týsdagur 12. november 2019síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. november 2019 · Nr. 131
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge – Keypmannahavn
Føroyska landsliðið fyrireikar
seg í løtuni í Danmark, har liðið
venur á Sundby Idrætspark
í Keypmannahavn. Føroyar
spæla fríggjakvøldið á Ullevaal
leikvøllinum í Olso, og mána
kvøldið móti Svøríki á Friends
Arena í Stokkhólmi.
Undan hvørjum landsliðs
umfari gera vit eina støðu
meting av føroyska landslið
num. Tað tykist eitt sindur
misjavnt
hvussu
føroysku
spælararnir eru fyri. Spælar
arnir í íslendsku kappingini
hava ikki spælt í eina tíð, tí
íslendska kappingini endaði
28. september. Føroyska kapp
ingin endaði 26. oktober, meðan
restin av útisetunum eru í
kapping enn.
Ikki allar fáa spælitíð í
løtuni, men fyri eitt nú Jóan
Símun Edmundsson kunnu vit
vóna, at er ein fyrimunur fyri
landsliðið. Seinast sat hann
uttanfyri móti Rumenia, tí
knæið argar hann eitt sindur.
Hetta eru seinastu dystirnir
hjá Lars Olsen, men úttøkan
boðar
ikki
frá
nøkrum
óvæntað. Hann hevur ikki
ungar spælarar sum Adrian
Justinussen (HB) og Jákup B.
Andreasen (KÍ) við, sum hann
kundi givið debut, sum ein
farvæl-gávu. Tí gongur met
ingin av spæltíð til spælarar
útfrá, at einki óvanligt verður
at síggja á vøllinum, hóast
hetta er seinastu dystirnir hjá
Lars Olsen.
Her ein støðumeting av før
oyska landsliðnum undan EM-
landsdystunum móti Norra og
Svøríki.
Gunnar Nielsen
Landsdystir/mál: 55/0
Felag: FH (Ísland)
Føroyski
landsliðsmálverjin
hevur
sitið
uttanfyri
hjá
FH, eftir at hann breyt eitt
bein í hondini í mai mánaði.
Hann sat yvir dystirnar í
juni móti Spania og Norra,
men var aftur í málinum til
dystirnir
móti
Svøríki
og
Spania í september, og móti
Rumenia og Malta í oktober.
Støðan er óbroytt síðani teir
dystirnir, so væntandi hevur
landsliðsvenjarin Gunnar sum
fyrstaval, men hann er í harðari
kapping við Kristian Joensen
og Teit M. Gestsson. Lands
liðsvenjarin hevur fleiri ferðir
sagt, at landsliðsvenjingarnar
eru avgerandi.
Kristian Joensen
Landsdystir/mál: 0/0
Felag: KÍ
Hevur havt eitt framúr gott
kappingarár í málinum hjá
KÍ, og bleiv valdur til ársins
málverja í føroyskum fótbólti
2019. Fleiri tykjast halda, at
hann hevur uppiborið ein kjans
á landsliðnum. Tað er serliga
avrikið í Luzern í Sveis, tá KÍ
í evstu løtu tapti 1-0 í Europa
League, sum fólk hava heft seg
við. Hann prógvaði tá, at hann
kann spæla á altjóða pallinum.
Tað tykist tó ikki sum at Lars
Olsen ætlar at blanda kortini
øðrvísi hesaferð, og tí er líkt
til at ársins málverji verður á
bonkinum.
Teitur Matras Gestsson, HB
Landsdystir/mál: 5/0
Felag: HB
Gav føroyska liðnum eitt eyka
vápn við sínum framúr sparki
teknikki, tá hann fekk kjansin
móti Spania og Norra. Hetta
ger, at føroyska liðið kemur í
fleiri framrættaðar støður, har
mótstøðuliðið einki kann gera
fyri at steðga tí. Hevur saman
við HB havt eitt heldur minni
gott kappingarár, men hevur
nakað, sum hinir báðir ikki
hava. Hartil hevur hann spælt
tveir landsdystir í seinastuni.
Eins og við Kristiani Joen
sen, so bendir lítið á, at hann
fær nakrar minuttir, um ikki
Gunnar Nielsen blívur skaddur.
Atli Gregersen
Landsdystir/mál: 57/0
Felag: Víkingur
Eftir 57 landsdystir takkar 37
ára gamli Atli Gregersen fyri
á landsliðnum. Hann hevur
tænt landsliðnum væl og er
við tíðini blivin ein ímynd av
einum tíðarskeiði, har tað gekk
føroyskum landsliðsfótbólti av
bera væl. Kappingarárið í Vík
ingi hevur ikki verið tað besta,
men tað er einki at ivast í, at
hann verður at síggja á vøllinum
til sínar seinastu landsdystir. Tað
sær út til, at føroyska landsliðið
skal spæla við trimum í verjuni,
og tá er Atli sjálvskrivaður.
Odmar Færø
Landsdystir/mál: 28/0
Felag: Hamarkameratene
(Norra)
So er odmar Færø aftur á lands
liðnum, eftir at hava sitið uttan
fyri við skaða seinastu tvey
landsliðsumførini. Hann hevur
fingið nakað av spæltíð í Ham
Kam, sjálvt um hann hevur gjørt
sáttmála við KÍ frá 2020.
Lars Olsen plagar at hava
álit á Odmari og spælir hann
við trimum í miðverjuni, so er
upplagt við Odmari á høgra
miðverja. Hann spælir óiva
ein leiklut í báðum dystunum,
sjálvt um verjan hevur verið á
góðari leið seinastu tveir dyst
irnar. Ein orsøk er eisini, at
Rógvi Baldvinsson helst verður
fluttur fram á miðvøllin, tí
Hallur Hansson ikki er við.
Andrias Høgnason Eriksen
Landsdystir/mál: 2/0
Felag: B36
Varaliðskiparin hjá B36 er vara
maður í verjuni, har hann tvær
ferðir er komin inn at avloysa.
Í Spania stóð hann seg væl, og
tað gjørdi hann partvís eisini
móti Rumenia, men var íbland
aður, tá rumenar fingið
hol á eitt korter fyri tíð.
Lars Olsen letur væl at mið
verjanum hjá B36, sum eisini
hevur víst álit við at skifta inn
í verjuna undir truplum um
støðum. Tað er ikki óhugsandi,
at Andrias fær ein kjans hesa
ferð, men spurningurin er um
tað verður frá byrjan, tá Odmar
Færø er tøkur aftur.
Heini Vatnsdal
Landsdystir/mál: 16/0
Felag: Fremad Amager
(Danmark)
Stóri og sterki vágbingurin
veksur við uppgávuni hvørja
ferð hann spælir ein landsdyst.
Hann er krútsterkur í nærdyst
unum og hevur ein eginleika at
dribbla seg úr trongu støðun
um, tá onkur áleypari roynir at
leggja trýst á.
Hann hevur spælt alt ov
fáar landsdystir í mun aldur og
eginleikar, men endiliga sær út
til, at hann hevur fingið tamar
hald á skaðum og øðrum, sum
hava gjørt at hann ikki hevur
verið við fleiri ferðir.
Tað er boð eftir honum bæði
í miðverjuni og á verjukenda
miðvøllinum, so tað sannlíkt
Støðumeting:
Tað er eitt landslið við misjøvnum avrikum
hjá útisetunum, sum skal siga farvæl við
Atla Gregersen og Lars Olsen. Bæði Norra
og serliga Svøríki spæla fyri at koma
víðari til EM endaspælið, tí kunnu vit ikki
vænta nakra gávu frá grannatjóðunum
FÓTBÓLTUR
FLEIRI ÚTISETAR
Í AVBJÓÐANDI
STØÐUM