týsdagur 12. november 2019síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 13. november 2019 · Nr. 131
Tróndur Arge – Sundby Idrætspark,
Keypmannahavn
Føroyska
A-landsliðið
fyri
reikar seg í hesum døgum til
EM-undankappingardystirnir
móti Norra og Svøríki, sum
verða ávikavist fríggjadagin
og mánadagin. Landsliðið býr
í løtuni í danska høvðusstað
num, har teir venja á Sundby
Idrætspark, sum er heima
vøllurin hjá Fremad Amager
og Heina Vatnsdal.
Sum skilst úr Fótbóltssam
bandinum er tað meiri fíggjar
liga skynsamt at fyrireika seg
í Danmark, heldur enn Norra.
Ferðalagið fer síðani til Oslo
hósmorgunin
og
dysturin
verður fríggjadagin á Ullevaal
leikvøllinum.
Fyrstu ábendingarnar eru,
at Ári Mohr Jónsson og Odmar
Færø koma á liðið fyri skadda
Hall
Hansson,
og
Viljorm
Davidsen, ið er endaður á
bonkinum hjá Vejle.
Lars gevur ongar gávur
Lars Olsen hevur ikki verið
partur av vetrarvenjingunum í
Føroyum, tí hann nú er høvðus
venjari hjá Esbjerg í donsku
Superliguni. Fyrispurningurin
frá Esbjerg kom millum lands
dystirnar móti Rumenia og
Malta, sum vóru á Tórsvølli í
farna mánaði.
-Eg fekk ein fyrispurning frá
teimum og so gekk tað skjótt,
sigur Lars Olsen í kuldanum á
Sundby Idrætspark.
Hann
fekk
loyvi
frá
Fótbóltssambandinum at taka
við starvinum, sjálvt um hann
manglaði at standa á odda fyri
tveimum dystum hjá Føroyum.
-Eg kenni væl spælararnir
og Jóannes Jakobsen, hjálpar
venjari, hevur staðið fyri venj
ingunum í Føroyum. Har vóru
bara 15 til venjing og onkur
hevur givið avboð, tí hevur
talan ikki verið um tað stóru
úttøkuna,
sigur
landsliðs
venjarin.
Millum annað er Eli F.
Nielsen úr B36 ikki við. Hann
byrjar upp á sveinastykkið í
hesi vikuni. Tað bleiv heldur
ikki pláss fyri Jákupi B. Andrea
sen, liðskipara hjá KÍ.
-Hann
hevur
havt
eitt
gott
kappingarár,
men
so
leingi hann ikki byrjar inni á
A-landsliðnum og kann spæla
á U21-landsliðnum, so ger hann
tað, sigur Lars Olsen.
Hetta kundi annars verið
ein gyltur møguleiki at givið
onkrum spælarum ein møgu
leiki, ella roynt okkurt, sum
hann ikki hevur royn áður.
-Eg havi sagt tað fyrr, men eg
gevi ongar gávur bara tí hetta
eru mínir seinastu dystir. Vit
spæla hesar dystirnar akkurát
sum allar aðrar, sigur landsliðs
venjarin.
Ári og Odmar inn
Venjingin fyrrapartin týsdagin
gav ábendingar um, at Ári Mohr
Olsen og Odmar Færø kom
inn, meðan Hallur Hansson og
Viljormur Davidsen detta út.
Hallur Hansson hevur brotið
hondina og er ikki tøkur,
meðan Viljormur Davidsen er
endaður á bonkinum hjá Vejle.
-Eg kann siga so mikið
sum, at vit spæla við trimum
í miðverjuni. Vit bíðaðu fyri
at vita um Odmar Færø bleiv
tøkur og tað er hann. Ári Mohr
Jónsson spælir hvørja ferð fyri
Sandnes, meðan Viljormur tí
verri er endaður í skugganum
hjá Vejle, sigur Lars Olsen.
Hann vil ikki avdúka liðið,
men nógv bendir á at tað
verður
við
hasum
báðum
broytingunum at føroyska liðið
skal spæla móti Norra.
Vit gita at Gunnar Nielsen
stendur í mál. Verjan verður
Gilli Rólantsson, Heini Vatns
dal, Atli Gregersen, Odmar
Færø, Ári M. Jónsson. Á miðjuni
verða
Sølvi
Vatnhamar,
Rógvi Baldvinsson, Brandur
Hendriksson
og
Jóannes
Bjartalíð, meðan Jóan Símun
Edmundsson verður á topp.
Fleiri orsøkir
Jóan
Símun
Edmundsson
hevur sitið uttanfyri seinastu
tríggjar dystirnar, eftir at hann
bleiv útskiftur móti Hamburg
SV fyri Arminia Bielefeld.
-Tað var ein toppdystur og eg
spældi illa, men tað er ikki bara
tí eg havi sitið uttanfyri. Tað
hevur eisini verið ein harður
mánaði fyri meg, sigur Jóan
Símun Edmundsson, ið ikki vil
koma nærri inn á orsøkirnar.
-Tit nýtast ikki at vita alt,
ha? Spyr Jóan Símun við einum
lítlum brosi.
Toftamaðurin
gleðir
seg
til dystirnar og vónar at Atli
Gregersen fær tvey góð úrslit í
seinastu dystunum.
-Atli er ein góður leiðari á
vøllin, men eg haldi eisini at
hann hevur nakrar dygdir á
vøllinum, sum øll ikki altíð
leggja merki til. Hann er róligur
á bóltinum og dugur væl at
spæla fram í vøllin. Vit fara
at sakna Atla tá hann gevst,
men vit sakna hann ikki enn, tí
hann fyllur so nógv, sigur Jóan
Símun og flennur.
trondur@sosialurin.fo
FÓTBÓLTUR
Upptakt Norra-Føroyar:
ÁRI FÆR KJANSIN
OG ODMAR VERÐUR
NÝGGJUR Í VERJUNI
Lars Olsen heldur fast í trimum miðverjum
og ger helst tvær broytingar. Hann iðrar seg
um, at Hallur Hansson ikki er tøkur, men
vónar at halda norðmonnum frá málinum
VIT GITA: FØROYAR (3-4-3)
GUNNAR NIELSEN – HEINI VATNSDAL, ATLI GREGERSEN, ODMAR
FÆRØ – GILLI RÓLANTSSON, RÓGVI BALDVINSSON, BRANDUR
HENDRIKSSON, ÁRI M. JÓNSSON – SØLVI VATNHAMAR, JÓANNES
BJARTALÍÐ, JÓAN SÍMUN EDMUNDSSON