Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-12, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. november 2019síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. november 2019 · Nr. 131 36 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Løgfrøðingur til Útlendingastovuna Søkt verður eftir løgfrøðingi til Útlendingastovuna at byrja 1. desember 2019 ella eftir nærri avtalu. Um starvið Talan er um fast starv, sum í høvuðsheitum fevnir um: • at veita løgfrøðiliga ráðgeving og svara fyrispurningum innan málsøkið hjá Útlendingastovuni, • luttaka í lógar- og kunngerðarsmíði, • málsviðgerð av umsóknum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi, familjusameining o.a., • skriva mannagongdir, • luttaka í ymiskum øðrum umsitingarligum uppgávum. Tú kemur at arbeiða í einum óformellum og dynamiskum arbeiðsumhvørvi, og tú fært eisini møguleika til, eftir tørvi, at loysa uppgávur fyri aðrar stovnar, ið Útlendingastovan er skipað saman við. Førleiki Umsøkjari skal hava løgfrøðiligt kandidatprógv (cand. jur.). Tú skal hava góð samstarvsevnir, vera ábyrgdarfullur, røkin og duga at arbeiða sjálvstøðugt. Tú skal duga at orða teg væl í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan almenna fyrisiting og ein fyrimunur, men ikki ein treyt, at tú hevur kunnleika til fakøkið Útlendingastovan varðar av. Løn og setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Umsóknir Umsóknir við prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu sendast til: Útlendingastovan Sigmundargøta 13 Postrúm 264 110 Tórshavn Ella sum teldupostur til: info@utlendingastovan.fo Umsóknir skulu vera merktar “løgfrøðingur” og vera Útlendingastovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 18. november kl. 12. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Súsannu Leo, deildarleiðara, á tel. 357979 ella sl@vs.fo Nærri kunning um Útlendingastovuna sæst á www.utlendingastovan.fo. Útlendingastovan er partur av Vinnustovninum. Vinnustovnurin er ein tænastu- og eftirlitsstovnur undir Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum. Vinnustovnurin er ein samanrenning av Fjarskiftiseftirlitinum, Kappingareftirlitinum, Tryggingareftirlitinum, Posteftirlitinum, Skráseting Føroya og Útlendingastovuni. Nærri kunning um Vinnustovnin sæst á www.vs.fo Tað var ein stór avbjóðing at stovna felagið Smyril-Line í 1982-83, og at keypa eitt stórt skip at røkja siglingina millum Føroyar og nærm astu grannalondini. Óli Hammer gekk undan at taka stóra stigið og gjørdist stjóri í felagnum. Hann hevði drúgvar royndir í millumlanda- siglingini, tí hann var skipari á „Smyrli“, frá tí at skipið kom í 1975, og til Smyril-Line varð stovnað. Tað legði lunnar undir ta millumlandasiglingina, sum í dag er á føroyskum kjøli, við fólki og farmi. Tað vóru eisini stórar avbjóðingar, ikki minst tá kreppan í Føroyum byrjaði fyrst í 1990-unum. Men felagið reið stormin av, og seinast í 1990unum varð farið undir at fáa nýtt og størri skip til vega, tí fyrra „Norrøna“ gjørdist ov lítil til økta flutningin. Óli Hammer var eisini við til at byggja nýggju „Norrønu“, sum gav uppaftur størri møguleikar, og sum hevur tænt felagnum væl. glingin – nýggj byrjan ISBN 978-99918-864-3-5 9 789991 886435 > Nýggja bókin: “Millumlandasiglingin - nýggj byrjan”, er komin Bókin snýr seg um millumlandasiglingina, sum byrjaði aftur á føroyskum kjøli í 1975, tá landið keypti “Smyril”. Seinni varð Smyril Line stovnað, sum nú hevur rikið millumlandasiglingina í skjótt 40 ár. Bókin er samstundis lívssøgan um Óla Hammer, fyrrverandi skipara á “Smyrli” og stjóra á Smyril Line, sum var við í millumlandasiglingini í 30 ár. Bókin fæst í bókabúðunum, og kostar 300 kr. Sigmar Bláberg Millumlandasiglingin – nýggj byrjan torshavn.fo Skattalistin 2018 fyri Tórshavnar kommunu liggur frammi til alment innlit frá hósdegnum 14. november til mánadagin 25. november 2019. Listin liggur frammi í Snarskivuni frá mánadegi til hósdag frá kl. 9.00 til 16.00, og fríggjadag frá kl. 9.00 til 15.00. Skattalistin fyri 2018