus, sigur, at
á loftinum er skógvar, og
millum góðu og vælum
tóktu merkini eru eitt nú
Sketchers-skógvar, sum
stórur áhugi er fyri, bæði
til børn og vaksin, kvinn
ur og menn.
- Skógvamerkini eru
umframt Sketchers, eisini
Tamaris, SixMix, Duffy,
Jana, Sprox, Ambre og
Viking-stivlar. Vit hava
eisini
hvítbotnaðar
gummiskógvar, sum selja
væl, sigur hon.
Umframt at selja klæð
ir, skógvar og tógv, selur
handilin
Hjá
Angelie
eisini alt til skúlabrúks,
eins og handilin hevur
eitt fitt úrval av leikum.
- Vit selja eisini pizza,
langbreyð, søtmeti og
sodavatn, og tað eru ser
liga
skúlanæmingar,
sum ganga við Tvøroyrar
skúla, sum keypa, sigur
Irdi Johannesen.
Senda við posti
Handilin Hjá Angelie er
opin vanligar yrkadagar
frá
klokkan
9-17.30,
fríggjadag frá 9-18, og
leygardag er opið frá
klokkan 10-14.
- Vit senda eisini vørur
norður um Suðuroyar
fjørð, og tey eru ikki so fá,
sum bíleggja í handlinum
hjá okkum, sigur frynt
liga
handilskonan
í
Kongabrekku á Tvøroyri.
- Tá vit keyptu ognina, ruddaðu
vit alt burtur. Síðan vendu vit
okkum til ein ráðgeva, sum helt
fyri, at vit kundu mynda konseptið
eftir okkara egna høvdi, sigur Irdi
Johannesen, sum rekur handilin Hjá
Angelie í Kongabrekku á Tvøroyri
Í KONGABREKKU
Á TVØROYRI FÆRT
TÚ TAÐ MESTA