týsdagur 12. november 2019síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. november 2019 · Nr. 131
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SUÐUROY
LÝSINGARTILFAR
Vilmund Jacobsen
Í Vági er fyritøkan Faroe
knit, sum Randi Hjelm
Debes eigur og rekur, og
hon byrjaði fyritøkuna í
februar 2017.
- Eg havi bundið alt
mítt lív – eitt sindur
meira
og
eitt
sindur
minni. Bindimentanin er
sterk í Føroyum, og her
eru mong, sum binda síni
egnu pløgg og binda til
onnur.
Selur uttanlands
Tað, sum sermerkir fyri
tøkuna hjá Randi Hjelm
Debes, er, at hin stóri
marknaðurin hjá henni
er ikki í Føroyum, men
uttanlands – ikki minst í
USA, har tey serliga hava
lagt til merkis hennara
mynstur og snøggu pløgg.
- Eg selji so at siga um
allan heim, bæði hond
bundnar troyggjur, húgv
ur og mynstur, og eg vil
siga, at amerikanarar eru
garvillir eftir tí, eg geri.
Sjálvandi bindi eg eisini,
men tað eru serliga bindi
konurnar, eg havi kring
landið, sum binda fyri
meg. Tað tekur jú eisini
tíð at arbeiða við mynstr
um og at sniðgeva.
Randi Hjelm Debes
hevur selt síni pløgg
og mynstur í morgum
ymiskum
londum
og
umframt at selja í USA,
selur hon eisini eitt nú
í
Týsklandi,
Bretland,
Fraklandi,
Íslandi
og
Grønlandi. Hon hevur
selt troyggjur í Noregi,
og herfyri seldi hon eisini
eina troyggju heilt til
India.
Hon hevur eisini við
skiftafólk í Avstralia og
Ný Sælandi.
- Eitt viðskiftafólk úr
USA hevur enntá verið á
gátt hjá mær í Vági eftir
einari troyggju. Tað var
ein amerikumaður, sum
setti seg í samband við
meg, áðrenn hann kom
til Føroya, og tað endaði
við, at hann stóð í túni
num hjá mær og fekk
troyggjuna. Hann hevði
funnið meg á Instagram.
Eftir at hann hevði fingið
troyggjuna, og var komin
heim aftur til USA, legði
hann eina søgu út á
Instagram við myndum
av troyggjuni og seyði
úr Føroyum, sigur Randi
Hjelm Debes brosandi.
Instagram gav útslag
Men, hvussu ber tað so
til, at hon hevur rokkið so
langt út í heim við sínum
pløggum og mynstrum?
- Hetta hevur latið seg
gera um netið, og eg havi
eisini mína egnu heima
síðu. Men, tað er serliga
Instagram, sum hevur
givið mær og mínari fyri
tøku vind í seglin, tá eg
havi lagt myndir út har,
ásannar hon.
Randi Hjelm Debes
vísir á, at onkur kendur
bloggari úti í heimi, sum
skrivar um binding, eisini
hevur lagt mína leinkju
út á sín blogg, og tá hon
gjørdi tað, eksploderaði
áhugin, sum hon tekur til.
- Tað er serliga, síðan
eg gjørdi sonevndu Bo
héme-troyggjuna, at mín
fyritøka hevur havt vind
in í seglunum, sigur hon.
Selur mystrini
Tað eru sjálvandi ikki øll
úti í heimi, sum hava ráð
at keypa sær eina dýra
føroyska troyggju, men so
selur Randi Hjelm Debes
eisini mynstrini, og tey eru
lutfalsliga bílig at keypa.
- Tey, sum keypa mínar
uppskriftir, kunnu brúka
tær til egna nýtslu so
leingi, tey hava hug. Eg
eri ikki bundin at nøkrum
veitara í so máta, og tískil
eru mínar uppskriftir
dýrari enn vanligt. Tó, eru
hetta ikki nógvir peng
ar at snakka um, tí ein
vanlig bindiuppskrift hjá
mær liggur um einar 40-
45 krónur at keypa.
Hon
sigur,
at
hon
ongantíð hevði droymt
um, at hon fór at røkka
so langt út í heimin við
sínum troyggjum, húgv
um og uppskriftum.
- Mynstrini, eg geri,
hava gjarna sín íblástur
úr gomlum føroyskum
mynstrum og føroysku
náttúruni. Síðan leggi eg
mítt egna í mynstrini og
lagi tey eftir mínum egna
høvdi.
Hon vísir á, at fleiri av
myndunum, hon hevur
av ymiskum troyggjum
á sínari heimasíðu, hava
vøkru føroysku náttúru
na sum bakgrund.
- Eg vil jú eisini fortelja
eina søgu og lata fólk
kring heimin vita, hvað
ani eg eri, sigur hon.
Jólini nærkast
Randi Hjelm Debes sig
ur, at nú jólini stunda til,
hevur hon eisini nøkur
mynstur av eitt nú jóla
hosum og nissuhúgvum,
sum fólk kunnu keypa.
- Eg havi valt at foku
sera upp á tað føroyska,
og tá eg sigi so, er tað ofta
tveir litir, eg brúki í mínum
mynstrum. Hetta var eisini
tað gamla og mest vanliga
í føroyskari bindimentan.
Hon
leggur
aftrat,
at tógvið, hon brúkar,
verður keypt hjá før
oyskum veitarum, eitt nú
Snælduni og Navia. Reyði
tráðurin í øllum hjá henni
er tað føroyska.
- Viðskiftafólk kunnu
bíleggja eftir máti og
uppskriftum, og tískil
kunnu tey fáa júst tað,
tey ynskja sær. Eg havi
ikki stóra goymslu, og
mær dámar væl at ar
beiða hóvliga, sigur Randi
Hjelm Debes.
RANDI SELUR BUNDIN PLØGG
OG MYNSTUR UM ALLAN HEIM
- Herfyri seldi eg eina troyggju heilt
til India. Eg havi eisini upplivað,
at eitt viðskiftafólk úr USA kom á
gátt hjá mær eftir einari troyggju.
Tað var ein amerikumaður, sum
setti seg í samband við meg, áðrenn
hann kom til Føroya, og tað endaði
við, at hann stóð í túninum hjá
mær, sigur Randi Hjelm Debes,
sum eigur fyritøkuna, Faroeknit