Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-12, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. november 2019síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 13. november 2019 · Nr. 131 PROKLAMA Tey, ið hava krøv í búnum eftir Kára Dann Niclasen, Hvammavegur 19, 826 Trongisvágur, f. 170662-067, d. 12.05.2019 verða við hesum biðin um innan 3 mánaðir frá kunngerð av hesi lýsing av boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða. Tikið er við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðadagin og sendast undirritaðu, Frúutrøð 4, 100 Tórshavn, vísandi til j.nr. 20190494 saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. Tórshavn, tann 2. mai 2019 Fríða Patursson, adv. OGNIR Í HÓSVÍK TIL SØLU Vegna deyðsbúgv verður sethúsaognin matr. nr. 33a Hósvík, Giljavegur 1, 420 Hósvík og ognin matr. nr. 21 Hósvík við hesum lýstar til sølu. Húsaskoðan fæst við at venda sær til okkara. Áhugaði kunnu venda sær til: ADVOKATVIRKIÐ Skansavegur 1, Postsmoga 85, 110 Tórshavn Tlf. 31 21 71 – teldupostur: sigrid@advokatvirkid.fo - heimasíða www.advokatvirkid.fo - ogn.fo av.fo Broytingar í gjaldinum til sjálvbodnu dagpeningatryggingina Frá 1. januar 2020 verður hálvárliga tryggingargjaldið til sjálvbodnu dagpeningatryggingina 3.160 kr. almannaverkið av.fo Stuðul til uppihaldspening fyri seinna hálvár 2019 - umsóknarfreist Umsókn um stuðul til uppihaldspening fyri seinna hálvár 2019 saman við kvittanum fyri goldnum barna- ella hjúnafelagagjøldum, skal vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 6. desember 2019. Kvittanir skulu eisini vísa, til hvønn barna- ella hjúnafelagagjøld eru goldin. Um goldið er til TAKS, er ikki neyðugt at lata inn kvittanir. Sambært lóg um stuðul til uppihaldspening verður stuðulin útgoldin seinast í juni og desembur. Umsóknir móttiknar aftan á 6. desember 2019 kunnu ikki væntast at verða avgreiddar fyrr enn í juni 2020. Verður søkt fyrstu ferð, skal avrit av gjaldsavgerð um barna- ella hjúnafelagagjald frá Familjufyrisitingini ella samsvarandi útlendskum myndugleika sendast inn saman við umsóknini. Stuðul verður ikki veittur, um bert er álagt at gjalda kr. 12.996 árliga. Stuðul verður tí ikki veittur umsøkjara, sum bert rindar vanligt barnagjald til eitt barn. Umsóknarbløð kunnu heintast á heimasíðu okkara undir oyðubløð. Á heimasíðu okkara av.fo undir familja og børn er meira at lesa um stuðulin. Freist fyri stuðli 2019 Fyri at fáa stuðul til upphæddir goldnar í 2019, skal umsókn vera latin inn í seinasta lagi 1. juli 2020. Verður umsóknin latin inn seinni, fellur rætturin til stuðul av goldnum upphæddum 2019 burtur. Frávik kann ikki gerast frá freistini. Tað er tí sera umráðandi, at umsóknin verður latin inn rættstundis" almannaverkið TØKK Nú eitt ár er liðið síðani kæri maður mín, pápi, verpápi og abbi okkara. John Mikkelsen f. 17.08.1961 deyður 18.11.18 doyði og vær jarðaður, ynskja vit at takka hjartaliga fyri tað samkenslu og hjálpsemi, sum hevður verði víst okkum. Takk til palliativa toymi, starvsfólki á KS3 og NBH, sum gjørdu tað møguligt at hann kundi verða heima til tað seinasta. Takk til tykkum sum vitjaðu, ringdu og skrivaðu meðan hann var sjúkur. Takk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferð og ervi. Takk fyri troystarík orð í heiminum og í Betesda, takk til tey ungu í samkomuni fyri vakra sang. Takk fyri blómur og kransar og takk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Takk fyri minnisgávur til Logos Hope. Fyri tey avvarðandi Jakobina, Sofus, Eli og Arni við familju. TØKK Hjartaliga takk øll somul sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi tá okkara kæri Sofus Erlandson Joensen F. 03.11.1947 - d. 29.08.2019 doyði og varð jarðaður. Takk til tykkum á Røktar-og Ellisheiminum sum vóru um Sofus. Ikki minst takk til tykkum sum hjálptu til og bakaðu til ervið. talaðu við jarðarferðina. Takk fyri blómur, kransar og øll sum fylgdu Sofusi til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Jákup, Tórur, Marjun og Dia DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á